mánadagur 7. mars 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 10 • 7. MARS 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús & Heim
HAVASTOVUR
Marká Sp/f
tlf. 212662
utistovur.fo
havastovur.com
HAVASTOVUR – ÚTISTOVUR
Sosialurin 341800
VIT LEGGJA DENT Á GOTT
MÁLARAARBEIÐI
Málarameistarin Signar á Fríðufløtum bjóðar seg fram at gera alt
arbeiði innan málaravirksemi.
– Vit mála fyri virkir, stovnar og privat, sigur Signar, sum aftrat sær
hevur málaralærling og trý hjálparfólk. Felags fyri øll er, at tey hava
royndir innan málaravirksemi. Signar sigur, at stórur dentur verður
lagdur á gott arbeiði og jaligt arbeiðsumhvørvi.
Signar valdi í 2007 at fara í læru sum bygningsmálari. Eftir lokna
útbúgving gjørdi hann í stutt tíðarskeið annað arbeiði, men slepti
ongantíð málingini heilt.
– Í 2013 bleiv avgjørt at byrja egið virkið, og hevur tað gingist sera
væl. Tað vóru fleiri, sum vendu sær til mín fyri at spyrja, um eg ikki
kundi mála teirra stovu, køk, hús, virkisbygning v.m. Tað var ofta
nokkso so keðiligt at skula siga nei til nakað, sum eg tímdi væl. So
eftir nógvar áheitarnir metti eg, at nú var grundarlag at byrja fyri
meg sjálvan.
– Tá virkir og persónar ringja og biðja okkum gera eitthvørt
málararbeiði, so geva vit teimum sum oftast eitt tilboð. Tilboðini
umfata tilfar og ta arbeiðstíð, sum verður nýtt til at gera arbeiðið.
– Tað er eisini ymiskt, hvønn tørv kundar hava, tá tey ringja til
okkara, men sum oftast er tað nýbygging og renovering.
– Størsti partur av okkara arbeiðum er í Eysturoy og Norðoyggjum
beint nú. Men vit røkka longur, um tørvur er á tí.
Vit hava málað umbyggingina av Klaksvíkar Sjúkrahúsið og Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Signar sigur víðari, at um onkur hevur tørv á málara, so eru tey
vælkomin at ringja á tlf. 294500