hósdagur 28. apríl 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
6
– Tað skal vera vatn
tætt skott millum tey
ymsu partafeløgini í
samtakinum, bæði millum
móðurfelagið og dóttur
feløgini, og eisini millum
øll dótturfeløgini, sigur
Arni Brattaberg, nevndar
formaður í TF Holding
PERSÓNSSØGA
RÓGVI NYBO
H
ósdagin í farnu viku
var nevndarval til
TF Holding, sum er
móðurfelagið í Føroya
størsta samtaki. Tríggir nevndar
limir stóðu fyri vali, Annika Waag,
Jan Müller og Jákup Egholm
Hansen. Teir báðir seinnu vóru
stuðlar hjá Gunnari í Liða, sum
í nógv ár hevur verið nevndar
formaður í TF Holding.
Annika Waag var ein av stuðl
unum hjá Arna Brattaberg, sum
eftir lutakast gjørdist nevndar
formaður í TF Holding, eftir at tað
stóð á jøvnum í nevndini millum
hann og Gunnar í Liða. Stuðlarnir
hjá Gunnari í Liða fullu báðir við
nevndarvaldið hesa ferð. Annika
Waag varð hinvegin vald aftur í
nevndina, saman við Birgir Nielsen
og Karl Birgir Isaksen, sum báðir
eru nýggir í nevndini.
Tá saman um kom valdi Um
boðsráðið, ið umboðar allar trygg
ingartakararnar í P/F Tryggingar
felagið Føroyar, sum saman eiga alt
TF Samtakið, eina broytingarkós.
Og broytingar fara vit nú eisini
at síggja í TF Samtakinum, sigur
Arni Djurhuus Brattaberg úr Vági,
ið stendur sum nevndarformaður í
TF Holding eftir at nývalda nevnd
in hevði skipað seg aftaná fundin
hósdagin.
Stórur heiður og ábyrgd
Arni Brattaberg greiðir frá, at tað
er ein stórur heiður hjá honum at
verða valdur til nevndarformann í
Føroya størsta samtaki. Men hann
er samstundis eisini greiður yvir, at
tað fylgir ein ógvuliga stór ábyrgd
við at sita við róðrið í einum sam
taki, sum umsitur so stór virði. Ser
liga tá tú verður settur í stólin fyri
at fremja broytingar í mun til tað,
sum hevur verið áður. Men hvussu
fara eigararnir og føroyingar sum
heild at merkja, at ein annar maður
nú skal standa á odda fyri nevndini
í TF Holding og harvið eisini øllum
TF Samtakinum?
– Ja, tað er ein stórur heiður
og ein stór ábyrgd at sita við. Nú
eru vit sjálvandi ein nýggj nevnd
og nýggjur formansskapur (har
Ingeborg Godtfred er næstfor
kvinna, red.), og hava ikki havt
okkara fyrsta nevndarfund enn. So
vit skulu fyrst hava okkara fyrsta
nevndarfund og tosa saman um,
hvørjar ítøkiligar ætlanir vit skulu
seta í verk.
Men tað er greitt, at hetta er ikki
eitt samtak, tú spælir við. Hetta
er eitt samtak, har vit skulu hava
bæði samtakið sjálvt, starvsfólkini,
okkara kundar og eisini alt tað
føroyska samfelagið í huga, tá vit
fremja broytingar, greiðir Arni
Brattaberg frá.
Formaðurin
ynskir broytingar
Upp til nevndarvalið í farnu viku
hevur nógv verið tosað um bygn
aðin í TF Samtakinum, og hava
vit í Sosialinum eisini fleiri ferðir
viðgjørt bygnaðin. Serliga hava
vit víst á vandarnar við, at somu
fólk ganga aftur í fleiri nevndum
og stjórasessum, og sostatt eisini
skulu hava eftirlit við sær sjálvum.
Hetta er ikki eitt
samtak, tú spælir
við. Hetta er eitt
samtak, har vit
skulu hava bæði
samtakið sjálvt,
starvsfólkini,
okkara kundar
og eisini alt tað
føroyska sam
felagið í huga,
tá vit fremja
broytingar«
Framhald á næstu síðu
MYND: TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR
Hóast tað neyvan verður talan um eina kollvelting av øllum
samtakinum, er longu nú greitt at nýggja nevndin í TF Holding
fer at fremja broytingar í bygnaðinum. Eitt nú skal verða liðugt
við at somu fólk ganga aftur í øllum nevndunum, stendur
tað til nevndarformannin í TF Holding, Arna Brattaberg
VIL
BROYTA
BYGNAÐIN
TF Samtakið
Arni Brattaberg