mánadagur 7. mars 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 10 • 7. MARS 2016
26
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Eg vil ikki siga, at eg var tikið á bóli, tí eg visti, at her var vakurt, men her er jú avbera vakurt. Náttúran er so
nær, alla staðni tú hyggur, sært tú eina bergtakandi sjón, sigur Maria, prinsessa, um føroysku náttúruna
Fekk gávur frá
autismuflokkinum
H
on hevur vitjað í Føroyum
seinastu dagarnar í samband
við at føroyska autismufelagið
fyllir 25 ár.
Ein mun hevur hon tó merkt í
mun til tá hon vitjar í Danmark. Her í
Føroyum hava fólk alla tíðina gjørt
nógv burtur úr at hon er fronsk.
– Øll tosa við meg á fronskum, í
studentaskúlanum veittra næmingar
við fronskum fløggum og syngja
franskar sangir fyri mær. Her veri eg
sædd sum ein fronsk prinsessa, sigur
hon smílandi.
Hon metir seg hava fingið nógv
burtur úr vitjanini í Føroyum.
– Fyrilestrarnir mikudagin vóru
læruríkir. Tað var sera áhugavert at
hoyra, at teir kanska hava funnið eitt
autistiskt gen. Tað er jú júst í slíkum
smáum samfeløgum sum tí føroyska,
at til ber at gera slíkar kanningar, sigur
Maria, prinsessa.
– Tit eiga heilt víst at vera stotl at,
av tit hava so vælvirkandi autismu
flokkar á miðnámsskúlanum. Tað er
ein týdningarmikil liður í arbeiðinum
at føra tey út í samfelagið. Tey hava
øll teirra evni, teirra dreymar, sum
tey hava víst mær her í dag, sigur
prinsessan.
Á
studentaskúlanum
handaði ein næmingur henni eina
tekning av Kópakonuni. Ein annar vísti
henni sítt handverk og gav prinsessuni
eitt flættað armband við føroysku
(og fronsku) litunum. Prinsessan festi
tað beinanvegin um handliðið. Eisini
sang ein næmingur tveir sangir fyri
prinsessuni og øðrum gestum.
– Hetta er eitt stórt framstig og ein
týdningarmikil viðurkenning av, at øll
hava vit okkara dygdir og sjálvstøðuga
virði. Tað er týdningarmikið fyri tey
sjálvi, at tey fáa eina útbúgving. Tað
er týdningarmikið fyri familjuna, at tey
fáa møguleikan at fáa eitt starv og
eina trygga framtíð. Alt hetta byrjar
við studentaskúlaútbúgvingini, sigur
prinsessan.