Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 10 • 7. MARS 2016 24 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Miðlahúsið er eitt spennandi arbeiðspláss Vilmund Jacobsen Í 9. flokki í Sørvágs skúla ganga 23 næmingar, og nú teir hava verið í starvsvenjing, hava næmingarnir verið ymsastaðni, bæði í Vágum, Havn og onkur hevur verið umborð á Norrønu. Hevur lært nógv Í Miðlahúsinum hevur Sara Samson Lamhauge skrivað greinar til tíðindaportalin In.fo, og hon hevur eisini havt onkra grein í Sosialinum. – Mær hevur dámt ógvuliga væl í Miðlahúsinum, og eg havi upplivað nógv. Hetta hava verið tvær læruríkar vikur, og tað hevur verið áhugavert at sæð, hvussu arbeitt verður í miðlunum. Hon sigur, at umframt at hon hevur sitið nógv við telduna í Miðlahúsinum, hevur hon eisini verið úti saman við tíðindafólki og fotografi. – Vit hava verið úti ymsastaðni, eitt nú á tíðindafundum, í løgtinginum, í rættinum, har mál hava verið fyri, og vit hava verið úti á kaiuni, tá okkurt hevur verið á vási. Dáma væl at skriva Sara Samson Lamhauge sigur, at ein orsøk til, at hon valdi Miðlahúsið, er, at henni dámar væl at skriva. – Eg kundi væl hugsað mær at verið journalist, og tað er ikki óhugsandi, at eg einaferð í tíðini fari at taka ta útbúgvingina. Men, tað fer tíðin at vísa. Meðan Sara hevur verið í Miðlahúsinum, hevur hon eisini upplivað, hvussu skjótt verður atborið, tá okkurt er á vási. – Hoyra tíðindafólkini brandlúðurin ella lúðurin hjá sjúkrabilinum, verður ringt til løgregluna at spyrja, hvat er á vási, og er okkurt á vási, sum hevur almennan áhuga, fer tað beinanvegin út á In.fo. Á ítróttarskúla Tá Sara Samson Lamhauge verður liðug við 9. flokk í summar, fer hon ikki víðari í 10. flokk. Tá skúlaárið byrjar aftur í heyst, fer hon niður til Danmarkar á ítróttarskúla í eitt ár, og her fer hon at taka fótbóltslinjuna. – Mær dámar ógvuliga væl at spæla fótbólt. Eg havi verið við U15 og U17, har vit eisini vóru í Montenegro síðsta heyst. Nú skal U17-liðið takast út aftur, og vit hava higartil vant einar tvær ferðir, sigur Sara Samson Lamhauge, sum í dag byrjar aftur í Sørvágs skúla eftir spennandi starvsvenjingina í Miðlahúsinum. 15 ára gamla, Sara Samson Lamhauge, sum gongur í 9. flokki í Sørvágs skúla, hevur seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing í Miðlahúsinum - Ein orsøk til, at eg valdi Miðlahúsið, er, at mær dámar væl at skriva, sigur Sara Samson Lamhauge Martin Golightly er 16 ár, býr í Sørvági Hvar ert tú farin í starvsvenjing? Eg eri farin í starvsvenjing hjá Formula, eg fór har tí mær dámar væl at arbeiða við teldum og at repirera ting. Hvat dámar tær har? Tað er sera gott, at vera her. Eg hevði væl tímað at verið her í eina viku afturat. Hevur tú lært nógv? Eg havi lært ræðuliga nógv í tær tvær vikurnar eg havi verið her. Hvat gert tú har? Eg leggji inn teldur og seti tær saman. Eg feilfinni ting í teldunum og koyri tær út aftur til kundarnir Halla F. Selfoss og Marjun Tonysdóttir 15 ára gamlar, frá Sørvági. Hvar eru tit farnar í starvsvenjing og hví? Vit eru farnar í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum, vit eru farin á Lanssjúkrahúsið tí vit hildu tað ljóðaði spennandi og vit vilja hava eina útbúgving sum læknar. Hvat dámar tykkum har? Okkum dámar sera væl, tað hevur verið sera spennandi og stuttuligt, og øll starvsfólkini eru sera fitt og vinarlig. Hvat gera tit? Vit hava verið runt i øllum sjúkurahúsinum, onkuntið sæð skurðviðgerðir, og onkuntíð bara lurta, og nógv annað ymiskt. Eva F. Selfoss og Petra Jansdóttir, 15 ár, búgva í Sørvági. Hvar eru tit farin í starvsvenjing? Vit eru farnar í starvsvenjing hjá Amnesty International Føroya deild. Hvat dámar tykkum har? Vit dáma sera væl at vera her, og eru sera glaðar fyri vit valdu Amnesty International Føroya deild. Hvat gera tit har? Vit hava verið á nógvum fundum. Vit hava vitjað skúlar, har vit spurdu tey ein spurning viðvíkjandi neyðtøku. Eisini gera vit onkrar smærri uppgávur. Hava tit lært nógv? Vit hava lært nógv um neyðtøkur og um samtykki. Eisini hava vit lært um tey rættindi vit hava sum menniskju, og um rættin at ráða yvir okkara egna kroppi. Vit hava eisini fingið meira at vita um upprunan hjá Amnesty. Brandur Hovgaard og Silja Lorenzen 15 og 16 ár, frá Sørvági. Hvar eru tit farin i starvsvenjing og hví har? Vit valdu at fara til Atlantic Airways í starvsvenjing. Vit valdu Atlantic Airways tí okkum hevur altíð dámt flogfør og vit hava áhuga fyri tí. Hava tit lært nogv? Vit havi lært ótrúliga nógv t.d. um flúgvar, tá ið eg var til handling og í hangarinum. Hvat gera tit? Tað er ymiskt. Vit hava arbeitt í Duty free, har vit hava koyrt vøru uppá pláss, og so hava vit verið við til at innskriva fólk og so framvegis. Hvat dámar tykkum har? Vit dáma sera væl at vera her, og vit eru sera glað fyri vit valdu Atlantic Airways. Hava tit lært nógv? Vit hava lært sera nógv um sjúklingar og um sjúkrahúsid og hvat tey gera har, og tað hevur verið sera áhugavert. Okkara praktikantur, Sara, hevur prátað við aðrar praktikantar