Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 11. mars 2016 Taktikkur er komin í málið um at loyva samkyndum at giftast Bíðað verður í spenningi eftir álitunum úr løg­tings­ins trivnaðarnevnd og rættarnevnd. Tað er uppskotið um at loyva samkyndum at gifta­st borgarliga, sum fyllir nógv í pol­it­ isku skipanini. Tað er einki at ivast í, at føroyska sam­fel­ ag­ið – og politiska skipanin – er komin har til, at klárt er hjá einum meirluta á tingi at samtykkja lógina. Men hóast tað væl ber til at telja upp um 17 fólk, sum taka und­ir við lóg­ar­upp­skot­i­num, sum tær fýra ting­kvinn­ ur­nar løgdu fram – eftir at Sonja Jógv­ans­ dótt­ir upp á tross trýstið málið fram – júst sum sam­gongan hevði skipað seg. Sonja Jógvansdóttir fór úr Javn­að­ar­ flokk­i­num, áðrenn málið varð borið í tingið. Tí er talan ikki um eitt samgongumál, og løg­mað­ur og landsstýrið eiga ongan lut í upp­skotinum. Sonja Jógvansdóttir og hinar tríggj­ar hava tí einki krav ímóti nøkrum um at taka undir við upp­skot­inum. Tað tykist greitt, at øll í Tjóðveldi taka und­ir við tí, eins og Framsókn. Í Javnaðarflokkinum er eitt sindur ó­greitt um øll eru fyri. Men skuldi onkur í Javnaðarflokkinum takk­að Sonju fyri seinast og atkvøtt í móti – ella kanska ikki atkvøtt, so er kanska hjálp at heinta í andstøðuni. Miðflokkurin er ímóti, og Fólkaflokkurin hev­ur boðað frá, at øll í flokkinum eru í­móti. Tó hevur Annika Olsen av løgtingsins røð­ ara­palli boðað frá, at hon tekur undir við upp­skot­i­num og fer at atkvøða fyri. Men hon hev­ur snar­að runt á politiska pallinum fleiri ferð­ir síðani tá. Hon hevur bæði boð­að frá, at hon er ímóti og at hon er fyri. Tað síðsta, hon hevur sagt er, at hon ikki vil siga, hvat hon meinar. So hon hevur rættiliga garderað seg. Magni Laksafoss í Sambandsflokkinum hev­ur eisini boðað frá, at hann atkvøður fyri. Bæði Edmund Joensen og Kaj Leo Holm Jo­ hannesen hava fyrr sagt seg verið fyri. Tí er skjótt at staðfesta, at meiriluti er í løg­tingi­num fyri uppskotinum. Men tað er ikki tað sama sum, at uppskotið verð­ur sam­ tykt. Tað eru fýra kvinnur sum eiga upp­skot­ ið. Andstøðan kann brúka mál­ið at kroysta samgonguna – og onkur í Javn­að­ar­flokk­i­ num at revsa Sonju Jógv­ans­dótt­ir. Tí kann mál­ið fella í ber­um taktikki. Men verð­ur tað ikki sam­tykt nú, so verð­ur tað næstu ferð. Tí samtykt verð­ur tað. Birgar Johannesen fer at seta á stovn eitt býarsavn í Havn Skjótt fær Havnin sítt egna býarsavn, men tað verður ikki sum eitt kommunalt tiltak, tí tað eru privatpersónar, ið standa aftanfyri. Sigur tú býarsavn í Havn, sleppur tú ikki undan eisini at siga Birgar Johannessen, og hann er eisini maðurin, ið hevur tikið stig til savnið, ið enntá hevur fingið høli at húsast í. Hann hevur fingið høli til vega, har Tórs Cafeteria helt til, og har verður longu í dag farið í gongd við at gera klárt. – Ætlanin er, at nýggja býarsavnið letur alment upp 1. juni, sigur Birgar Johannessen. Grækarismessa er 12. mars Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12. mars í 604. Á grækarismessu siga vit, at tjøldrini koma, hó­ast tey ofta kunnu vera at síggja væl fyrr. Á græk­ar­is­messu er nú vanligt at skipa fyri græk­ar­is­mess­uhaldi við tónleiki og røðum, har tjóð­fugl­ur okkara, tjaldrið, og vár­ið verða fagnað. Græk­ar­is­ messudagur er al­ menn­ur flagg­dag­ur. Kann fella av berum taktikki Grækarismessa er í morgin 12. mars Kanska samgongan fær hjálp Les eisini blaðið á telefonini Miðlar eru ein hóttan ímóti samfelagnum Árni Gregersen Klumma síða 31 Vit krevja demokratikus Høgni Djurhuus Baksíðan Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður undir orðaskiftinum um miðlastuðul – Eg vil heita á Sambandsflokkin um at hjálpa samgonguni og bjóða seg fram til eitt veruligt samgongusamstarv Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri afturhvarv Nýtt býarsavn í Tórs Cafetria Tað er eldsálin Birgar Johannsen, sum hevur tikið stig til at stovna býarsavn í Havn Visti tú? At fyrsta føroyska dag­blað­ið kom út í 1852?