Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 29. apríl 2016 Stríðið ímóti rættum til samkynd kykn­aði í løgtinginum í 1987. Alt bendir á, at tað stríðið endar í dag – 29 ár seinni Hvussu ber tað til, at mál um javnrættindi millum menniskju fylla so nógv í føroyskum politikki og í kjaki millum manna? Stríðið, sum nú hevur valdað um at geva samkyndum somu borgarlig rættindi, sum onnur menniskju hava – at kunna giftast, er liður í langari tilgongd. Samkynd hava ikki verið vælsædd í før­ oyska samfelagnum – og sum við so nógv­ um øðr­um, sum er óbehagiligt, so hava vit í all­ari friðarligheit útflutt okkara samkyndu til Dan­markar, so vit sleppa frá at síggja tey og hava tey í millum okkum. Kanska bangin fyri, at tey fóru at freista okkum. Á sama hátt bóru vit okkum at ímóti okkara menningartarnaðu medborgarum í nógv harrans ár. Stríðið um javnrættindi til samkynd hev­ ur nú vart í 29 ár. Tað var í 1987, at lands­stýr­ ið hjá Alta P. Dam legði fyri tingið uppskot við kong­iligari fyriskipan at seta í gildi grein 266b í revsilógini. Eingin í landsstýrinum hugsaði nærri um hetta, tá tað var fyri á landsstýrisfundi. Men tá málið var komið í tingið raknaðu Niels Pauli Danielsen og Tordur Nicalsen úr Krist­iliga Fólkaflokkinum sum við kaldan dreym. Eldur kom í grindina, og alt sam­fel­ag­ið var á gosi. Hvat var tað, sum Alti P. Dam, løg­maður, vildi: Ætlaði hann veruliga at blá­stempla sið­loysi í Føroyum? Endin varð, at alt Løgtingið – uttan Karin Kjøl­bro – feldi uppskotið. Føroyar vóru ikki búnar at tosa um samkynd í 1987. Árið eftur var aftur galið við Kristiliga Fólka­flokkinum, tí nú vildu Alti Dam og teir gera eina lóg um javnstøðu millum kvinnur og menn. Kravið frá teimum kristiligu var tað sama, men nú segði Atli P. Dam kortanei. Tí slitu teir Kristiligu samgonguna. Tað sum henda skal í dag er tí endin á hes­um stríðnum um javnrættindi fyri samkynd, sum byrjaði í 1987 – og sum áðrenn tað púrasta varð tagt burtur. Føroyar hava so nøkulunda vant seg viðtankan um, at kvinnur skulu hava somu rættindi sum menn. Kanska vit eisini fara at venja okkum við, at samkynd eisini fáa borgarlig rættindi. So fingu samkynd og kvinnur umsíðir javnrættindi Stríðið í politisku skipanini í Føroyum fyri at geva teimum samkyndu somu rættindi, sum onnur hava, byrjaði í 1987, tá landsstýrið legði fyri tingið ta seinni so víðagitnu broytingina í 266b. Kristiligi Fólkaflokkurin kravdi, at málið varð afturtikið, og tí feldi løgtingið uppskotið. Árið eftir var aftur stríð, hesaferð um javnstøðulógina, sum landsstýrið vildi hava samtykta. Tað endaði við, at Kristiligi Fólkafólkaflokkurin fór úr landsstýrinum, tí javnstøðulógin var – eins og 266b av tí ónda. Síðani kenna vit rokið um aldarskifitið, sum var um hesa vælsignaðu grein 266b í revsilógini, sum gjørdi tað ólógligt at happa samkynd. Tað fekk Tjóðveldi at skrædna, og Kartsen Hansen at blíva miðfloksmann. Tì er tað eitt langt eljustríð, sum kann enda í dag (í skrivandi stund hevur 3. viðgerð ikki verið). Tað eru 29 ár síðani fyrstu orrustuna um javnrætt til samkynd – og 28 ár fyri stríðið fyri javnrætt millum kvinnur og menn. 29 ára at geva samkyndum rættindi Ein 29 ára long tilgongd Rættindi til samkynd ja og nei í senn Les eisini blaðið á telefonini 45% rótakál til fólkið Umafturafturum Høgni Djurhuus Vil broyta bygnaðin í TF samtakinum S6-9 Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður »Eg var tann fyrsti í okkara flokki saman við Lis­beth sum meldaði út í 2002 at samkynd skuldu hava full borgarlig rættindi« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Flagga bara við merkinum Nýtt flaggstríð í Løgtinginum Tá málið um at loyva fólkum av sama kyni at giftast var fyri í tinginum týsdagin birtist eitt nýtt flaggstríð í Løgtinginum. Politisku ung­manna­fel­ øg­ni hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Tjóð­ veldi og Framsókn dem­on­ streraðu uttanfyri, og í tí sam­ band­i­num høvdu tey vundið LGBT flaggið í húnarhátt á Gamla Apoteki. Hesum mótmælti Karsten Han­sen í tingsalinum, og endin var, at Páll á Reynatúgvu, løg­ tings­formaður, gav boð um at LGBT flaggið skuldi takast nið­ur – og so varð gjørt. Visti tú? At arbeiðs­loysið í Før­oy­um í dag er 587 fólk – tað er 2,27 prosent