Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 14. MARS 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen F uglafjarðar kommuna arbeiðir í løtuni við at fáa fleiri grundstykki til vega til fólk, sum vilja seta búgv. Í Fuglafirði er rættiliga nógv virk­ semi og nógv arbeiði, og hetta merkist eisini aftur í eftirspurningi eftir set- húsum. Fá sethús verða lýst til sølu, og er tað soleiðis, at onkur hevur hug at selja, eru gjarna fleiri, sum hava hug at keypa. Hús í Fuglafirði standa ofta stutt á sølulista. Nýggj útstykking Sonni á Horni, borgarstjóri í Fugla­ fjarð­ar kommunu, sigur, at kommunan júst hevur gjørt umleið 200 metrar av nýggjum vegi í leingjan av Bøvegi, og her verða í næstum nøkur grundstykki tøk til nýbygging. Tað er Falkon, sum hevur gjørt hetta arbeiðið fyri kommununa, og teirra partur av arbeiðnum varð av­ hend­aður fyri nøkrum døgum síðan. Her verða sjey grundstykki á ovaru síðu á vegnum og fimm undir vegnum. – Her er gjørt klárt til allar íbind­ ingar, og gøtuljós eru sett upp. Eftir er at asfaltera vegin, og eg vænti, at hesi grundstykki verða klár at selja nú í vár. Borgarstjórin vísir á, at tvey grundstykki aðrastaðni í Fuglafirði í løtuni eru grivin út, og eini sethús eru komin í helvt. – Onkur einstøk grundstykki eru at byggja á, men hesi eru helst ikki nóg áhugaverd hjá. Tí er ógvuliga um­ráðandi, at vit fáa nýggj byggiøki í Fugla­firði. Onnur útstykking Sonni á Horni sigur, at ymiskar ætlanir eru um útstykkingar í kommununi, men næsta útstykkingin, sum farið verður í holt við, er beint undir, har gøtan út á Kambsdal byrjar. – Vit arbeiða við at fáa alt upp á pláss við lendinum, og síðan verður farið í gongd. Her kunnu nøkur sethús byggjast á báðum síðum á nýggja veg­ num, sum verður gjørdur. Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur nakrar umsóknir liggjandi um grundstykki. – Tað eru altíð nøkur, sum ynskja at byggja beinanvegin, um tey kunnu ogna sær eitt hóskandi grundstykki. Síðan eru tað tey, sum kundu hugsað sær at bygt í nærmastu framtíð - og at enda eru tað tey, sum ynskja at byggja seinni. Sonni á Horni heldur, at ein komm­ una, sum Fuglafjarðar kommuna, altíð eigur at hava eini 15 grundstykki tøk, og tá skal talan sjálvsagt vera um grund­stykki sum eru attraktiv at byggja á. Øll vælkomin – Her í Fuglafirði hava vit nærleikan, vit hava arbeiðsplássini, og vit hava allar teir fasilitetir, sum fólk spyrja eftir. Tað er lætt at flyta til Fuglafjarðar, og fólk skulu vera hjartaliga vælkomin, leggur borgarstjórin, Sonni á Horni, dent á. Tað er lætt at flyta til Fuglafjarðar at búgva – Vit hava nærleikan, arbeiðsplássini og allar teir fasilitetir, sum fólk spyrja eftir, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu Í Fuglafirði er rættiliga nógv virksemi og nógv arbeiði, og hetta merkist eisini aftur í eftirspurningi eftir sethúsum Mynd: Vilmund Jacobsen Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni Mynd: Vilmund Jacobsen Her í leingjan av Bøvegi fær Fuglafjarðar kommuna nú 12 nýggj grundstykki, sum væntandi kunnu seljast til várs Mynd: Vilmund Jacobsen