mánadagur 14. mars 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hilda Bolstad Mortensen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM:
Umhugsin, vinarlig og áhaldandi.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Apple.
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Ein summartíð við vinum er tað besta eg veit,
og tað havi eg hvørt ár. Men summartíðin
í Gran Canaria í fjør var framúr góð.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
»Tú megnar tað tú vilt«.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Persónligheitini. Hann skal vera fittur,
jaligur og fyrikomandi.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tað ið altíð fær meg í gott lag er flogbóltur,
familjan, sosial tiltøk og tónleikur.
HVAT STRESSAR TEG?
Munnligar royndir og annars royni eg altíð at sleppa undan
tíðartrýsti, so eg fái gjørt alt tað eg skal á besta hátt.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Tað man vera oksakjøt, bátakips og soppasós.
HVAT GLEÐIR TEG?
At eg búgvi í deiligu Føroyum og havi so
nógv stuðlandi fólk afturat mær.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At sleppa at venja við bestu deildini í flogbólti.
HVØRJUM SKÚLA GONGUR TÚ Í?
Skúlanum við Løgmannabreyt.
HVAT ER TAÐ BESTA Í SKÚLANUM?
Seturskúlarnar eru altíð gevandi, stuttligir og hugnaligir.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Eg kann lurta eftir øllum, men mest
poppi ella rokki, men eg spæli eisini
klaver hjá Jóhannes Andreasen, so mær
dámar eisini klavertónleik og klassiskan
tónleik, sum er sera kensluligur.
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
El, tí tað er eitt, ið vit brúka
hvønn dag, og er alneyðugt fyri
ein nútímans gerandisdag.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Besta íløgan er teldan.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Skipað húsið soleiðis, at tú veit
hvar alt liggur nøkurlunda.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Eg havi havt ein ordiligan fittan hund, men
systir mín er ovurviðkvom, so tað bar ikki til.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Skipað fyri stórari veitslu fyri
øllum vinum og kenningum, og
fari ein túr runt um allan heim.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Koyrt okkurt í uppsparing. Keypt mær eini hús
uppi í Hoyvíkshaganum, fíggjað mína komandi
útbúgving og annars tað sama, um eg vann 1 mió.
HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ?
Tað, ið er best við Føroyum eru føroyingar og
náttúran. Føroyingar eru so hugnaligir og náttúran
er avbera vøkur og hon ger meg glaða.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Tá eri eg í Danmark, har eg antin lesi
til journalist ella sálarfrøðing.
Tað, ið altíð fær
meg í gott lag,
er flogbóltur,
familjan, sosial
tiltøk og tónleikur
Føroyingar hugnaligir
og náttúran vøkur