týsdagur 8. mars 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Birgith Lassen
Tvær gentur frá Skúlanum á
Fløtum vunnu SkúlaFM í ár.
Tær vilja reinsa havbotnin
við einum lítlum tindadjóri.
– Tá eg havi verið á floti
við pápa mínum, er tað kom
ið fyri, at vit hava fingið
trælsrass á línuna, og pápi mín
hevur fortalt mær um egin
leikarnar hjá hesum djórinum,
svarar Sólvá Magnadóttir, tá
hon verður spurd, hvussu hon
kom fram á tað hugskotið,
sum fór við sigrinum til ársins
SkúlaFM. Ein kapping sum
Íverksetanarhúsið skipar fyri.
Undir
virkisnavninum
Ocean Clean, hevur hon
saman við Sunnvá Midjord
Mikkelsen ment eitt hugskot,
sum alivinnan hevur tikið
sera væl í móti. Tær báðar
15-ára gomlu genturnar vilja
reinsa havbotnin við einum
lítlum tindadjóri sum livir í
sjónum.
Trælsrass er eitt lítið runt
tindadjór sum altso livir á
havsins botni. Djórið etur lív
frøðilig evni og umger tað til
súrevni, ið sum kunnugt er
ein trotvøra á havsins botni.
Búra djórini inni
Hugskotið er at byggja eitt
búr undir aliringinum, har
trælsrassini skulu liva í. So
hvørt sum restirnar úr ali
ringinum fella niður, etur
trælsrassin tað, og umger tað
til súrevni.
– Upp á henda mátan
fáa vit bæði reinsað hav
botnin og skapt meiri súr
evni, sigur tann unga íverk
setanargentan.
Tær báðar Sunnvá Mid
jord Mikkelsen og Sólvá
Magnadóttir hava arbeitt
leingi við hesi verkætlan, og
tær hava verið í samband
við
bæði
serfrøðingar,
granskarar, alifyritøkur og
patentfyritøkur. Tær hava
kannað hetta hugskotið væl
og virðiliga, og higartil sær
tað út til at halda vatn.
– Serfrøðingar, granskarar
og fyritøkur eru ordiliga
áhugaði í okkara hugskoti,
og
ein
patentfyritøka
í
Danmark hevur tryggjað
okkum, at eingin annar
hevur
funnið
upp
á
hetta áðrenn, sigur Sólvá
Magnadóttir.
Tær
ungu
genturnar
hava verið í samband við
alifyritøkurnar
Hidden
fjord og Marine Harvest,
og fyritøkurnar vísa báðar
stóran áhuga fyri hugskot
inum.
Stóran áhuga
fyri sjónum
Men hvat fær tvær 15-ára
gamlar gentur at brúka tíð
upp á alivinnuna, sum ann
ars er dominerað av trøll
vaksum monnum?
– Eg haldi, at øll í Føroyum
hava áhuga fyri alivinnuni,
tí hon er ein so kempistórur
partur av okkara búskapi.
Men tá vit hava hoyrt
tey
vaksnu
tosa
um
trupulleikarnar í alivinnuni,
er áhugin hjá okkum av
álvara uppstaðin, sigur Sólvá
Magnadóttir, sum kennur
nógv sum arbeiða við og á
sjónum.
Hon sigur, at tær báðar
tvær hopa upp á eina framtíð
í alivinnuni.
Arbeiða víðari við
hugskotinum
Umframt at hava fingið heið
urin at vera besta íverkset
anarhugskot millum fólka
skúlanæminar,
hava
tær
báðar vunnið trý gávukort
áljóðandi 7000 krónur til
samans.
– Fyrst og fremst fara vit
út at eta saman við lærar
anum hjá okkum, sum hevur
verið ein stór hjálp. Restina
av pengunum seta vit inn á
eina kontu, og so mugu vit
taka støðu til, hvat vit skulu
brúka pengarnar til, sigur
Sólvá Magnadóttir.
Hon vísir ikki aftur, at
pengarnir fara til at menna
hetta hugskotið enn meiri.
– Enn er hugskotið á
óítøkiligum støði, men um
vit fara víðari við hesum,
fáa vit nokk tørv á nøkrum
krónum at arbeiða við, sigur
hon flennandi.
Rós frá dómsnevndini
Salurin í Norðurlandahúsin
um var fullsettur fríggjadag
fyrrapart, tá vinnarin av
SkúlaFM 2016 skuldi kunn
gerast.
Tá
dómsnevndin
skuldi grundgeva fyri síni
avgerð, var eingin ivi um, hví
júst hesar báðar genturnar
vunnu.
– Fyritøkan er eitt gjøg
numbrot innan havbotna
reinsan. Umframt at reinsa
undir og rundanum alibrúki
við at nýta trælsrass, vil
fyritøkan eisini selja djórini
aftaná, segði ein samd dóms
nevndin.
Ætlanin
er
at
selja
trælsrassini í Asia, tá djórini
eru liðug at eta restir undan
alibrúkunum. Í Fjareystri
er trælsrassa nevniliga ein
delikatessa.
Enn hava tær báðar í
Ocean Clean tó ikki troystað
sær at smakka upp á delika
tessuna.
TÆR ERU
15 ÁR OG
VILJA REINSA
HAVBOTNIN
SKÚLA-FM
Mynd: Ingi Sørensen