týsdagur 8. mars 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 9. mars 2016 · Nr. 29
STØRV
35 ára gamla Beinta B.
Nolsøe er sett í starv sum
fíggjarleiðari í P/F Bila
søluni. Beinta B. Nolsøe er
bankalærd og hevur starv
ast í Bank Nordik síðani
hon fyri 15 árum síðani fór
í læru har. Seinastu átta ár
ini hevur hon arbeitt sum
vinnukundaráðgevi
hjá
Bank Nordik.
Umframt úbúgvingina
frá bankanum hevur hon
tikið HD í roknskapi og
økonomistýring.
Hetta
hevur
hon
tikið
sum
sjálvlestur
við
Aarhus
Universitet,
gjøgnum
Handilsskúlan.
Beinta B. Nolsøe byrjaði
í nýggja starvinum 1. mars.
– Hetta er heilt annar
leiðis enn bankalívið, tí
nú siti eg jú hinumegin
borðið. Tað er eisini sera
spennandi og avbjóðandi
at sleppa at royna nýggjar
avbjóðingar og nýta mína
HD-útbúgvingin til fulnar,
sigur hon
Gunnar
Justinussen
yvirtók virksemi í P/F
Bilasøluni fyri einum góð
um ári síðani. Starvið sum
fíggjarleiðari er eitt nýtt
starv, og hetta merkir eis
ini
arbeiðsuppgávurnar
hjá Beintu B. Nolsøe.
– Eg skal í ávísan mun
mynda mítt egna starv og
seta nýggjar mannagongd
ir í gongd, tí eingin fíggjar
leiðari hevur verið áðr
enn. Her er úr at gera, vit
selja nógvar bilar og nógv
ymisk merki, so eg havi
nokk at gera, sigur Beinta
B. Nolsøe.
Bergur Thomsen er 32 ára
gamal og er búsitandi í
Hoyvík. Hann hevur hevur
seinastu 11 árini arbeitt við
sølu og marknaðarføring,
harav seinastu 7 árini í
ferðavinnuni, millum ann
að í 62 norður og Alpha
Travel.
Bergur
Thomsen
er
giftur við Lailu Thomsen,
og saman eiga tey Rebekku,
sum er 2 ár. Í frítíðini er
Bergur nógv saman við
familjuni,
og
tá
hann
ikki rennur eftir dóttrini,
rennur hann eftir leðurkúl
uni til innandura fótbólt.
1. mars byrjaði Eva Skeel
Nolsøe sum HR-ráðgevi hjá
Føroya Tele. Hon er 31 ára
gomul, er gift og hevur tvey
børn, og hevur búð niðri
seinastu 10 árini. Áðrenn
hon flutti niður at lesa, var
hon kundaráðgevi hjá Eik
banka.
Hon er komin til Føroya,
men maðurin og børnini
eru fyribils eftir niðri.
– Yngsti sonurin kemur
til Føroya á páskum, men
tann eldri vil ikki skifta
skúla mitt í skúlaárinum.
Maðurin er knýttur at
CBS og undirvísir har, so
teir báðir flyta til Føroya
í summar, sigur Eva Skeel
Nolsøe.
– Føroya Tele er ein
fantastiska spennandi fyri
tøka. Her hendir nógv og
her eru so nógvir ymiskir
fakbólkar og nógv starvs
fólk. Tað er sera stuttligt,
at sleppa at arbeiða við
eini so fjølbroyttari palett
av fólkum og vera knýtt
at eini so stórari fyritøku,
sigur Eva Skeel Nolsøe.
post@sosialurin.fo
NÝGGJ Í STARVI
NÝSETT STARVSFÓLK
Beinta B. Nolsøe sett í starv
sum fíggjarleiðari í Bilasøluni
Bergur Thomsen nýggjur
samskipari á Sansum
Eva HR-ráðgevi hjá Føroya Tele
SØLA AV TEKNISKUM
VØRUM Í FØROYUM
Tekniskt kompetentur seljari
Vit leita eftir einum tekniskt kompetentum sølufólki
til deild okkara í Tórshavn. Fakliga bakgrundin
kann til dømis vera sum elektrikari ella líknandi
tekn iskt øki. Gott er við royndum innan sølu úr
líkn andi vinnu. Tað er somuleiðis ein fyrimunur,
um tú hevur kunnleika til CRM og SAP, men tað er
tó ikki eitt krav.
Vit hava nógvar uppgávur, og tí er tað umráðandi,
at tú trívist í einum hendingaríkum umhvørvi við
nógvum broytingum, har vit tó eisini leggja stóran
dent á trivnaðin. Millum arbeiðsuppgávurnar eru
eitt nú:
■ Søla og handfaran av viðskiftafólki – fyrst og
fremst umvegis telefon og teldupost
■ Veitan av tilboðum til fastar kundar
■ Taka lut í virksemi vent móti viðskiftafólki
■ Viðvirka til at optimera lønsemi og vøksturin hjá
Lemvigh-Müller
■ Viðvirka til at Lemvigh-Müller verður
samstarvsfelagin, sum kundin velur fyrst
Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum
í Føroyum, men tað er sjálvsagt eisini eitt
umfatandi samstarv við starvsfelagar í Danmark.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og lønin er eftir
avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Peter Lund
Kofod, stjóra, á tlf. +298 281155 ella umvegis
teldupost á pelk@lemu.fo
Vit gleða okkum at fáa umsókn tína á pelk@lemu.
fo - ella umvegis vanligan post til:
Lemvigh-Müller P/F
R. C. Effersøesgøta 10
Postboks 1379
FO-110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 23. mars, og starvið
verður sett skjótast gjørligt.
Meiri kunning um fyritøkuna og
okkara vørur síggjast á www.lemu.fo
Sølufólk