Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Eftir at atgongumerkini til lands­dystirnar nú í nøkur ár hava havt fastan prís á 100 krónur, líkamikið hvar tú situr ella hvat mótstøðuliðið er, hevur FSF nú valt at broyta prísskipanina. Úrs­ litið verður ein dýrkan fyri tey allar flestu, og um tú skalt keypa atgongumerki til alla familjuna, er munurin rætt­iliga stórur. Meðan bíligastu plássini enn fara at kosta 100 krónur, so eru tað einans tey, sum ein kann kalla vána­ligastu pláss­ini um leik­vøllin, nevn­ iliga aftur móti bak­linj­uni og áraka 16-meturin. Hini áskoð­ara­pláss­ini, nærri mið­linj­uni, dýrka øll í prísi. Og tá mót­støðuliðið er eitt av teim­um heilt stóru, so sum Portugal, sum kemur á vitjan 10. oktobur, fer bílig­ asta bilettin at kosta 150 krón­ur. Dýr­asta billettin til tann dystin fer at kosta 300 krón­ur. Virgar Hvidbro, aðal­skriv­ ari í FSF, sigur, at hóast tað sum so riggaði væl at hava ein fastan og flatan prís fyri at­gongumerkini til lands­ dystirnar, so eru prís­broyt­ ingar­nar ein av­leið­ing av út­boð­num og eftir­spurning­ inum. – Øll hava enn ráð at taka øll við, og vit hava varðveitt bíligastu prísirnar, sigur hann. Hyggja til umheimin Prísbroytingin hevur sín upp­runa í londunum rund­an um okkum. FSF hevur hugt at, hvussu at­gongu­merkja­ sølan fer fram aðrastaðni, og hev­ur nú valt at leggja seg á sama leist. Tí verða áskoð­ ara­pláss­ini nú flokkaði í tríggj­ar bólkar við trimum ymisk­um kostnaðarstøðum, meðan dystirnir eisini verða flokkaðir. Tað fer at kosta meir at síggja størstu stjørn­ ur­nar. – Vit royndu hesa skipan­ ina undan jólum, tá vit seldu árskortini, og tey ruku und­ an eftir stuttari løtu. Tá sóu vit eisini, at sølan í ymisku prís­flokkunum var nokk so jøvn. Nøkur keyptu dýrastu, nøkur tey bíligastu og onnur tey mittastu, tó at dýrastu pláss­ini vóru útseld eitt sind­ ur fyrr enn hini, sigur Virgar Hvidbro. Júst av hesi orsøk heldur FSF, at hendan leiðin man vera ein gongd leið. – Um hugt verður eftir, hvussu sølan gekk tá, so halda vit, at vit hava lagt kostn­aðar­støðið í eina góða legu og als ikki ov høgt. Øll skulu enn føla, at tey hava ráð at koma, sigur hann. Áskoðarainntøkur til lands­dystirnar svara einans til 3 prosent av inntøkunum hjá FSF, sum seinni árini hev­ ur havt góð fíggjarúrslit at vísa til. Tað er tí ikki av neyð, at prísirnir nú hækkað. – Ein stórur trupulleiki hjá okkum hevur verið, at so nógv atgongumerki eru seld á svarta marknaðinum. Vit vóna, at hetta fer at bøta um tann trupulleikan, sigur Virgar Hvidbro. Umframt at broyta prísleguna, kann ein nú einans keypa fimm at­gongu­merki fyri hvørja bílegg­ing. Lurta eftir brúkarunum – Brúkarakanningarnar, sum vit hava gjørt, hava víst, at nógv hava gramt seg um, at tey eru til nærum allar dyst­ ir­nar, men tá so ein stór­dyst­ ur kemur, so er ógjør­ligt hjá teimum at fáa atgongu­merki. Tì valdu vit at selja árs­kort, sum hava verið væl um­tókt. Í londunum um okkum er eis­ ini sera van­ligt, bæði við árs­ kort­um og pakka­sølu, sigur Virgar Hvidbro. Eini 480 atgongumerki, ella 10 prosent av sitipláss­ unum, eru seld sum árskort. 