Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HÓPIN AV NÝGGJUM METUM STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI Tað hevur verið eitt hendingarríkt vikuskifti í ítróttinum, har fyrsta FM í svimjing á langgeil hevur verið, føroyameistarar í borðtennis eru útnevndir, Marna Egholm hevur vunnið bronsu í DM og mangt annað. Her eru tey stuttsøgdu tíðindini Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Tað var um reppið at ganga galið hjá Real Madrid, tá ið stjørnurnar úr konga­felag­ num sunnudagin vitjaðu Las Palmas. Heimaliðið javn­aði óvæntað til 1-1 tríggjar min­ uttir fyri tíð, men tveir min­ uttir seinni syrgdi Casemiro fyri 2-1-sigri til Real Madrid. FC Barcelona og Atlético Madrid greiddu sínar skyld­ ur við at vinna 6-0 og 3-0 ímóti ávikavist Getafe og Deportivo La Coruna. FC Barce­lona er oddalið við átta stigum niður til Atlético Madrid, sum so aftur hevur fýra stig niður til Real Madrid. Nú gekk aftur galið hjá Valencia og Gary Neville, sum í sunnudagin mátti leggja rygg til 1-0-tap ímóti aftasta liðnum í La Liga, Levante. Valencia var væl ávegis við trimum sigrum í fýra dystum, men nú hevur liðið so aftur tapt tveir á rað og er nummar 11. PSG er nú, hóast tað eru átta dystir eftir at spæla, franskur meistari. Tað gjørd­ist greitt eftir ein knúsandi 9-0-sigur á útivølli ímóti Troyes, har Zlatan Ibrahimovic skeyt fýra av mál­unum. Juventus og Napoli eru framvegis í kapprenning um italska meistaraheitið eftir hvør sín 1-0-sigur um viku­ skiftið. Juventus er á odda við trimum stigum, meðan Roma við áttanda sigri á rað noktar at geva skarvin yvir. Roma hevur fimm stig upp til Napoli. Brøndby vann sín fyrsta dyst við Auri Skarbalius sum venjara, tá ið teir gulu sunnu­dagin vunnu 1-0 á heima­vølli ímóti Randers FC. Málið skeyt David Boysen. Auri Skarbalius hevur júst tikið við eftir Thomas Frank, sum segði seg úr starvi. Jóan Símun Edmundsson var skaddur og Gilli Rólants­ son sjúkur, tá ið OB og AaB spældu sínar dystir um vikuskiftið. OB vann 3-1 ímóti FC Nordsjælland, með­ an AaB tapti stórt 6-2 á úti­ vølli ímóti FCK. BORÐTENNIS FM í eldra partinum av yngru deildunum var í høll­ ini í Trongisvági sunnu­ dagin. Yngri parturin varð av­greiddur síðsta sunnudag, með­an FM fyri vaksin verður 1. apríl og stóri finaludagurin saman við badminton og judo verður leygardagin 2. apríl. Í dreingjadeildini kann Helgi Ólavsson úr Tvøroyrar Borðtennisfelagi nú kalla seg føroyameistara. Í final­uni vann hann ímóti Róa Hjalta­ son úr Tór. Høgni Heinason úr Tór vann bronsu. Hjá mansunglingum gjørd­ust úrslitini marg­hátt­ iliga lík teimum í dreingja­ deild­ini. Har gjørdist topp 3 nevniliga júst tann sami við Helga Ólavsson sum føroya­ meistara. Fýra tey fremstu í hvørjum aldursbólki vinna seg ein aldursbólk upp, og tí lat hetta seg gera. Í gentudeildini gjørd­ist Maria Albinus føroya­meist­ ari, har hon vann framman­ fyri Anju Wongwai og Báru Guttesen. Tær tríggjar eru allar úr Tvøroyrar Borð­ tennis­felagi. Hjá kvinnuunglingum kann verandi føroya­meist­ arin hjá kvinnum, Durita Fríðadóttir Jensen, nú eisini