Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29 MIKUDAGSBLAÐIÐ Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í gjár var altjóða kvinnudagur 8. mars. Viðhvørt verður nógv gjørt burt­ur úr hesum degi, og viðhvørt verður minni gjørt. Dagurin hevur ver­ið hild­in í meira enn 100 ár, so um tað var dagurin sjálvur, sum loysti allar trupulleikar sum hava við javnstøðu millum kynini at gera, so átti hesin trupulleiki langt síð­ani at verið loystur. Men so er ikki. Ein dagur loysir sjálv­andi ongar trupulleikar. Men tá vit halda ein slík­an dag, so er tað fyri at varpa ljós á tann trupulleika, sum er á hesum øki. 100 ár er long tíð. Men eyðsæð er, at ilt er læra gamlan hund uppi at sita. Javn­støðu­mál­ið hev­ur volt nógv­ar trup­ul­leik­ar – ser­liga í pol­ it­isku skip­an­in. Í dag verður hildið nát­úr­ligt at siga, at tú ert fyri, at kvinn­ur hava sama rætt sum menn – eis­ini til dømis at verða valdar á ting. Men soleiðis hevur ikki altíð ver­ ið. Tey sum til dømis stríddust fyri at fáa javnstøðulógina samtykta vórðu løgd undir bæði eitt og annað, tí tað var bæði illavorðið og ógudiligt soleiðis at trýsta kvinnur fram í sam­fel­ag­num, og ofta ímóti teirra egna vilja. Tey meira raffineraðu, sum eru og vóru ímóti tvungnari javnstøðu plagdu at siga, at vit skulu finna bestu tallent­ini og ikki hyggja eftir kyn­inum. Og bestu tallentini høvdu sum oftast menn, varð hildið. Her er eisini vend komin í, síðani javn­støðu­lóg­in varð sam­tykt fyri 22 ár­um síð­ani. Tí er kjakið um, hvørt vit skulu hava javnstøðuóg ella ikki, tagn­að. Nú tosa vit heldur um sjálv­ an trup­ul­leikan. Í ár eru 100 ár síðani, at kvinnur í Før­oyum fingu atkvøðu­rætt til løg­ ting­ið. Fyri 107 árum síðani fingu tær at­kvøð­u­rætt til kommunuval, og til rús­drekka­at­kvøð­u­greiðsl­una í 1907 fingu tær eisini atkvøðurætt. Og tað hevði ávirkan við brestin, tí tá fingu vit rús­drekka­for­boð. Tað vóru menn, sum høvdu stór­ar rús­drekka­trup­ul­ leik­ar­nar. Og tá kvinn­ur­nar á fyrsta sinni atkvøddu til løg­tings­val í 1918 misti Sam­bands­flokk­urin fyri fyrstu ferð meirilutan á tingi. So tær høvdu eisini ávirkan tá – tó at bæði próst­ur og amtmaður, sum vóru fast­ir lim­ir í tinginum tá hildu við Sam­bands­ flokk­i­num. Frá tí at kvinnur fingu valrætt og til fyrsta kvinnan skuldi veljast, gingu 68 ár. Javn­støða hev­ur ong­ an­tíð ver­ið á tingi, tó at býtið síðstu árini hev­ur verið javnari. Í fjør fingu vit fyri fyrstu ferð javnstøðu í lands­ stýr­i­num, so framstig eru hend. Men enn eru vit ikki komin har­ til, at javnstøða er ein nátúrligur part­ur. Enn er tað soleiðis, at menn mugu lata vald, fyri at kvinnur skulu fáa vald. Tá tað er vorðið nátúrligt, at kvinn­ur hava sama rætt sum menn, tá kunnu vit ekkaleys avtaka javnstøðulógina aftur. Tá kvinnur fingu valrætt, misti Sambandið meirilutan JAVNSTØÐULÓGIN ER ÓNEYÐUG Út­ búgving og vælferð TÍÐARGREIN SÍÐA 18 So sleppa vit heldur ikki SÍÐA 19 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Av teimum 25.700 fólkunum, ið vóru arbeiðsvirkin sam­ bært fólka­teljingini frá 11.11. 