1.000 afturat vóru seld í pakka­søluni mánadagin, har tú kundi keypa eitt at­ gongu­merki til dystin móti Ungarn og eitt móti Portugal saman. Seinni verður restin av atgongumerkjunum, sum Virgar Hvidbro metir eru um 1.000 afturat, seld í einkult­ sølu. Størstu dystirnir fara eis­ ini at vera dýrari framyvir. Í hesi undankappingini er dyst­urin móti Portugal flokk­aður sum einasti dýrari dyst­urin. Bíligastu atgongu­ merk­ini til hendan dystin kosta 150 krónur, dýrastu 300 krónur. – Eg trúgvi ikki, vit nakran­tíð hava upplivað slíkan áhuga fyri einum lands­dysti, síðani altjóða lut­tøkan hjá Føroyum byrj­ aði. Fólk seta seg alla tíðina í sam­band við FSF við spurn­ ing­um um hendan dystin, og eg ivist ikki í, at dysturin kundi verið útseldur tvær ferð­ir, sigur Virgar Hvidbro. Stuðlarnir rinda meir Nógvar atfinningar hava verið um atgongumerkini, sum stuðlarnir hjá FSF fáa. Virgar Hvidbro sigur, at FSF ger eina roynd at tryggja, at øll setr­ini ferða fylt, men teir kunnu hóast alt ikki bera fólk á Tórsvøll. – Fyri okkara gestir, so­ nevndu FSF-gestirnar, so fáa teir eina innbjóðing, men mugu síðani boða frá, um teir koma ella ikki. Atgongu­ merkini hjá øðrum stuðlum fáa vit ikki gjørt so nógv við sjálvir, men tað skal so sig­ast, at teir rinda meiri fyri tey pláss­ini, enn vanligi áskoðar­ in ger. Virgar Hvidbro heldur tó, at spurningurin um at­gongu­ merkjaprísin er eitt tvíeggjað svørð. – Vit eiga eisini at spyrja okkum, um kanska 100 krón­ ur eru ov lítið. Er virð­ingin fyri atgongu­rmerk­inum ov lítil? Tá tað regnar og úrs­lit­ ini í seinastuni kanska ikki hava verið so góð, ella okkurt annað fellur sama dag, sum konfirmatión, er tað tá ov lætt at seta landsdystin til viks, spyr Virgar Hvidbro. Hann skilir tó, at fólk ilsk­ast, um tey hava keypt at­gongu­merkini svart og kanska goldið 400 krónur. Tá tey so sita á vestaru síðu, und­ir opnum himli og tað regn­ar og síggja beint yvir á eystaru síðu, har fleiri tóm setur eru undir taki, tí onkur, sum hev­ur fingið plássini ókeyp­is, ikki eru møttur. Hann váttar tó, at tað ikki verður aktuelt aftur í bræði at selja størri nøgdir av at­ gongu­merkjum til ávísar fyri­tøkur. – Tað var ein tíð, tá tað komu 2.000 fólk til landsdyst. Tá var tað fantastiskt, at ein fyritøka brádliga vildi keypa eina stóra nøgd av at­ gongu­merkjum. So broytt­ ust úrslitini og áhugin vaks, men tá høvdu vit longu gjørt eina avtalu við fyritøkuna og vildu ikki bróta hana. Hetta verður tó ikki gjørt aftur, í tí støðu sum vit eru í nú, sigur hann. – Tað er jú fantastiskt, at 10 prosent av fólkinum møta til landsdyst og enn fleiri kundu hugsað sær, men tað eru sjálvandi upp- og niður­gangstíðir fyri lands­ liðs­áhuganum, so vit fáa at síggja hvussu tað verður fram­yvir, bæði viðvíkjandi prísi og øðrum, sigur Virgar Hvidbro. Eingin ivi er tó um, at áhug­in enn er ovur­honds stór­ur. Tey 1000 at­gongu­ merk­ini, sum vóru sett til sølu seinna­partin mána­dag­ in til dystirnar móti Ungarn og Portugal, ruku eftir lítl­ari løtu. Sambært FSF vóru tey út­seld eftir lítlum hálv­um tíma. So okkurt bend­ir á, at flestu før­oy­ingar glaðir rinda økta kostn­aðin, um ikki ann­að, so fyri at tryggja sær møgu­leikan at síggja Cristiano Ronaldo á Tórs­ vølli. danjal@sosialurin.fo TRÍGGJAR FERÐIR SO DÝRT AT SÍGGJA RONALDO Bíligasta bilettin til dystin á Tórsvølli móti Portugal kostar 150 krónur. Dýrasta fer at kosta 300 krónur ATGONGUMERKI Á TÓRSVØLLI RONALDO Tað verður tríggjar ferðir so dýrt, at síggja ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum, Cristiano Ronaldo og Portugal á Tórsvølli 10. oktobur – Øll hava enn ráð at taka øll við, og vit hava varðveitt bíligastu prísirnar, sigur Virgar Hvidbro, aðal­skriv­ari í FSF Mynd: Álvur Haraldsen