Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 14. MARS 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Nú eisini til Rhodos við Nazar S um nakað nýtt ber nú eisini til at ferðast við Nazar til Rhodos. Nazar er felag, sum burturav ger ferðir, har alt er íroknað: Flogferð, hotell, matur og drykkjuvørur á hotell­ inum alt samdøgrið. Vit hava sent hópin av fólki við Nazar til Turka­lands seinastu árini, men hesa sein­astu tíðina hava vit merkt áhugan frá okk­ ara Nazar kundum at ferðast til onnur støð. Tí kemur hetta væl við hjá okkara kundum, nú Nazar eisini fer at flúgva til Rhodos sigur Sakaris Frede­riksen sølu- og marknaðarstjóri hjá Fonn Flog. Fráferðirnar til Rhodos eru frá Kastrup ella Aalborg. Fleiri hotell eru at velja ímillum, tey mest vitjaðu er tey fýra stjørnaðu Sun Beach og Blue Bay. Spar pening Vit koyra eitt átak beint nú, hvar tað ber til at spara kr. 500,- pr. vak­snan upp á ferðir til Rhodos, um bí­lagt verður seinast 1. apríl 2016. Har­um­ framt er eisini eitt átak upp á ferðir til Turkalands við Nazar, hvar møguleiki er at spara 1.000,- pr. vaksnan upp á Nazar Collection hotellini. Her er eisini galdandi, at ferðirnar skulu bíleggjast seinast 1. apríl 2016. Í sambandi við hetta átakið verða vit á torginum í SMS 15. & 16. mars, har øll eru vælkomin at fáa meira at vita um hesi tilboð, sigur Sakaris Frede­riksen. Beinleiðis til Barcelona, Mallorca og Kreta Aftur í 2016 fara Atlantic Airways at flúgva eina ferð um vikuna, í eitt ávíst tíðarskeið, til Barcelona og Mallorca. Sum nakað nýtt ber nú eisini til at koma beinleiðis til Kreta í summar. Av tí at hetta eru beinleiðis ferðir – uttan millumlending, rigga hesar ferðirnar eisini væl til familjur við børnum, og til ber at velja ímillum eina og tvær vikur, sigur Sakaris Frederiksen. Danmarkar ferðir Danland og Lalandia pakkaferðir eru altíð nakað, vit selja nógv av, sigur Sakaris Frederiksen, serliga í summar­ hálv­uni. Lalandia í Billund selja vit nógv, eisini tí at tað ber til at flúgva beinleiðis við Atlantic til Billund fleiri dagar í vikuni. Tá ber so eisini til at leiga bilin frá okkum, so man kann koma eitt sindur runt í Danmark, um man ynskir tað. Okkara seljarar eru til reiðar at seta saman pakkaferðir eftir ynski hjá okkara kundum, sigur Sakaris Frede­ riksen. Vit veita altíð eina góða ráð­ geving, og taka altíð støði í tí einstaka kundanum. Fólk eru altíð vælkomin at ringja til okkara ella leggja leiðina fram­við í einum av okkara deildum, sigur Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog. Sakaris Frederiksen sølu- og marknaðarstjórin hjá Fonn Flog