mánadagur 14. mars 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Vilmund Jacobsen
Í
desember síðsta ár keypti KJ
Hydraulik bygningin, sum Havnar
Timburhandil seinastu árini hevur
átt á Kambsdali.
– Vit fara at brúka bygningin til
goymslu av stórum tingum, eitt nú
motorum, kranum, stórum kveylum
av slangum og ymiskum øðrum, sum
vit hava í okkara vøruútboði.
Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ,
sigur, at sølubúðin, sum eisini verður
í hesum bygningi, fer ikki at líkjast
tí, sum Havnar Timburhandil hevði á
Kambsdali.
– Tað eru heilt onnur og størri ting,
sum vit hava í okkara vøruútboði, og
hareftir verða goymsla og sølubúð
sjálvsagt.
KJ hevur í fleiri ár leigað seg
inn í hølum, sum Havsbrún eigur á
Kambsdali, og nú Havsbrún skuldi
brúka hesi høli, passaði tað KJ væl, at
timburhandilin kundi keypast.
- Okkum dámar bygningin, sum vit
hava keypt frá Havnar Timburhandli,
sera væl, og vit halda, at hann er sum
“stoyptur” inn í okkara konsept.
Tey stóru tingini
Ólavur Asafsson Olsen sigur, at
vørugoymslan hjá KJ í fyrsta lagi er
ætlað virkseminum hjá fyritøkuni
og teimum mongu viðskiftafólkum,
feløgum og kommunum, sum KJ
hevur.
– Vit hava nógvar kommunur,
entreprenørar, maskinverkstøð og
veitarar annars sum viðskiftafólk,
bæði her í nærumhvørvinum, Klaksvík
og út eftir Skálafjørðinum, og vit
ynskja at veita eina so góða tænastu,
sum yvirhøvur tilber.
Hann sigur, at á vørugoymsluni
hjá KJ finst ein hópur av øllum
maskintekniskum og hydrauliskum
lutum til vinnuna, og fyritøkan er
eisini farin at selja pvc-rør, sum eru
nýggj í konseptinum.
– Vit hava alt frá fýra tummarørum
til stórar uppsamlingstangar, sum
eitt nú verða brúktir í samband við
vegagerðir, havnaløg og aðrar stórar
og smáar verkætlanir.
Ólavur Asafsson Olsen væntar, at
goymslan og sølubúðin alment lata
upp einaferð í apríl í ár.
Hjá KJ arbeiða tey eisini við øðrum
broytingum. Tá vørugoymslan, sum
hevur verið í høvðsbygninginum, flytir
út, fer niðara hæddin í bygninginum at
verða brúkt til hydrauliskan verkstað,
og síðan verða nakrar skrivstovnur
innrættaðar í ovaru hæddini.
– Smiðjubygningurin, sum stendur
her ovari, og sum er bygdur í 1987,
verður eisini bygdur út niðan eftir
við 400 fermetrum, og her verður
smiðjuparturin
tvífaldaður,
sigur
stjórin.
Tveir alibátar
Í fjør hevði KJ sáttmála um tilsamans
seks alibátar.
– Higartil í ár hava vit sáttmála
um tveir, ein til Luna og ein til Marine
Harvest. Hetta verða samstundis
størstu alibátar, sum vit hava latið
byggja. Teir verða 15,50 metrar langir
og sjey metrar breiðir. Báturin til Luna
verður leveraður í august, og báturin
til Marine Harvest verður leveraður í
september. Hesi seinni báturin hevur
bygginummar 44.
Í februar fekk Bakkafrost eisini ein
alibát, sum KJ hevur latið byggja.
KJ Hydraulik byggir sínar aliringar
á Eiði, og tá mest hevur verið at gera,
hava fleiri mans verið til arbeiðis.
– Beint í løtuni er eitt sindur slakt
við aliringum, men tað fer at koma
aftur, sigur stjórin, Ólavur Asafsson
Olsen.
Vikublaðið kann leggja aftrat, at
KJ Hydraulik eisini veitir sandblásing,
máling og metallisering, og her er
fyritøkan altíð opin fyri fyrispurning
um.
KJ hevur keypt timburhandilin á Kambsdali
– Timburhandilin er sum stoyptur inn í okkara konsept, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur Asafsson Olsen
Vilmund Jacobsen
Hin 6. mai í ár, sum er ein fríggjadagur,
verður ein stórur dagur á Muntra í
Fuglafirði. Tá hevur matstovan 45 ár
á baki. Tað er Poul Rustin, sum eigur
og rekur matstovuna, og sjálvur hevur
havt matstovuna um hendi í 32 ár.
Tað var Petur Mohr, sum byrjaði
matstovuna í 1971, ið Poul Rustin
yvirtók í 1984.
- Eg hjálpti Peturi Mohr á Muntra,
áðrenn
eg
yvirtók
matstovuna,
sigur Poul Rustin, sum saman við
thailendsku konu síni ætlar at gera
burtur úr 45 ára degnum.
Drúgvar royndir
Poul er royndur í leikum innan mat
stovuvirksemi, og tað var longu tíðliga
í áttatiárunum, at hann rak kafeteria í
ítróttarhøllini á Kambsdali, sum tá var
spildurnýggj.
– Tað var nógv lív í høllini á
Kambsdali tey árini, eg rak kafeteria
her, og her vóru bæði ítróttar-og
dansitiltøk. Her var rættiliga nógv at
gera, og tú hevði lítla og onga frítíð.
Sama var við hallarleiðaranum hesi
árini, Hallgrími Gregersen, ið eisini var
ótrúliga nógv upptikin hesi árini, sigur
Poul Rustin.
Altíð til tænastu
Á hugnaligu matstovuni Muntra í
Fuglafirði er góð buffet um dagarnar,
og matstovan ger eisini mat og smurt
breyð út av húsinum, tá viðskiftafólk
ynskja tað.
– Vit hava eisini tikið okkum av
nógvum ymiskum móttøkum kring um
landið, og vit eru altíð til dystin fús, tá
uppgávur eru av ymiskum handa slag,
sigur Poul Rustin.
Munta hevur skjótt 45 ár á baki í Fuglafirði
Á hugnaligu matstovuni Muntra í Fuglafirði er góð buffet
um dagarnar, og matstovan ger eisini mat og smurt
breyð út av húsinum, tá viðskiftafólk ynskja tað
Poul Rustin fann kærleikan
í Thailandi. Her vísir kona
hansara fram ein sera vakran
kjóla, sum er seymaður í
Thailandi - við føroyska
tjóðarbúnanum sum
fyrimynd, tó við thailendskum
toytilfari og litum
Mynd: Vilmund Jacobsen
KJ hevur keypt timburhandilin á Kambsdali, sum verður brúktur til vørugoymslu og sølubúð
Timburhandilin passar ógvuliga væl inn í okkara
konsept, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ
KJ leveraði ein alibát til Bakkafrost í februar í ár, og seinni
í ár fáa Luna og Marine Harvest hvør sín alibát