týsdagur 15. mars 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálp,
tá góði beiggi mín
Viggo Adolf Holm
Skála
f. 5. des. 1935 d. 21. febr. 2016
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Símun Persson Jacobsen, prest, sangarar og
berarar. Takk fyri blómur og kransar. Takk øll tit,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Ása
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæri bróðir
Jens Mørkøre
f. 10. des. 1950 d. 7. nov. 2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Marjun Kálvalíð, prest, fyri vøkur og
troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar,
berarar, gravarar og tykkum øll, sum bakaðu og
hjálptu so væl til við ervinum. Ein serstøk tøkk til
starvsfólkið á Grønanes heiminum fyri hjálpsemi
og umsorgan, teir dagarnar hann var har.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
krabbameinsfelagið. Hjartans tøkk, til øll tykkum
mongu, sum fylgdu Jens til hansara seinasta
hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Rósli og Jógvan
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið
kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Adelaide Poulsen
Vatnsoyrar
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á Sýnini og í sjúkrahúsverkinum,
sum vóru um hana.
Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina,
fyri heilsanir, blómur, kransar og minnisgávur til
Zarepta.
Tøkk fyri troystarrík orð og tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu henni, í kapellinum og til jarðarferðina.
Vegna tey avvarðandi
Dánjal, Rutt og Ólavur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi
abbi og beiggi okkara
Finnbogi Alfson við Gjónna
f. 9. jan. 1939 d. 12. jan. 2016
so brádliga varð tikin frá okkum.
Tøkk til Hanus fyri góð orð í heiminum og Rutt og
Rakul fyri vakran sang. Takk til Bernhardinu fyri
góð orð í kirkjuni. Tøkk til prestin, Anne Mette,
fyri góða talu.
Takk til manskórið fyri vakran sang.
Takk til øll, sum sendu blómur og kransar.
Takk fyri peningagávur til missiónshúsið Tabor.
Hjartaliga tøkk til øll, sum hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Finnboga til
hansara seinasta hvíldarstað.
Jesus vælsigni tykkum øll.
Vegna tey avvarðandi
Katrina, Alf Richard, Fannhard og Petur
við familju
Tordur J. Niclasen
Forkvinnan
í
Trivnaðarnevnd
løgtingsins er ein
heitur talsmaður
fyri, at samkynd
skulu kunna gift
ast.
Í samband við spurningin um
hvørt samkynd kunnu verða sign-
að innan kirkjugátt sigur hon Í sam-
røðu við Útvarpið 14.03.16 kl. 18.00:
»Eg føli meg trygga í tí, sum verður
sagt frá løgfrøðisligu ráðgevingini...
og eisini frá tí siðvenju sum Bispur
leggur upp til, at kirkjan hevur, at
uppá núverandi tíðspunkt, er tað
ikki møguligt,um so er, at lógin
kemur í gildi, at samkynd par sum
er gift borgarligt kann fáa tað sign
að í kirkjuni«.
Uppá fyrispurning hví málið
er betri viðgjørt enn onnur mál,
svarar hon m.a. »...hetta er nakað
sum brýtur eitt lítið sindur við
eina siðvenju man hevur havt í í
Føroyum.....«
Fyri trimum døgum síðani segði
sama forkvinna í Trivnaðarnevnd
løgtingsins við Útvarpið: »Tað er
sjálvandi at fegnast um, at prestur,
í hesum føri Jens Mortan Morten-
sen, vísir jaligan hugburð at signað
samkynd...«
Hon kennir seg trygga og vísir
m.a. til »siðvenjuna« sum Bispur
leggur upp til, samstundis sum hon
fegnast um, at ein ávísur prestur
vil signað samkynd (hetta sum er
ímóti allari siðvenju) og so kemur
hon til ta niðurstøðu, at tað, at tvey
av sama kyni kunnu giftast brýtur
eitt lítið sindur við eina siðvenju
man hevur haft í Føroyum.
Orðaskvaldur uttan líkað, men
samstundis ein avdúking av, at
siðvenjan, sum hon sipar til, hevur
hvørki eitt ella annað at siga.
Tá man er av teirri áskoðan, at
giftarmál millum mann og mann
ella kvinnu og kvinnu bert brýtur
eitt lítið sindur við eina siðvenju
vit hava haft í Føroyum og at man
samstundis fegnast yvir, at ávísur
prestur vil signað samkynd,ið verða
gift – ja, so er eyðsæð, hvat politiska
ætlanin er í næsta umfari: Sjálvandi
skulu samkynd eisini fáa loyvi at
giftast innan kirkjugátt!! Hví skal
tað verða øðrvísi hjá okkum, enn
tað er í grannalondum okkara ?
Vónandi er tað ein meiriluti á
Føroya løgtingi, sum virðismetir
ta siðvenju sum eyðkent hevur
okkara land til dagin í dag , nevni
liga hjúnaband millum mann og
kvinnu – ein meiriluti, sum við at
fella nevnda uppskot, ið slóðar fyri
vígslu innan kirkjugátt.
Løgtingskvinna fegnast um, at prestur vil signað samkynd
Havnarútbyggingin koyrir í fullari ferð, hóast tað, enn vanta fleiri loyvir frá
myndugleikunum. Eg havi reist spurningin í ovastu leiðsluni á Vaglinum, um ikki
talan er um heimildarloysi, men havi enn einki svar fingið haðani
KJAK
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.