kalla seg føroyameistara har. Durita, sum spælir við Tór í høvuðsstaðnum, vann framman­fyri Mariu Albinus og Anju Wongwai. FR. ÍTRÓTTUR 7. og næstseinasta umfar í TF-vetrarkappingini varð runnið í Vági leygardagin, har 70 luttakarar vóru við. Eirikur Hansen vann opna bólkin hjá monnum framm­ an­fyri Andrias Hansen og Julian Gregersen, meðan Rigmor N. Arge vann opna bólkin hjá kvinnum framman­fyri Durutu R. á Lofti og Kristu Nielsen. Marna Egholm vann um vikuskiftið bronsu í DM á 10km-teininum, har hon við tíðini 35.17 somuleiðis setti nýtt føroyskt met. Tíðin hjá henni hesaferð var hálvan­ annan minutt betri enn á oyggja­leikunum í summ­ar, har hon vann silvur. SVIMJING Fyrsta FM-kapping nakran­ tíð á langgeil, tað vil siga í 50metra-hyli, hevur verið í Pálshøll í Vági um viku­ skiftið. Fleiri nýggj føroysk met og juniormet vórðu sett. Samanumtøka av teimum sæst niðanfyri: Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimji­felag setti nýtt føroyskt junior­met, tá ið hon í 100m firvalda­ svimj­ing vann gull við tíðini 1:04.75. Hon átti sjálv junior­ metið frammanundan, sum var 1:06.58 frá Reykjavík Inter­national Games í januar. Signhild Joensen úr Ægir setti eisini nýtt føroyskt junior­met, tá ið hon í 50m rygg­svimjing vann gull við tíð­ini 30.64. Birita Debes átti junior­metið frammanundan við 30.68, sum hon setti á Small States-stevnuni í Hafnar­firði í Íslandi í 2010. Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna B. Thomsen og Jana B. Thomsen úr Ægir eiga nú føroyska metið í 4x100m blandaðari svimjing. Við tíðini 4:34.16 kutaðu tær heili 25 sekund av gamla met­ inum, sum Ægir eisini átti frá 2010. Eyðbjørn Joensen, Róland Toftum, Rói Bech og Húni Vestergaard úr Suður­ oyar Svimji­felag settu nýtt føroyskt met, tá ið teir vunnu gull í 4x100m blandaðari svimj­ing við tíðini 4:12.18. Hetta er fyrsta skrásetta før­oyska met á hesum teini. Eitt lands­liðsmet er tó, sum er 4:29.61. Signhild Joensen úr Ægir svam framúr á 100m rygg, tá ið hon vann gull við tíðini 1:04.67. Hetta var næstan eitt sekund skjótari enn gamla metið, sum hon sjálv átti við 1:05.60 frá Reykjavík International Games í januar. Í 4x200m frísvimjing settu Jana B. Thomsen, Ásbjørg Hjelm, Barbara Debes og Signhild Joensen úr Ægir nýtt met við tíðini 8:55.15, sum var ein risastór betring av gamla metinum (9:30.23), ið Ægir sjálvt átti frá seks ár­ um síðani. Somuleiðis í 4x200m frísvimjing settu Marius Ihlen Gardshodn, Birni Sigvardsen, Óli Mortensen og Niels Nattestad úr Havn­ ar Svimji­felagi nýtt før­oyskt met. Tíðin var 8:11.63, sum er væl betri enn gamla metið, ið var 8:44.94. Meðan FM hevur verið í Pálshøll, so hevur Pál Vitalis Joensen sum liður í fyri­ reik­ingunum til OL luttikið í Edinburgh International. Har eydnaðist tað honum at vinna gull á 1.500 metrum. TENNIS Vánaliga gongdin hjá Caroline Wozniacki heldur fram. Í sínum fyrsta dysti í Indian Wells tapti hon 4-6, 7-6 (10-8), 7-5 ímóti Shuai Zhang úr Kina. Danska tennis­drotningin hevur lægstu styrkis­meting í átta ár (25). Kinesiski spælarin er til saman­bering nummar 69.