Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 10 • 7. MARS 2016 30 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tann 29. februar handaði Nordbil ein nýggjan hýruvogn til Victor Carlsen hýruvognsførara í Havn. Bilurin er ein Skoda Superb Combi 2.0 TDI, 190 HK, DSG við allari hugsandi útgerð sum t.d. oljufýri, panoramataki, dynamiskum fartpiloti, el-setur, el- baklúku o.m.a. Victor Carlsen hevur seinastu nógvu árini havt Skoda Superb til hýruvognskoyringina, og hevur hann bara gott at bera bilunum. - Við slíkari koyring, sum vit hýruvognsførarar hava, er alneyðugt við einum haldgóðum og tryggum bili. Tað týdningarmiklasta er, at kundin ongantíð má verða í iva um trygdina og komfortina. Og fyri okkum hýruvognsførarar, er eisini alneyðugt at vit hava eitt gott arbeiðspláss. Ein av mongu styrkjunum hjá Skoda Superb er, at teir eru avbera rúmligir – bæði á baksetrinum og í viðførisrúminum, sigur Victor Carlsen. 28. apríl fær KRIS vitjan av tveimum donskum sálarfrøðingum, tá tey skipa fyri ráðstevnu um kynsligan ágang. Talan er um Kuno Sørensen, ið arbeið­ir hjá Barnabata í Danmark. Hann er sálarfrøðingur og er nógv nýttur sum viðmerkjari í Danmark, tá kynsligur ágangur móti børnum verður viðgjørdur í miðlunum. Hin er Lars Sørensen, sum er høvuðs­sálarfrøðingur á Psykiatrisk Hospital Nykøbing Sjælland. Hann hevur skrivað bókina Skam, sum viðgerð ta skomm, sum mong teirra, ið hava verið misnýtt liva við. Skommin spælir ein leiklut í øllum sálarligum sjúkum, sigur hann. Umframt teir báðar útlendsku gestir­nar, fara fleiri føroyingar at hava ymiskar fyrilestrar á ráðstevnuni. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í al­manna­málum setir ráðstevnuna, meðan Gvøð­bjørg West og Beinta M. Pedersen úr Kris fara at greiða frá um arbeiðið hjá Kris. Jógvan Philbrow, leiðari í pedagog­felagnum, og Turið Debes Hentze, advokatur, fara at greiða frá tilbúgving og almannahjálp. Umboð fyri kriminal­deildina hjá løgregluni fara at greiða frá sínum arbeiði. Katrin Kallsberg, jarðar­móðir, fer at greiða frá, hvussu kynsligur ágangur ávirkar kvinnur, ið eru við barn og eftir føðing. Eisini fara sonevndir yvirlivarar, tey, ið eru kynsliga misnýtt, at siga sína søgu og greiða frá, hvussu tað er at liva við seinárinum.  Ráðstevnan verður í Norður­landa­ húsin­um 28. apríl. Felagsskapurin KRIS veitir tilboð um hjálp til persónar, ið stríðast við seinárin av kynsligum ágangi. Seinasta árið er talið á teimum, sum venda sær til KRIS nógv økt. Nýggjur Superb til Victor Carlsen KRIS skipar fyri ráðstevnu Saman við bilinum fekk Victor Carlsen blómur og øll góð ynskir handað frá Frits Dam Jacobsen frá Nordbil 28. apríl fær KRIS vitjan av tveimum donskum sálarfrøðingum, tá tey skipa fyri ráðstevnu um kynsligan ágang