hósdagur 10. mars 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
40
SOSIALURIN 30
H
erfyri vóru grátur og
gremjan, tí ongar kvinnur
syngja rokk ella spæla
rokktónleik. Tað noyðast
menninir og samfelagið sjálvandi at taka
á seg og gera okkurt við.
Ikki ber til at krevja, at kvinnurnar
sjálvar taka stigið og fara at syngja og
spæla rokk. Vit hava javnstøðu. Onkur,
ikki kvinnurnar sjálvar sjálvandi, forðar
kvinnum í at gleiva inn á rokkpallin og
taka lívið harfrá.
Eg skrivaði um tað tá. Men eg helt
ikki, at eg hevði nóg góð ella nóg
sterk argument tá.
Tey fekk eg so í prát
ingarsendingini hjá Skavlan
fríggjakvøldið 26. februar.
Millum gestirnar hjá
Fríðrikki hetta kvøldið
var Ida Maria (Sivertsen),
fødd í Noregi, býr í
Svøríki.
Ida Maria var rokk
sangari, rá og skitin og víða kend,
millum annað í USA. Men hon gavst,
tí brennivínið fór at stýra henni,
hon stýrdi ikki brennivíninum.
Ella, sum hon segði, rokkurin
kravdi so nógv av henni, at
hann forðaði henni í at
drekka sum hon vildi.
Hon fekk ikki
drukkið
so
nógv, sum
hon hevði hug til, tí rokkurin kravdi so
nógva tíð.
Halló, halló. Brennivín og rokkur eru
eitt. Tí eru bara menn í rokktónleikinum.
Menn klára saktans at lata brennivínið
stýra sær.
Hjá teimum tekur hvørki tíð frá
hinum. Tey eru samansjóðað, ein eind, ein
hægri eind, brennivínið og tónleikurin.
Eingin góður rokkur uttan brennivín,
nógv brennivín.
Og har eru kvinnurnar bara ikki. Tí
eru tær heldur ikki við í rokktónleikinum.
Ida Maria gavst við rokkinum. Brenni
víníð fekk skyldina. Brennivínið fær
skyldina fyri so nógv. Eisini fyri slíkt, sum
avhaldsfólk eisini gera. Buka konuna til
dømis.
Nógvir menn, sum langt síðani eru
vorðnir fólkapensjónistar, spæla og
syngja rokk sum fyrsta dagin, tá teir
skrúvaðu proppin av, tendraðu hátalaran
og drønaðu ahead við rock and fucking
roll. Keep it rocking.
Eisini so meinaleysir popparar, sum
teir í Beatles vóru, rávaðu pløruskít
millum horuhúsini og bíligu drykkju
støðini í Hamburg. Teir gjørdust seinni
heimskendir. Langommur, ommur og
mammur elskaðu teir. Heldur ikki teir
bakkaðu fyri Bakkusi.
Eitt annað er so, hví kvinnur partú
vilja gera alt tað, sum menn gera.
Hoyrdi nakar ein mann gráta um, at
hann ikki sleppur at vera jarðarmóðir?
Ella vera mamma?
Hava menn hug at fara í bindiklubba,
so stovna teir ein í staðin fyri at klaga
til Javnstøðunevndina um, at teir sleppa
ikki upp í hjá konunum, sum binda søgur,
meðan stokkarnir liggja á kaffiborðinum.
Kvinnur harmast, tí tær fáa ikki
stjórastørv, sum tær ikki hava søkt um.
Menn søkja. Fáa teir ikki starvið, søkja
teir aftur næstu ferð, ein stjóri skal
setast. So sera einfalt er tað.
Hví setir landsstýrið ikki og brúkar
pengar til eina nevnd, sum skal virka fyri
at fáa fleiri menn upp í politikk?
Menninir áttu hundrað prosent
einaferð. Nú eru teir rapaðir niður í 70
prosent. Her má okkurt gerast, ongantíð
ov skjótt.
Vit vilja hava Demokratikus. Nei, vit
krevja Demokratikus.
Og so fara vit aftur til flúgvarasjussin.
Hann var langt síðani dottin niður,
áðrenn kvinnan í AA skeyt hann niður.
Ein flúgvarasjussur er, ella var,
akkevitt og sitrónsodavatn. Sitrón
sodavatnið bleiv forboðið fyri nógvum
árum síðani, tí tað var ov kemiskt. Tað var
ringt fyri heilsuna. Tað er akvavitt ikki. Tí
er tað ikki forboðið, rein vøra.
