Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Tað rætta er at leggja øll trý sjúkrahúsini í Føroyum undir eina felags leiðslu. Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sam­bands­flokkinum, á lands­fund­inum hjá flokk­ inum leyg­ar­dagin. Hann heldur, at vit skulu varðveita skipanina, har vit hava trý sjúkrahús. – Men fyri at fáa gagnnýtt tey trý sjúkrahúsini sum best, er tað ein fortreyt, at tað er ein felags leiðsla fyri øll trý skjúkrahúsini. – Øll hesi farnu árini, hava vit roynt eina skipan, har sjúkrahúsini hava havt hvør sína leiðslu. Men nú mugu vit ásanna, at tann skipan­in ber ikki á mál, tí tey eru ikki nóg væl samskipað, og tey sam­starva ikki nóg væl, sigur for­maðurin í Sambands­ flokkinum. – Spurningurin er so, hvat virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi. Men tað er eisini ein spurningur, vit ikki sleppa undan at taka støðu til, leggur hann afturat. Bíðilistarnir skulu styttast Bárður á Steig Nielsen held­ ur, at í heilsuverkinum eiga vit at gagnnýta ríkis­felags­ skapin nógv miðvísari enn vit gera nú. Sambandsflokkurin hev­ ur ført fram, at av tí at vit eru í einum ríkisfelagsskapi, er tað ábyrgdin hjá donsku stjórn­ini at tryggja, at heilsu­ verkið í øllum ríkinum er á sama stigi. – Heilsuverkið er felags­ mál í Rikis­felags­skap­inum, og her eiga vit at krevja okkara rætt sum ríkis­borg­ar­ ar, hevur Edmund Joensen, fyrr­ver­andi fólkatingsmaður fyri Sam­bandsflokkin ført fram. Undanfarni forsætis­ ráð­harri, Helle Thorning- Schmidt, var ikki samd í hes­um, tí hon vísti á, at før­ oy­ingar fáa eina veiting úr Danmark á hvørjum ári, og at føroyingar sjálvir gjørdi av, hvussu hon verður brúkt. Men Thomas Nolsøe Danielsen, fólkatingsmaður fyri vinstra, sum var gesta­ røð­ari á landsfundinum hjá Sam­bands­flokkinum, stað­ festir, at Danmark hvílir á eini tryggari vælferðaskipan, har stigi á almannaøkinum og heilsuøkinum er høgt. – Føroyar eru ein partur í danska ríkinum, og tí dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til, at støðið í Føroyum skal vera nakað serliga øðrvísi enn í Danmark, segði hann. – Samstarvið í ríkis­felags­ skap­inum er avgerðandi fyri, um støðið í Føroyum skal vera tað sama sum í Dan­ mark, legði hann afturat. – Eg eri samdur við Sam­ bands­flokkin í, at vit hava eina felags ábyrgd av at tryggja, at støðið er so áleið tað sama í øllum ríkinum segði Thomas Nolsøe Danielsen. Bárður á Steig Nielsen sigur, at í hesum sambandi heldur flokkurin, at tey, sum verða rakt av sjúku, skulu hava trygd fyri at fáa eina skjóta viðgerð. – Tað merkir so eisini, at tað skulu ikki vera nakrir ser­ligir bíðilistar til tær ymsu viðgerðirnar. Málið er, at tey, sum verða sjúk, skulu í mesta lagi bíða ein mánað eftir at sleppa til kann­ingar, og eftir tað, skulu tey í mesta lagi bíða ein mánað eftir at sleppa í við­gerð. – Tað merkir frá tí, at ein er sjúkur, til viðgerðin er byrjað, skal tað í mesta lagi ganga tveir mánaðir, sigur Bárður á Steig Nielsen. Hann sigur, at ber ikki til at gera kanningar, og at fara undir viðgerð i Føroyum, skal sjúk­lingurin verða fluttur á eitt danskt sjúkrahús. – Og eru bíðilistarnir í Før­ oyum ov langir, skal súk­ling­ urin fáa tilboð um at verða kannaður og viðgjørdur í Danmark, hóast tað annars kann gerast í Føroyum. Fyrimunur Bárður Nielsen ásannar, at í fyrstu syftu ferð hetta at kosta, men í longdini fer tað at vera gagnligt fyri sam­ felags­búskapin. – Í prinsippinum skuldi tað ikki kosta meiri at við­ gjørt sjúklingar ein mánað eftir at sjúkan hevur rakt, enn tað hevði kostað at viðgjørt teir eitt hálvt ár aftaná. – Hinvegin er tað ein stórur fyrimunur fyri ein­ stak­lingar, familjurnar, og sam­felagið fólk verða við­ gjørd skjótt, og koma aftur á ar­beiðs­marknaðin sum skjót­ast. Bárður á Steig Nielsen stað­festir, at Sambands­ flokk­urin fer framvegis at halda fast um, at danska rík­ ið skal røkja sín part av út­ reiðsl­unum, tí heilsuverkið er ikki yvirtikið málsøki. – Men nú ríkisveitingin er fast­fryst, minkar parturin hjá dønum av útreiðslunum til felags útreiðslur, og tí skal ríkis­veitingin tiðnast aftur, og leggjast í sína natúrligu legu, tí tað er ein rættur, vit hava í ríkisfelagsskapinum, sigur Bárður á Steig Nielsen. ØLL TRÝ SJÚKRAHÚSINI SKULU SAVNAST UNDIR EINA LEIÐSLU Ongin føroyingar, sum verður sjúkur, skal bíða longri enn tveir eftir at fáa viðgerð VIÐGERÐARTRYGD TVEIR MÁNAÐIR – Tað skal ongantíð ganga longri enn tveir mánaðir frá tí, at ein sjúklingur ferð til lækna fyrstu ferð, til viðgerðin skal byrja, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum Mynd: Áki Bertholdsen Tey eru ikki nóg væl samskipað