týsdagur 15. mars 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað ber væl til at tvífalda
okkara útflutning. Og tað ber
væl til at fáa 1000, kanska
enntá 2000 arbeiðspláss aft
urat í fiskivinnuni
Tað staðfesti Bárður á
Steig
Nielsen,
formaður
í
Sambandsflokkinum,
á
landsfundinum hjá flokk-in
um, leygardagin.
Hann sigur, at verður okk
ara fiskivinna samanborin
við onnur lond, sum hava
fríhandil við ES, ber til at fáa
eini 1000, ella kanska enntá
2000 arbeiðspláss afturat í
fiskivinnuni.
Her er als ikki bara talan
um
ólærda
arbeiðsmegi,
men eisini um teknikarar av
alskyns slagi, og onnur væl
útbúgvin fólk.
Og Bárður á Steig Nielsen
heldur als ikki, at hetta er
veruleikafjart
yvirøvur,
tí hann vísir á, at bara á
virkinum, sum Christian í
Grótinum samtakið í Klaks
vík keypti í Týsklandi at nið
ursjóða makrel, arbeiða 160
fólk.
– Og hevði tað borið til at
roykt laks í Føroyum, hevði
alivinnan uttan nakran sum
helst iva, farið undir tað.
Men tollforðingar við ES
gera, at tað ber ikki til. Tískil
verður
føroyskur
laksur
fluttur til Danmarkar at
verða royktur, fyri síðani at
verða fluttur aftur til Føroy
ar í handilsdiskarnar her.
Samstarv ella
heingikoyggjan
Bárður á Steig Nielsen sig
ur, at hugsjónin hjá Sam
bandsflokkinum er, at Før
oyar skulu fara frá at vera
rávøruframleiðari
til
at
verða matvøruframleiðari.
Flokkurin
hevur
lagt
uppskot fyri Løgtingið um,
alt fyri eitt, at taka samráð
ingar upp við ES, um frían
handil, uttan at vit missa
ræði á fiskiríkidøminum ella
fiskivinnupolitikkinum.
Fortreytin fyri at ný
skipa fiskivinnuna og fáa
hana til at vaksa, er at fáa
betri atgongd til tann ríkasta
marknaðin, ið er ES-markn
aðurin.
– Í dag mugu føroyskar
fyritøkur gjalda upp í 25 pro
sent í tolli fyri at flyta mat
vørur á marknaðin í ES, og
tað loysir seg sjálvandi ikki.
– Tí flyta føroysk arbeiðs
pláss til Týsklands, og tað
fara vit at síggja meira av,
verður onki gjørt beinan
vegin, sigur formaðurin í
Sambandsflokkinum.
Hann heldur, at ein frí
handil við Evropa eigur í
minsta lagi at kunna tvífalda
útflutningsvirði Føroya, sum
í dag er á leið seks milliardir
krónur.
– Men í dag er tað soleiðis,
at útlendingar fara avstað
við virðinum, sum vit føroy
ingar sjálvandi skulu hava.
Bárður á Steig Nielsen
ásannar kortini, at nú Sam
bandsflokkurin er í and
støðu, hevur hann avmark
aðar møguleikar til at ávirka
politikkin beinleiðis.
– Tí hava vit hug til at vita,
um tað ber til at samstarva
við samgonguna um hesi
mál. Men treytin er sjálvandi,
at Sambandsflokkurin skal
hava ávirkan og fáa síni
fingramerki politikkin, legg
ur hann dent á.
– Avbjóðingin er, at Før
oyar í løtuni hava eina loys
ingarsamgongu, »sum hevur
sett landið á vandakós«, sum
hann málber seg.
– Men alternativið er at
leggja seg í hongikoyggjuni
at grenja, og tað ætli eg mær
so ikki, hvussu leingi vit so
enn sita í andstøðu, sigur
Bárður Nielsen.
– Eg haldi, at fáa vit sam
starva um nøkur mál, og fáa
vit ávirkan, og fáa vit rikið
sambandspolitikk, er sam
starv eina roynd verd, sigur
Bárður á Steig Nielsen.
YVIR 1000 ARBEIÐSPLÁSS
AFTURAT Í FISKIVINNUNI
LANDSFUNDUR SAMBANDSFLOKSINS
TVÍFALDING Útflutningurin hjá føroyingum kann veksa 100 prosent,
og talið á arbeiðsplássum kann fáast at eksplodera
Alt skal
upp á land
í Føroyum
Áki Bertholdsen
Reiðarar skulu ikki fáa
óavmarkaðan rætt til
fiskiríkidømið og bank-
arnir skulu ikki hava
veðhald í fiskiloyvum.
Tað staðfesti Bárður á
Steig Nielsen, formaður
í Sambandsflokkinum,
á landsfundinum hjá
flokkinum
um
viku-
skiftið.
Hann
ger
eisini
greitt, at ræðisrætturin
til føroyska tilfeingið
skal verða á føroyskum
hondum.
Samstundis ger for-
maðurin í Sambands-
flokkinum
greitt,
at
fiskiríkidømið er ogn
Føroya fólks. Men hin
vegin kunnu reiðarar
fáa ein brúksrætt til
fiskiríkidømið
í
eina
ávísa tíð, men tað er ein
brúksrættur, teir skulu
gjalda fyri.
– Soleiðis kann vinn
an gera íløgur undir
tryggum karmum, sigur
hann.
Bárður á Steig Niel
sen ger eisini greitt, at
sambandsflokkurin
góðtekur ikki rullandi
loyvi og óavmarkaðan
ognar- og ræðisrætt til
vinnuna.
Heldur
ikki
skulu
bankar fáa veð í veiði
loyvum, tí tað svarar til
at avhenda ognar- og
ræðisrættin til bankar
nar.
Tvørtur
ímóti
vil
Sambandsflokkurin
byggja á grundregluna
um, at fiskivinnan skal
vera rikin eftir mark
naðartreytum, uttan at
fáa rakstrarstuðul, og á
burðadyggum grundar-
lagi.
Samstundis
skal
tað vera eitt krav, at øll
fiskirættindi á heims
høvunum verða gagn
nýtt
til
fulnar.
Tað
merkir, at allur fiskurin
verður gagnnýttur, og
at alt skal upp á land í
Føroyum.
– Nýggj fiskirættindi
skulu vinnast nær og
fjar, og týdningarmest
av øllum er at alt skal
útflytast sum matvørur,
heldur enn sum rávørur,
sigur Bárður á Steig
Nielsen.
IKKI TREYTALEYST
Vit vilja fegin samstarva við samgonguni. Men treytin er sjálvandi, at Sambandsflokkurin skal hava ávirkan og fáa síni fingramerki
politikkin, gjørdi Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fólki greitt á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin
Alternativið er at leggja seg
í hongikoyggjuni at grenja