Annað sodavatn er, sum skilst, ikki,
sama hvør liturin er og sama, hvørjari
frukt tað av órøttum er uppkallað eftir,
ov kemiskt. Sodavatn eitur einki longur.
Nú eitur evnafrøðiliga vætan í flestu
ælabogans litum leskidrykkur. Fimm
pottar fyri hundrað.
Vit krevja Demokratikus
Erik Biskopstø
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Kvøldskúlaleiðari og festivalfyrireikari – Bústaður: Klaksvík
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Pápi mín var handverkari, og hann bað meg royna aðrar leiðir. Ofta finna vit okkara hill útfrá
áhuga og førleikum. Eg hevði altíð eitt brennandi hjarta fyri tónleiki, men eg visti, at tað var
ikki lætt at liva av tónleki í einum so lítlum landi. Og eldri eg bleiv, meira sá eg, at eg skuldi
taka eina útbúgving, sum eg kundi brúka í Klaksvík, tí tað var her, eg vildi búgva og virka.
So tað bleiv læraraskúlin, og tað eri eg sera glaður fyri. Ikki minst fekk eg stóran áhuga fyri
føroyska málinum har, tí eldsálir sum Árni Dahl og Jonhard Mikkelsen dugdu væl at kveikja
og vóru fakliga stinnir.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
Ikki at gloyma, at menn og kvinnur eru ymisk, úttrykkja seg ymiskt, síggja ymiskt upp á
tingini og hava ymiskar tørvir. Man skal duga at síggja styrkina í ymiskleikanum og hvussu
maður og kvinna eru komplementerandi saman.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
At tað er ongin orsøk til at skunda sær at blíva vaksin, tí seinni í lívinum fara tey at síggja
aftur á barnaárini sum eina fantastiska tíð.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
Tá ið eg í fjør fekk høvi til at fara á ljóðskeið í kendu Abbey Road Studios í London hjá
legendariska framleiðaranum Alan Parson. Abbey Road Studios er serliga kent fyri, at The
Beatles tóku tað mesta upp har, og tað var eisini har, at Pink Floyd tóku The Dark Side
of The Moon upp. Og tað var ongin minni enn Alan Parson, sum tók ta plátuna upp og
ljóðblandaði. Abbey Road Studio 2, sum er hølið, sum The Beatles brúktu mest, er varðveitt í
júst sama standi sum tá, so tað var sum at koma inn í ein gandaheim. Sera spennandi.
Um tú tordi, so hevði tú?
Mong lata seg kúga av, hvat onnur halda. Men eg havi lært meg, at man skal tora at vera
trúgvur ímóti sínari sannføring og ikki fyglja øllum tíðarrákum. Eg haldi ikki, at eg brenni inni
við nøkrum, sum eg hevði vilja gjørt, men ikki tori.
Hvat hevði gjørt heimin
til eitt betri stað?
Hesin heimurin fer ongantíð at blíva
fullkomin, og tað eiga vit ikki at blíva
kløkk av tí. Men um vit elskaðu næstan
sum okkum sjálv, og tordu betri at konfrontera
ideologiir, sum eggja til harðskap og yvirgang, so
hevði tað hjálpt.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Tá ið Cliff Richard segði ja til at koma til Føroya.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
Vit læra øll okkurt nýtt alla tíðina, og tað er umráðandi, at vit alla tíðina seta
okkum sum mál at læra nakað nýtt. Tað kann vera at brúka eitt nýtt forrit, eina
nýggja telefon, ein sang á guitar ella hvat, tað skal vera. Tí er gott, at fólk kunnu
taka skeið so leingi ein livir, har man kann læra seg okkurt nýtt, tí tað er so gagnligt.
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú?
… ikki ert trúgvur ímóti tí, sum tú trýrt er satt og rætt.
Enda setningin: Føroyar burdu:
… duga betur, at sæð og virðismett hetta fantastiska landið, vit eiga. Vit byrja at duga tað
betur. T.d. er siðbundin føroyskur matur í dag blivin til tað fínasta fína millum viðurkendar
gourmetkokkar. Fólk koma hendavegin fyri at uppliva eitt “Unspoiled” land, og tað er
umráðandi, at man ikki fer so langt í ferðavinnuhøpi, at man oyðileggur sítt egna brand,
og at Føroyar kann blíva verðandi “Unspoiled”. Tað, sum vit taka sum fyri givið, er blivið til
luksus hjá stórbýarmenniskjum: reint vatn, frísk luft, tryggleiki og friður.
BAKSÍÐAN