mánadagur 14. mars 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Birgar er vinur
nummar eitt hjá Havnini
– Eg meini tað í álvara, og eg trúgvi 100 prosent upp á ætlanina við býarsavninum, sigur Birgar
Johannesen í Havn, sum á privatum grundarlag nú hevur sett eitt býarsavn á stovn í Havn
Nú verður Tórshavnar Býarsavn sett
á stovn.
Tað er eldsálin Birgar Johannesen í
Havn, sum hevur tikið stigið til at seta
savnið á stovn. Birgar Johannesen
hevur í nógv ár savnað saman gamlar
lutir, sum lýsa søguna hjá býnum.
Harumframt er Birgar Johannesen
eisini í ferð við at gera eitt modell av
Tinganesi og gomlu Havnini, sum eis
ini verður partur av savninum.
Verkætlanin hjá Birgar Johannesen
er privat burturav.
Hann skilir ikki, hví eitt so gott
hugskot sum eitt býarsavn ikki hevur
tikið í størri álvara.
Tí hevur Birgar Johannesen nú
funnið sær nakrar privatar stuðlar,
sum hava játtað stuðul til savnið, sum
letur upp í gomlu hølunum hjá Tórs
Cafetera í Niels Finsensgøtu í Havn.
Savnið letur upp 1. juni, og fyrstu
lutirnir í savninum verða lutir, sum
Birgar Johannesen longu hevur savnað
saman.
– Men vit fara at taka ímóti lut
um frá fólki. Og tá meini eg við allar
lutir. Higartil hava fólk bara havt ein
møguleika, tá tey rudda upp, tað er at
koyra lutirnir í brennistøðina á Sand
víkarhjalla. Hvønn dag fara fornlutir
í skrell. Nú eru tveir møguleikar, at
koyra lutirnar á Tórshavnar Býarsavn
ella á Sanvíkarhjalla, sigur Birgar
Johannesen.
– Hetta er eitt projekt, sum eg
trúgvi 100 prosent uppá, og sum
eg veit fer at eydnast sera væl og
sum fer at ríka Havnina, sigur Birgar
Johannesen.
Hann hugsar sær, at savnið kann
brúkast í undirvísingini hjá skúlunum
um gomlu Havnina.
Sum dømi um lutir, sum Birgar
Johannesen longu hevur, so nevnir
hann biografstólar frá biografinum
hjá Dia Bø, eitt hav av modellbátum,
100 ára gamlar sodavantsfløskur frá
bryggjarínum Ydum við originalari
etikett.
– Eg kann eisini innrætta næstan
eina heila skúlastovu frá fimmti- ella
sekstiárunum. Eg havi eisini gamla
skeltið hjá bakarínum hjá Frants
Restorff, sum mær vitandi Nyholm
Debes gjørdi einaferð í tríatiárunum
– og prototýpuna av tí fyrstu
studentarhúgvuni, sum er gjørd, sigur
Birgar Johannesen.
Hann nevnir eisini, at hann kom
av tilvild framvið, tá teir skiftu vind
eyguni í gamla Føroya Banka í Niels
Finsensgøtu/Tórsgøtu.
– Tit minnast búmerkið hjá bank
anum, sum varð sandblást í rútarnar.
Tá eg kom framvið, vóru øll vindeyguni
uttan tvey farin í bingjuna og í knúsi.
Eg spurdi, um eg ikki kundi fáa tann
síðsta rútin. Og hann fekk eg. Eg
fekk so glarmeistaran at skera mær
búmerkið burturúr, og tí er eitt av
hesum minnum í varðveitslu hjá mær,
sigur Birgar Johannesen.
Eldsálin heldur fyri, at politikarar
eru komandi og farandi – men Havnin
verður standandi Og tí er tað spell fyri
býin, at hetta savnið ikki er komið fyri
langari tíð síðani.
– Eg fari nú í gongd, og savnið letur
upp 1. juni, sigur Birgar Johannesen.
Havnará rennur so vøkur
framvið nýggja býarsavninum.
Soleiðis kundi Birgar
hugsað sær, at Havnará
rann niðri á Vaglinum. Hon
er har, men undir jørð
Hetta modellið av gomlu Havnini hevur Birgar Johannesen gjørt. Á savninum
verða upplýsignar um øll húsini og um, hvør hevur búð í hvørjum húsi
Tórshavnar býarsavn fer at halda
til í hølunum í Niels Finsensgøtu, har
Tórs Cafeteria var í sínari tíð
Myndir: Álvur Haraldsen