2011, vóru tað 6.500 kvinnur og 2.300 menn, ið arbeiddu nið­ ur­setta tíð, t.v.s. færri enn 35 tímar um vikuna. Av hes­um kvinnum vóru tað um 1.550, ið arbeiddu færri enn 15 tímar um vikuna, og av monnunum um 890. Lutfalsliga arbeiddu 55,2% av kvinn­unum og 16,6% av monnunum niðursetta tíð. Arbeiðsvikutímatalið broyt­ist nógv eftir aldri á fólki. Av teimum yngstu 15-19 ára gomlu eru nógv flest, ið ar­ beiða færri enn 15 tímar, men longu frá 20-24 ára aldri ar­ beiða nógv flest fulla tíð. Tal­ ið av teimum, ið arbeiða fulla tíð, veksur heilt upp til 50 ára aldur, og minkar so aftur líðandi, men enn í ald­urs­bólkinum 6 5 - 6 9 ár eru flest, i ð arbeiða fulla tíð. Tal­ið av teimum, ið arbeiða 16-34 tím­ ar, er minst hjá teim yngstu og so javnstórt í aldr­i­num frá 30 til 64 ár, og mink­ar so aftur hjá teim elstu. Í fólkateljingini vórðu fólk ikki bara spurd, hvussu nógv­ ar tímar tey arbeiddu um vik­ una, men eisini um tíma­talið var passaligt, ella tey kundu ynskt sær at ar­beitt fleiri ella færri tímar. Bæði hjá kvinnum og monn­um søgdu nógv tey flestu, 70-80%, at tímatalið var pass­a­ligt. Men um tey kundu ynskt sær fleiri ella færri tímar, velst sjálvsagt um, hvussu nógv tey arbeiða. Av teim­um umleið 6.500 kvinn­u­num, sum arbeiða nið­ur­setta tíð, vóru 1.333, ið ynsktu fleiri tímar, meðan tað vóru 671 av teim 2.325 monn­ u­num við niðursettari tíð, ið ynsktu fleiri tímar. Av teim 5.258 kvinnunum, ið ar­beiða fulla tíð (tvs. 35 tím­ ar ella fleiri), vóru tað 1.414, ið ynsktu færri tímar, með­an av teimum 11.641 monn­u­num, ið arbeiða fulla tíð, vóru tað eisini nógvir, 1.885, ið ynsktu at arbeiða færri tím­ar um vikuna. Niðursetta tíð: 6.500 kvinnur 2.300 menn Tingfólkini hjá Fólka­flokki­ num, Annika Olsen og Ják­up Mikkelsen, hava lagt upp­ skot fyri tingið um at koyra Heðin Mortensen, Pauli T. Petersen og Kristin Mich­el­ sen úr løgtinginum. Tað gera tey við at leggja sama uppskot, sum Annika Ol­sen sum landsstýriskvinna í komm­unu­málum legði fram í fjør. Endmálið er, at borg­ar­ stjór­ar í fulltíðar starvi skulu ikki kunna sita í løg­tingi­ num. Tí mugu Heðin Mort­ ensen, borgarstjóri í Havn, Kristin Michelsen, borg­ar­ stjóri á Tvøroyri og Pauli T. Pet­er­sen, borgarstjóri í Vest­ manna, velja, um teir vilja sita í løgtinginum ella í borg­ar­ stjóra­starv­inum. Grein 2 í uppskotinum hjá Anniku Olsen og Jákup Mikk­ elsen kundi bent á, at tey hava verið í so íðin eftir, at hetta uppskotið skal raka hes­ar tríggjar navngivnu borg­ar­ stjór­ar­nar beinleiðis. Tí í grein 2 stendur: »Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn­gjørd.« Soleiðis arbeiðir Føroya Løg­ting ikki. Viðurskiftini hjá ting­fólki hava altíð fyrstu rað­festing. Skuldi eitt upp­ skot kom­ið á ting, sum ger við­ur­skifti hjá tingfólki verri, so verð­ur upp­skotið ikki sett í gildi fyrr enn eftir næsta løg­ tings­val. Hinvegin. Kemur eitt upp­ skot fram, sum bøtir um við­ ur­skift­ini hjá tingfólki, so verð­ur tað sett í gildi alt fyri eitt. Óskrivaða reglan hjá ting­ fólki er, at tey gera einki, sum ger lønar- ella setan­ar­við­ur­ skift­ini hjá tingfólki verri So Kristin, Heðin og Pauli! Takið tað púra róligt. Hatta uppskotið hevur ongan kjans. ANNIKA OG JÁKUP: Vilja koyra Heðin, Kristin og Paula úr tinginum Kristin Michelsen, Heðin Mortensen og Pauli T. Petersen hava ov stórt vald sam­bært Fólka­- flokk­i­num. Tí skal valdið hjá teimum skerjast alt fyri eitt. Men ting­fólk verja altíð tingfólk, so teir missa ongan sess hesumegn valið