Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tann góða tíðin, meðan kvinna er við barn, er eisini ein tíð, har hon finnur út av, hvussu nær­um­hvørvið veit at siga um nógv góð og vælmeinandi ráð, sum hon kann brúka. Hinvegin kann tað vera ørkyml­ andi og frustrerandi at hoyra ym­ iskar meiningar, tengdar at aldri og sannføring hjá teimum, sum koma við ráðunum. Summi ráð tykjast soleiðis avoldað og mótstríðandi. Men, her er eisini nógv vitan á økinum tøk – vitan, sum byggir á kanningar og dygdargóð skjalprógv. Tað nýtist tí ikki at vera so trupult at ansa sær sjálvum og ófødda barn­inum. – Tað eru eingi skjalprógv um ymisk »dadduráð«, sum tað verður rópt. Lakress hevur ávísan týdning, um tú hevur ov høgt blóðtrýst. Alt við máta. Eins og hjá øllum, sum ikki eru við barn, er tað ikki sunt at eta einstáttað, og sumt kann bein­ leiðis vera vandamikið, um tú etur trý kilo av einum slag. Jarðarmóðirin, Mariette Bang, vísir á, at kostráðini, sum kvinnur við barn eiga at fylgja, eru tey somu, sum givin vera fólki í síni heild. – Tað einasta, eg plagi at leggja aftrat, er, at kvinnur ikki skulu eta seks petti av fruktum, men eisini grønmeti. Undantøk eru Tað eru tó nøkur undantøk frá van­ ligu kostráðgevingini, sum kvinnur við barn eiga at hava í huga. – Kvinna við barn eigur ikki at eta 100 gramm av eitt nú tun- ella svørfiski, tí fiskurin kann vera fongd­ur við nógvum kiksilvuri. Held­ur ikki er ráðiligt at eta meiri enn 125 gramm av eystursjóvarlaksi um mánaðin, tí laksurin er fongdur við lutfalsliga nógvum dioxini. Livir og livralýsi kunnu hava stórt innihald av a-vitaminum, sum kunnu skaða barnið. Tí eigur tú ikki at taka hesi, meðan tú ert við barn. Hinvegin kanst tú sakt­ans eta livurpostei. Tú eigur ikki at drekka mjólk, sum ikki er hita-við­gjørd og ost, sum er gjørdur úr mjólk, ið ikki er hitaviðgjørd. Tú eigur ikki at drekka meiri enn tríggj­ ar koppar við kaffi um dagin, og tú eigur at avmarka nøgdirnar av drykkjuvørum, sum hava koffe’in, eitt nú te og cola, sigur jarðar­móð­ ir­in. Smáar og títtar Mariette Bang sigur, at danska Heilsustýrið mælir til, at kvinnur við barn taka ískoyti av folsýru, d-vitaminum og jarni, eins og tær skulu taka ríkiligt at kálki, antin um matin ella sum tilskot. – Tá kvinna við barn tekur til­ skot við jarni, skal hon minnast til, at tilskotið skal takast einsamalt – og ikki saman við øðrum til­ skoti ella máltíðum. Tekur tú jarn­tablettir saman við glasi av appelsin­juice, veksur upptøkan or­ sak­að av c-vitaminunum. Jarn, sum partur av multivitaminum, riggar ikki, tá jarnið ikki verður upptikið optialt í kapping við onnur evni. Mariette Bang viðmælir, at kvinn­ur við barn eta smáar og títt­ ar máltíðir, tá hetta tyngir minni um blóðsukurskipanina. – Tá tú ert við barn, hevur tú longu eina belastaða blóð­sukur­ skipan orsakað av hormonunum í kropp­inum, leggur jarðarmóðirin aftrat. vilmund@sosialurin.fo Tað er hugtakandi, at eitt lítið barn kann veksa í kroppinum, meðan mamman fer til arbeiðis, vaskar klæði og svevur. – Tú kanst hjálpa kroppi tínum og tí ófødda við at ansa