týsdagur 15. mars 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í dag skal slagið standa, um broyting
ar verða gjørdar í hjúnabandslógini
soleiðis, at tvey fólk av sama kyni
kunnu giftast borgarliga.
Hetta málið hevur verið gjørt til
tað heilt stóra, tó at tað bara snýr seg
um at loyva nøkrum fáum fólkum at
fáa borgarlig rættindi sum gift fólk.
Málið er ikki eitt samgongumál,
men eitt mál, har tað stendur ting
fólki frítt at velja eftir síni egnu
sannføring. Kortini verður tað av
andstøðuni gjørt til eitt samgongu
mál, og tí bendir nógv á, at tingfólk í
andstøðuni, sum fyrr hava sagt seg at
vera fyri málinum, fara at atkvøða í
móti – fyri soleiðis at spæla samgong
uni eitt puss.
Soleiðis er politikkur. Tað hevur
størri týdning at leggja samgongum
fótonglar, enn at reka skynsaman
politikk.
Nógv bendir á, at Javnaðarflokk
urin av øllum ikki stendur saman í
hesum máli. Har sigast fleiri ting
menn vera, sum kunnu fara at at
kvøða ímóti.
Soleiðis kann tað eydnast and
støðuni, at skapa samgonuni ein
trupulleika við hesum máli, tó at mál
ið ikki er eitt samgongumál. Men av
tí at Sonja Jógvansdóttir er farin úr
Javnaðarflokkinum, og av tí at hon
fór í sjálvdrátti við hesum málinum,
vilja tey nýta hetta málið til at seta
kílar í millum Sonju Jógvansdóttir og
Javnaðarflokkin/samgonguna. Og tað
kann væl fara at eydnast.
Tað verður nógv tosað um »rætt«
og »skeivt« og um »synd« og »ólevnað«
í sambandi við samkynd. Tað er nógv,
sum fordøma samkyndleika, og sum
tí stríðast við hond og fót ímóti hesi
lógarbroyting.
Hóast átrúnaður hevur stórt vald í
Føroyum, so er heldur ikki semja um,
hvussu stór »synd« tað er at verða
samkynd og samkyndur.
Í vikuskiftisblaðnum segði hval
biarprestur, at hann vónaði, at lógin
verður samtykt. Hann segði, at fólk,
sum vilja ganga hjúnalag, fara í allar
tíðar at vilja tað, tí tey elska og æra
hvønn annan og vilja geva seg til
hvørnn annan. Og rætt hevur hann,
tá hann sigur, at tað broytist ikki fyri
tað, um tey samkyndu í Føroyum eis
ini fáa hesi rættindi.
Fyri hvalbiarprest hevur tað eisini
týdning at staðfesta, at tey samkyndu
ikki eru øðrvísi fólk. Hann vísti á
týdningin av at vera heilt sonn í okk
ara tilveru – og tá vit hava fólk, sum
kenna seg sum sonn sum samkynd, so
mugu vit loyva teimum tað.
Eins og hvalbiarprestur sigur, so
eru vit øll syndarar í Guds bílæti. Okk
um dámar væl at døma onnur.
Um hetta mál fellir í tinginum
í dag, so verður tað samtykt seinni
kortini. Ein hugburðsbroyting er í
gongd, tað mugu vit bara sláa okkum
til tols við.
Latið okkum tí heldur læra at
síggja okkara egnu syndir. Latið
okkum geva teimum samkyndu hesi
rættindi. Eingin fer illa av at vit lata
nøkrum fáum hesi nátúrligu rættindi.
Fellir málið í dag, so
verður tað samtykt seinni
gevið samkyndum hesi rættindi
Lad
os hejse
flaget
Lars Løkke RAsmussen
tíðargrein síða 8
Brúka
pengar í
heimild
arloysi
Marin katrina
frýdal Síða 8
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Jóannes Eidesgaard, fyrrver
andi løgmaður, er nýggjur
nevndarformaður í Reyða
Krossi.
Aðalfundur var í føroysku
deildini
av
hjálparfelags
skapinum mánakvøldið, har
val av nevnd var á skránni.
Nýggjur limur í nevndini
varð Jóannes Eidesgaard, ið
eisini gjørdist nýggjur for
maður. Hann tekur harvið
við eftir Hjalta í Jákupsstovu,
ið hevur verið formaður í
Reyða Krossi Føroya í fýra ár.
Saman við Hanus Jacob
sen, fyrrverandi nevndarlimi,
tók Hjalti í Jákupsstovu ikki
við afturvali til nevndina.
Nýggja nevndin hevur
skipað seg við Jóannes Eid
esgaard
sum
formanni,
næstforkvinna er Gunnleyg
Durhuus, kassameistari er
Mary-Ann Thomsen, skrivari
er Kristianna Winther Poul
sen og nevndarlimur er Tór
finn Højgaard.
Nýggir varalimir eru Eyr
ith Guttesen Leyni og Katrin
Holm. Frá sum varalimur fór
Irena Jacobsen.
Fyrrverandi løgmað
ur í Reyða Kross
– Nú várið er komið, eru
alt fleiri súkklur at síggja í
ferðsluni. Bæði í bygdum og
óbygdum øki.
Tað
sigur
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd, sum hevur sent
út hesa ávaring:
Fyri at betra ferðslutrygd
ina eiga súkklarar og bilførar
ar at vísa hvør øðrum atlit og
geva pláss. Á vegum møtast
bleyt og hørð ferðsla. Greitt
er, at súkklarar í hesum høpi
eru viðbreknari.
Við seks smáfilmum minn
ir Ráðið fyri Ferðslutrygd
partarnar á at vísa hvør øðrum
atlit og tolsemi. Hetta við boð
skapinum, ’Halt 1,5 metur frá
støðu’. Her verða bilførarar
mintir á at halda 1,5 metur frá
støðu til súkklur, tá teir fara
framvið. Filmsklippini eru av
pendlara, lastbilførara, súkkl
ara,
løgreglu
manni, hýru
vognsførara,
og
Ferðslu
trygd.
Film
irnir
verða
at
síggja
á
www.rff.fo
og á facebook
komandi vik
urnar.
Sum
er
hava vit í Før
oyum
fáar
súkklubreyt
ir, sum merk
ir, at súkklur eru á vegum
saman við bilum. Hetta ger
týdningin av varsemi millum
partarnar tað týdningarmeiri.
Halt 1,5 metra frástøðu
Jóannes Eidesgaard varð mánakvøldið valdur til nýggjan
formann í Reyða Krossi eftir Hjalta í Jákupsstovu