Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vágatunnilin afturgoldin og skal verða frítt at koyra Jørgen Niclasen tingmaður Politiska av­tal­an um undirsjóvar­ tunlarnar var púra greið. Tá lán­ini vóru aftur­ gold­in, skuldu tunl­arnir latast land­in­um og teir skuldu verða van­ ligur partur av veganetinum. Á aðalfundi í pf Vágatunnlinum í fjør var hendan avtalan førd út í lívið. Eftir uppskoti frá nevndini var avgjørt, at tunnulin skuldi latast landinum við endan av 2016. Landið hevur ikki heimild at krevja bummgjald á nøkrum vegastrekki, heldur ikki tunnlum. Tí var undir seinastu samgongu avgjørt, at frítt skuldi verða at koyra í Vágtunnlinum, á sama hátt sum í hinum 18 tunlunum hjá landinum. Nú er nýggj samgonga og skatta- og avgjaldsøðin kennir eingi mørk. Nú vilja vinstravendu flokk­arnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn leggja eyka skatt á øll, sum brúka Vágatunnilin. Lánini eru afturgoldin, so talan er bara um at gera tunnilin til eina pengamaskinu tíl óendaligu almennu penganýtslunu hjá vinstravendu samgonuni. Hetta kann ikki góðtakast og eigur at steðgast sum skjótast. Brúkarin hevur hildi sín part av avtaluni og tí er moralst for­kasti­ ligt, um politikkarnir ikki halda sín part. Komi at hugsa um at “Gevur tú illamanni lítlafingur............ Nú eru vit aftur farin í kríggj! Zakarias Wang Einki er so lætt, sum at fara í kríggj. Hermenn fara syngjandi avstað, tí nú kunnu teir ger­ast hetjur og koma heimaftur prýddir við heiðurs­merkjum. Vansin er bara tann, at einki er so ringt sum frammanundan at siga, hvussu kríggið endar. Tað er ikki langt síðani, at USA, heimsins sterkasta land, legði á eitt lítið og fátækt land, Vietnam. Nøkur ár seinni stóðu amerikanskir hermenn og skutu teir landsmenn sínar, sum úr sendistovuni vildu sleppa upp í ta síðstu tyrluna. Í 1989 var eg við minnismerkið fyri teir 60.000 amerikonsku hermenninar, sum høvdu latið lív. Har vóru familjur, sum grátandi søgdu, at tær høvdu ilt við at finna navnið á sínum kæru millum øll hini. Men teir forsetar og politikarar, sum høvdu sent hermenninar av­ stað, teir sluppu snikkaleysir! Teir, sum hava avgjørt, at vit skulu fara í kríggj nú, vóna sjálvandi, at teir fara at verða eins hepnir. Tað, sum nú er hent, er, at danska stjórnin hevur gjørt av at leggja upp í innlendiskríggj í nøkrum londum í Miðeystri. Har eru ymsar áskoðanir um, hvussu londini skulu stýrast, og nú skal Danmørk leggja uppí, onkrum av pørtunum til fyrimunar. Tað kann verða, at tað gongur væl, men hvat um tað ikki gongst, sum ætlað? Tað, Danmørk nú ger, verður í fólkarættinum mett sum størsta brotsverk yvirhøvur. Reglan er, at tað land, sum leggur á eitt annað, hevur mist allan rætt. Tann, sum álopin er, kann afturfyri taka tað land, sum hevur gjørt hetta ræðu­ liga brotsverk. Tá kann sigurharrin flyta so nógv fólk inn í tikna landið, at landsins egnu íbúgv­ar gerast ein máttleysur minni­luti. Eitt land, sum Danmørk nú skal stríðast í, er Sýria. Har hevur inn­ lendiskríggj herjað í fleiri ár, og helvtin av fólkinum er flýdd. Nøkur av hesum flóttafólkum eru komin til Danmarkar. Hetta halda vit einki hevur at siga, tí tað mugu danir um. Men vit eru bundin saman við Danmørk. Viðurskiftini okkara mill­um eru skipað við einum sátt­ mála, sum sigur, at okkara ríki, sum fevnir um Grønland og Føroyar, er saman við Danmarkar ríki í kríggi. Sáttmálin sigur eisini, at Dan­ markar