væl eftir tær sjálvari Besta byrjan hjá kvinnu við barn HEILSA Níggju góð ráð Skráin – AquaMama – er ment í samstarvi við Giktafelagið í Danmark og finst á heimasíðuni www.gigtforeningen.dk • Níggju góð ráð til kvinnur við barn (og øll onnur): • Et fruktir og grønt – fleiri ferðir um dagin • Et fisk og viðskera úr fiski fleiri ferðir um vikuna • Et epli, rís ella pasta og groft breyð hvønn dag • Ansa eftir sukuri, serliga sodavatni, góðgæti og køkum • Et lítið feitt, serliga mjólkavørur og kjøt • Et fjølbroytt og varðveit normalvektina • Sløkk tosta við vatni • Minst til at røra teg – í minsta lagi 30 minuttir um dagin • Et ikki fyri tvey. Kelda: Heilsustýrið – Kostráðini, sum kvinnur við barn eiga at fylgja, eru tey somu, sum givin vera fólki í síni heild. Tað eru tó nøkur undantøk, sigur jarðarmóðirin, Mariette Bang Hjálpir upp á troyttleika at røra seg – Kvinnur við barn eiga at verða so aktivar í 30 minuttir um dagin, at tær gerast pøstar. Tað snýr seg tó ikki um, at kvinna í sjeynda mánaði skal renna hálvt maraton, sigur Hanne Kristine Hegaard, jarðarmóðir, Ph.d og granskari í týdninginum av rørslu í sambandi við barnburð Kvinna, sum er við barn, eigur at ansa væl eftir sær sjálvari, og hon eig­ur at lurta eftir sínum egna kroppi. – Tú kanst fáa ta kenslu, at rørsla er hørð fyri frammanundan tyngda kroppin, men hetta er ein misskiljing. Rørslan skal bara tillagast tí støðu, kvinnan er í. Tað er gott at røra seg. Hetta hjálpir upp á troyttleikan, sum aftur mink­ar um vandan fyri øðrum trupul­leikum. Við rørslu kemur tú eisini skjótari fyri teg eftir føðing, sigur Hanne Kristine Hegaard. Hon leggur aftrat, at tað eru nógv­ar kvinnur, sum hava spong- og lendapínu, tá tær ganga við børnum, men hetta er ikki vanda­ mikið og merkir ikki, at kvinnur eiga at gevast við rørslu. – Tá sagt verður, at tú eigur at lurta eftir tínum kroppi, snýr tað seg um, at tú kanska skalt gera okk­urt annað enn tað, tú plagar at gera. Tað er ikki vist, at tú skalt halda fram við vanligu rørsluni á sama støði, sum tú plagar. Tað kann vera, at tú heldur eigur at súkkla enn ganga – ella kanska svimja í staðin fyri at íðka aerobic. Hanne Kristine Hegaard sigur, at tað er umráðandi ikki gevast at røra seg. Sjálv hevur hon verið við til at ment tað, sum rópt verður »Aqua­ Mama«, sum er ein venjingarskrá fyri kvinnur, ið eru við barn, og skráin kann saktans brúkast í einari vanligari svimjihøll. Rørsla í 30 minuttir Hanne Kristine Hegaard heldur, at er kvinna ótrygg ella ikki von við at venja, kann tað vera eitt gott hugskot at luttaka saman við venjarum, sum hava eina heilsu­ fakliga útbúgving. – Mælt verður til, at kvinnur við barn eru »moderat« fysiskt aktivar í 30 minuttir um dagin. Hetta merkir, at kvinnan skal vera so aktiv, at hon gerst pøst, men kortini kann føra eina samrøðu undir venjing. Tað snýr seg ikki um, at kvinna í sjeynda mánaði skal renna hálvt maraton. Tað eru tær fægstu, sum gera tað. Hin­ vegin ræður um, at kvinnan hevur tað gott við sínari venjing undir barnsburðinum, staðfestir Hanne Kristine Hegaard. vilmund@sosialurin.fo