týsdagur 8. mars 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
10
Sosialurin
NØVN
Góða Tóra!
Tann 10. mars hevði tú fylt 18
ár, staðið í blóma við øllum ung
dómsins møguleikum fyri framm
an. Vinaløg, útbúgving, forelskilsi,
arbeiði,
útheimur.
Giftarmál
kanska og børn eisini.
Um lívið hevði lagað seg so.
Tú hevði helst fingið eina út
búgving í onkrum kreativum,
kanska í leirlist. Vit gummur
fingu smakkin av tínum serligu
handaligu evnum. Í fleiri ár fingu
vit jólagávur frá tær, altið okkurt
forvitnisligt, sum tínar hendur
høvdu skapt. Gávan frá tær í fjør
var onki undantak: ein vakur, høgur
bikarljósastaki, sum sær út, sum er
hann flættaður úr greinum – hann
hevur tú gjørt hjá Guðrið í Leirlist í
Havn. Nú hevur ljósastakin fingið
sítt heiðurspláss í stovuni, stendur
á ovastu hill á eini bókreól, so ikki
kettan kemur undir hann av óvart,
og hann brotnar.
Næstan øll rúmini í húsinum
bera boð um teg, Tóra. Á einum
veggi henda deiliga myndin av
tær á fermingardegnum. Tú ert so
vøkur, mestsum dansar á bønum
uttan fyri hjá tykkum Undir Foss
um. Hvítur kjóli og eitt hvítt sjal,
sum fýkur í lotinum og eitt smíl á
varrunum.
Tú sært so frísk út, og vit vóru
øll so glað henda dagin, tí vit høvdu
mangan ivast í, um tú mundi fara at
røkka fermingaraldri.
Vit hildu, at tú vart frísk! Tú
sást so frísk út. Tá vistu vit ikki, at
sjúkan longu var farin at gera um
seg aftur. Afturaftur. Tað vistu vit
nakrar vikur seinni.
Tá vistu vit ikki, at tey komandi
trý árini í tínum lívi skuldu verða
merkt av ringari sjúku, at tú gjørd
ist avlamin eftir skurðviðgerð
sama summarið, at tú við einum
ótrúligum tolni og treiskni vandi
teg upp aftur, so at tú vart før fyri
at ganga trappurnar sjálv, tá ið tit
komu heim aftur móti jólum.
Tú vart so spent at byrja á
Húsarhaldsskúlanum eftir summ
arfrítiðina og gleddi teg til nýggjar
avbjóðingar, at flyta heimanífrá,
fáa nýggjar vinir í nýggjum um
hvørvi.
Tú ert í gongd við okkurt alla
tíðina, gløgg, tolin og treisk. Tú
bindur, seymar, málar, broderar,
bakar og pyntar. Tú tekst altíð
við okkurt til hendurnar, okkurt
kreativt. Tá ið tú skuldi í brúdleyp
í Suðuroy, komst tú til Hósvíkar at
seyma ein flottan kjóla, tyll oman á
tyll í nógvum løgum og breitt belti
um miðjuna. Tú vart so móð, so
móð og mátti leggja teg viðhvørt,
men tolin og treisk. Og fín, tá ið tú
fórt í brúdleyp, tann fínasta tann
dagin, giti eg.
Innan í tær skein ljósið. Viðhvørt
var ljósið so bjart, at tað skygdi um
alt andlitið á tær. Góðasta Tóra,
blíða barnið.
Eingin grunar, hvussu nógv tú
hevur fylt í okkara lívi.
Og hvussu glaðar vit eru fyri tað.
Hvíl í friði góða Tóra
Gummurnar
Jóhanna og Sonja
Minningarorð um
Magnus S. Magnussen í Vági
Vegna tess at eg havi verið sjúk,
kann eg ikki koma suður, so eg havi
her skrivað nakrar reglur ístaðin
sum minni um teg:
Vit vuksu upp í Vági sum børn.
Tríggir beiggjar og eg var næstan
sum ein systur hjá teimum.
Tá mamma var í fiski, var eg hjá
Inger mostur – eisini var eg hjá Fíu
mostur ella úti í Toftum hjá fastir
og ommuni.
Ja, og kærleika manglaði mær
ikki. Tað gav at bíta einaferð í skúl
anum, tá lærarin spurdi um okkurt,
og Niels Julian svaraði, at teir vóru
tríggir beiggar og ein systir.
– Ná, segði lærarin, Einar Skaal
um, ja hon búði norðanfyri, tað var
altso eg, ja eitt sovorðið pláss átti eg
í teirra hjarta.
Men Magnus góði, tú kom jú
aftaná, so eg var nokk sum eitt barn
av teirra húsi. Ja, tá eg skal skriva
nakað um tey har suðuri, so havi eg
bara gott at minnast til ta tíð.
Fía mostir fekk tvillingar, og
annar kom í eina kommodoskuffu,
soleiðis var tíðin tá, tað bar nú eis
ini til.
Har kom eg eisini nógv sum
barn. Hesi seinnu árini eri eg jú
bara komin onkran túr at ferðast,
og tað hevur altíð verið gott at
koma aftur, og hjá mær er tað nokk
sum hjá so mongum – einaferð
suðuroyingur altíð suðuroyingur.
Tað eftirmæli eg vil geva tær er
bara alt gott, erligt og redeligt frá
topp til tá, tú hevði tína meining,
tað fór eingin skeivur av tær. Tey
menniskjuni kanska vera ikki altíð
so væl forstaðin, øll vistu hvar tey
høvdu teg.
Tað untist okkum norðanfyri
nakrar ferðir at koma at vitja teg, ja,
tá var gleðin stór, og tá tey nevndu
mítt navn, græt tú. Mundi tað ikki
vera av kærleika? Nú er stríðið
útstrítt, og tú ert komin heim og
skal síggja øll tey kæru aftur.
Heilsan við sálma 1:
Torleif og Nicolina
»Og du bered os Herre krist
at vente
den store morgen da du vist
vil hente
fra tåredalen og fra fordekvalen
mig hjem til Himmerig
til fryde salen«
Tøkk
Tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá ið kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Nancy Hammer
Hvalba
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Jens Mortan Mortensen, prest, fyri góð og
troystarrík orð á kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til
sangarar, dekn, klokkara og urguleikara. Tøkk til
starvsfólkini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheiminum.
Tøkk øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Finnbogi, Sunneva, Elis, Róðin, Michael og Sigrid
sos.fo
Minningarorð um
Tóru Matras Tummasardóttir
10.03 1998 - 13.09.2015