ríki ikki kann fara í kríggj uttan við okkara vitandi og vilja. Tað, danir nú siga, er, at vit hava limir í lóggávutinginum danska, fólkatinginum. Tað, sum um ræður hjá teimum, er at fáa onkrar av okkara fólkavaldu at góðkenna krígs­luttøkuna. Hetta hevur eydnast teimum! Okkara fólkatingsmaður Sjúrð- ur Skaale hevur tikið undir við, at vit fara í kríggj! Tekur fíggindin Danmarkar ríki, ber tí til hjá honum at føra fram og fáa undirtøku fyri, at hann eisini hevur rætt at taka ríki okkara, tí vit hava góðkent krígsluttøkuna við at velja Sjúrð! Skatta- og avgjaldsøðin hjá sitandi samgongu fær ongan enda. Nú boðar Henrik Old, Javnaðarflokkurin frá, at hann ætlar, at Vágatunnilin skal verða pengamaskina hjá óendaligu almennu penganýtsluni hjá sitandi samgongu. Hvør verður næst? KJAK Fuglafjarðar Handverkarafelag Ársaðalfundurin hjá Fuglafjarðar Handverkarafelag verður á Muntra hóskvøldið tann 17. mars 2016 kl.19.00. Er fundurin ikki viðtøkuførður verður eykaaðalfundur hálvan tíma seinni. Fundarskrá sambart lógum felagsins Nevndin Alt til akfør Felgur Fýra originalar Volvo felgur 17 til sølu fyri 5.000 krónur. 220569 Arbeiði BETONGSAGING.FO TLF. 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurðum,garageportur,garðar, o.a,ring og fá ein góðan prís, betongsaging.fo 560056 Bingo Gott Bingo hjá EB-Streymi Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið 14-03-2016 kl 19 . Øll hjartaliga vælkomin. EB-Streymur Býli í Føroyum Vit mangla bústađ - DUSØR 2500,- 2500,- til tann sum kann útvega eina lítla íbúđ í høvuđsstađarøkinum, sum vit gjarna vilja leiga, til 2 friđalig fólk. 287181 Íbúð ynskist til leigu Ung, friðarlig kvinna søkir íbúð í høvuðsstaðarøkinum. Fari væl um, royki ikki og gjaldi til tíðina. 222988 Leder efter en bolig senest 1.6.2016 Vi er et ægtepar han 68 hun 62 som leder efter en hus eller lejlighed i Tórshavn. Vi har en lille hund, betalertil tiden Max 8000 580099 Íbúð til leigu í Eysturbýnum 314301 Íbúð ella stórt kamar ynskist til leigu í Havn kamar 2500/3500 kr? ynski helst íbúð frá 4000 til 6000 krónur um mánan við ljós og varma, farði væl um eri friðaligur drekki ikki, betali til tíðina Tlf 582257 ella amjamj@mail.com Íbúð í Tórshavnarøkinum ynskist Kona, 58 ár søkir íbúð í Tórshavnar­ økinum. Eg eri sera røkin og friðarlig. Um tú hevur ein bústað sum passar til mín, vinarliga ring 572173. 572173 Íbúð søkist Ungt friðarligt par leitar eftir íbúð ella lítlum húsum at leiga í Sandavági - ella møguliga í Havn (max 4.000kr) Skriva til ragnhildj96@gmail.com Fundir Aðalfundur verður á Sjónám sunnudagin 10. apríl kl. 15. Skrá smb. lógum felagsins. Grunnurin “Dragin” – KG 212 Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður í neystinum 30.mars kl 19.00 Skrá sambart lógum felagsins. Argja Róðrarfelag. Matur Býta Saltspik við Toskaflak Vit hava gott Lakaspik og vilja býta við skinn- og beinfrítt Toskaflak. Send okkum tilboð til: scandic@business. tele.dk Saltgrind, Spik og Turt Tvøst Til sølu - lýsing á Torg á Portal.fo. Bílegging á mail: maturabordid@gmail. com 0 Pløgg Barnaklæðir str. 10 ár til sølu Svartur kjóli við stroppum, lítið brúktur str. 10 ár .Ein reyður genti jakki, lítið brúktur str. 10 ár. Jakki við skinnhettu str 10 ár og einar kovboy selabuksur str. 10-12 ár og ein hettiblusa puntut str. 10 ár til sølu. 508549 Ymiskt Disney kuffert Eitt Disney reisikuffert til børn til sølu. Tlf 508549 LÝSINGARTORGIÐ