Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 40 Eru brennivín, vín og øl neyðug? Kunnu vit ikki bara liva lukkuliga uttan tey? Fyrra svarið er ja, tað seinna nei. Uttan brennivín var til dømis eingin stór list av nøkrum slagi. Tað vóru tveir menn, sum hvørg­ in spýtti í glasið, men fyltu tað aft­ur so hvørt, sum vunnu annan heims­bardaga. Ein avhaldsmaður og gras­átari tapti. Og sum tað stendur skrivað uttan á einum vertshúsi mitt í Reykjavík: Alcohol because no great story has started with someone eating a salad. Júst tað. Einki stórt er komið burtur úr einari skál av káli og rótum, rótakáli. Nógv eru tó tey, sum royna at billa okkum inn og sannføra okkum um, at gras er gott fyri heilsuna. Ja, kanska heilsuna hjá djórum, øðrum djórum enn okkum menniskjum. Yndisvertshús mítt í Reykjavík er afturlatið, sjálvandi. Og har er nú enn eitt stað fyri útlendsku ferðafólkini, ein matstova, sum selur authentic icelandish dishes. Sum ein segði við meg har inni, meðan vertshúsið enn var: hingað fara menn, áður enn Þeir fara. Higar fara menn, áðrenn teir fara (doyggja). Kanska eru tey øll farin, deyð, sum brúktu dagar sínar og kvøld síni har. Tí er hugnaliga ølstovan eisini farin. Spurdi í matstovuni, sum nú er har, men tey vistu ikki. Reykjavík er annars eins og Keyp- mannahavn ein frálíkur býur at vitja. Munurin er tann, at í Reykjavík fært tú frið fyri horum og biddarum. Havi fyrr skrivað um alkohol og skapanargávur, gávur til okkum øll. So latið okkum fara til onkran annan ævigan sannleika. Fólka-kirkj­ an, sum sigst vera Guds agentur fyri øll, vil bæði víga og signa okkum hundheidnu ateistar. Men ikki sam­ kynd, sum pent biðja faðirvár hvørt kvøld, áðrenn tey sjálvur annar ella sjálv onnur balla seg. Men eingin fær fevnt øll. Einki ella eingin, sum byrjar við fólka, er fyri øll fólk ella alt fólkið. Tað eitur bara so. Fólkaræði, fólkarættur, Fólka­ flokkur. Bara í fólkatalinum eru øll við, vónandi. Fólkating. Bara fólka­tóm er fyri øll. Fólkaatkvøða, my ass. Møsn og edrúiligt tvætl. Aftur til veruleikan. Vit eiga at bjóða muslimum til Føroya, flóttafólk ella ikki. Tað er okkara skylda sum fólk í einum ikki fólkaríkum fólkaræði. Nógv hús í útjaðaranum standa tóm, so vit fáa hýst teimum. Vit gera ikki sum pávin, kasta lut, men taka í móti teimum, sum vilja koma higar. Vónandi eru tey nógv. Tey, sum halda ella siga nakað annað, eru hjartaleysir rasistar, kaldir bæði vár og summar í allari upphitingini. Vit eiga eisini at lokka rabiatar islamistar hendanvegin. Vit hava ongan rætt at gera mun á muslimunum. Øll er vælkomin. Tað er eisini gott hjá okkara egnu trábeitnu kristnu at fáa kapping og kvalifiserað mótspæl. Ein fundamentalistisk hólmgonga, sum vónandi endar við javnleiki, tvíføldum tapi. So er friður fyri teimum religiónunum eina tíð. Orð móti svørði, hvat er spískari? Bók móti bók, hvør hevur hvassari bløðini? Fordøming móti fordøming, hvør rakar flest og meinast? Javnleikur. Eingin vinnari. Hóskandi at berjast ólavsøkudag, tá vit fagna, at ein kristin kongur, sum drap frá hond, sjálvur varð dripin. Ella vit lata Danmark avgera, um fólk flýggja til Føroya. Nógv eru flýdd úr Føroyum. Pávin tók ikki flóttafólkini, hann hevði við aftur til Italia, við sær inn í Vatikanið. Har er ikki rúmd fyri øðrum en katolikkum. Latið bara søguna doyggja. Vit læra einki av henni kortini. Tjóðsangurin er ein sálmur, so vit eru væl fyri og líða onga neyð, hóast øll kæra sína neyð. Nígið bara niður í bøn, so lagar alt og øll seg. Skál fyri tí. 45% rótakál til fólkið Allan Enghamar Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Sølumaður Bústaður: Tórshavn Hvat ætlaði tú at vera, tá tú bleivst vaksin? Ongantíð havt nakran ávísan dreym, men eri sera glaður fyri útbúgving mína sum sølufólk. Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár? Havi gongd í einum spennandi projekti, vónandi gongur hetta upp í eina hægri eind og kemur ígjøgnum. Enda setningin: Allir føroyingar kunnu vera samdir um, at... … veðrið í Føroyum er tað mest sjarmerandi í øllum heiminum. Hvør er tín fyrimynd og hví? Foreldur míni. Uttan tað tey hava verið fyri meg hevði verið ringt. Teirra treiskni og áhaldni er uttan teirra líka. Hvat er eitt eydnuríkt lív? At hava lív og heilsu í lagi og góða familju og fantastiska damu. Hvat er seinasta gávan, tú gav damuni? Gangi ikki so høgt uppí materiellar gávur. Men hálsketa var nokk seinasta gávan av tí slag. Annars royni eg bara hvønn dag at verða henni ein góður sjeikur. Hvat er tað seinasta góða ráðið tú fekk? Ein góður vinur segði mær einaferð »Always bet on black«. Hetta brúkti eg í tipping av 2 dystum har liðini í svørtum vunnu. Um tú kundi sungið ein sang í X-faktor, hvønn hevði tú valt? Í hvítum klædningi og gránaðum hárið, »Lady« hjá Kenny Rogers. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg... … eg havi lyndi til at eta meir enn mær tørvar. Hvør er seinasta stuttliga uppliving hjá tær? Havi nógvar stuttligar upplivingar saman við mínum starvsfeløgum. Ótrúliga stuttligt var eisini at kunna vera við at vinna 3-2 leygardagin á FC Suðuroy, eftir at hava verið aftanfyri 0-2 í hálvleikinum.