Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 4 Fyri einum mánaði síðani boðaði Janus Gunnarson frá, at nýggja hugskot hansara, Myndaboks, hevði fingið pláss á Roskildefestivalinum og nú hevur hann gjørt avtalu við tveir tónleikafestivalar afturat í Danmark Í hesum sambandi er endamálið at tryggja, at útlendingalóggávan verður handhevjað til fulnar, og at eftirlitið verður hert, so at ófriðarfólk ikki sleppa inn í landið, sigur Poul Michelsen í einum kunningarskrivi. Hetta er enn eitt stig í royndunum at forða fyri, at limir í Sea Shepherd, ella limir í øðrum felagsskapum, sum vilja forða okkum at drepa grind, yvirhøvur sleppa at seta fótin á land í Føroyum. Poul Michelsen sigur, at reglurnar á útlendingaøkinum eru soleiðis, at verða útlendingar, sum ætla sær til Føroya, mettir at vera til vanda fyri lóg og landa­ skil, kunnu myndugleikarnir sýta teimum at koma til landið. Og eru teir longu kom­ nir til landið, kann innferðarloyvi verða tikið frá teimum aftur, so at teir verða sendir avstað aftur. Harumframt stendur í útlendinga­ lógini, at útlendingar skulu hava arbeiðs­ loyvi fyri at kunna arbeiða í Føroyum, eisini tá ið talan er um ólønt arbeiði. Og landsstýrið metir, at í summum førum kann virksemið hjá mótmælisfólki, sum koma til landið at mótmæla grinda­ drápi, roknast sum arbeiði, og tí fer nú at verða kravt, at tey skulu hava arbeiðsloyvi. Poul Michelsen sigur, at landsstýrið hevur tikið málið upp við danskar mynd- ug-­leikar, sum varða av passeftir­litinum. Hetta er fyri at tryggja, at reglurnar á útlendingaøkinum verða handhevjaðar til fulnar, so at forðað verður fyri, at fólk, sum gera seg inn á okkum, sleppa inn í landið. – Landsstýrið hvørki kann ella fer at forða fólki at nýta rættin at mótmæla. Men mótmælisfólk skulu halda seg innan fyri lógarinnar karmar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Samstundis ætlar landsstýrið eisini sat nokta skipum og bátum, hjá Seapherd, ella øðrum fe­lags­skapum, sum gera seg inn á grinda­dráp, at koma inn á før­oyskt sjóøki. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-15 m/s 2-7 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um dagin millum 5 og 8 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein sunnan og øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og klárt og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, tó okkurt ælið. Hitin um dagin um 9 stig. Um náttina snarar hann vidnin í sunnan og landsynning og frískar upp í stívt andøvsgul til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 2 og 5 stig. Leygardagin Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, men makar síðani vindin. Skýggjað og sum frá líður regn ella ælaveður. Um náttina øtlar hann vindin aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað og út á náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig. 5-10 m/s 10-15 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Gleði meg til glíðibreytina – It's gonna be a hell of a ride. Heðin Mortensen skjeyt týsdagin upp, at uppskotið um at broyta hjúnabandslógina var lagt til fólkaatkvøðu. Hann tók uppskotið aftur, men Bill Justinussen vildi hava tað viðgjørt kortini. Uppskotið fall við 17 atkvøðum ímóti og 16 fyri. (stjm.) almenn atkvøðugreiðsla har ið veljarar landsins atkvøða um ávíst mál (við fyri el. ímóti), fólkaatkvøða var í 1946 um loysing Leygardagin vunnu Neistin og VÍF hondbóltsfinalurnar hjá kvinnum og monnum Um vikuskiftið vunnu Sára Ryggshamar Nysted og Alisa Vestergård úr Susvim hvør síni 14 gullheiðursmerki í svimjing. Ein veljarakanning vísti týsdagin, at lutfallið millum samgongu og andstøðu er óbroytt síðani valið. Sunnudagin koyrdi Sjúrður Olsen yvir um brúnna um Sandá hóast hon ikki er tekin í nýtslu enn Mikunáttina samtykti Føroya Løgting at loyva samkyndum at vígast borgarliga. Tað vil siga, um og tá grein 14, stk 2 í hjúnabandslógini verður broytt. Fólkaatkvøða« Myndaboks eisini á Smuk og Distortion MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt krónur er um árið lønin, sum fráfarni nevndar­formaðurin, Gunnar í Liða, hevur fingið gjøgnum sín leiklut í TF Holding. 1.112.000 MANGT OG HVAT Visti tú? At 46 ferðamanna­ skip koma til Føroya í ár? Made in Klaksvík