Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan ARge Kjak síða 13 Her ligg­ur al­ mik­ið á láni Sosialistisk ung Kjak síða 13 Gevið teimum tenninar aftur Í 100 ár hava føroyskar kvinnur og ogn­arleys havt valrætt til løgtingið. Tað var í 1916, at vallógin varð broytt soleiðis, at tað ikki longur bara skuldu vera menn, sum einsa­ mall­ir gjørdu av, hvør skuldi um­ boða okkum á tingi. Fyri ta tíð – síðani 1908, høvdu kvinn­ur havt valrætt til komm­unu­ val – og til fólka­at­kvøð­una í 1907 um rús­drekka­bannið sluppu kvinn­ur­ nar eisini at atkvøða. Men tað skuldu ganga 59 ár til tann fyrsta kvinnan, Jona Hen­rik­ sen, fekk fast sæti á Føroya Løgtingi sum vara­fólk fyri landsstýrismann – og 62 ár til fyrstu kvinnurnar vórðu vald­ar beinleiðis á ting, í 1978, tá Jona Hen­riksen og Karin Kjølbro vórðu vald­ar. Um so er, at allar kvinnurnar, sum vald­ar eru á ting síðani 1978, vórðu sitandandi har, so høvdu tær ikki fylt allar sessirnar í Løg­ting­i­ num, tí vit hava tilsamans bara valt 31 kvinn­ur á ting. Tað skuldu haldast 17 løg­tings­val, har kvinnur høvdu valrætt, til vit tordu at velja fyrstu kvinnurnar á ting. Hendan sera drúgva hug­burðs­ broyt­ingin í Føroyum hevur verið tung. Fyri at kvinnur skulu fáa vald, so skulu menn missa vald. Og hó­ ast kvinnur høvdu møguleikan frá 1918 til 1974, so hendi tað ikki, og tað kunnu vit valla lasta kvinnu­num. Tí her kravdist ein nógv størri hug­ burðs­broyt­ing, enn at fáa kvinnur at velja kvinn­ur. Her kravdist nakað av flokku­num, og tað vóru menninir, sum stýrdu flokkunum. Í kjalarvørrinum av fyrstu kvinn­ u­num á tingi birtist tosið um javn­ støð­u­lóg. Tað varð av monnum lýst sum tað ónda – og øll vápn vórðu tik­in í nýtslu at forða hesum – sjálvt Halga­bók varð nýtt í stríðnum. Tað uppskotið fall í 1979. Í 1988 royndi landsstýrið at fáa javn­støðu­ lóg­ina samtykta í Løgtinginum, men tað gekk heldur ikki – og samgongan skrædn­aði. Kristiligi Fólkaflokkurin kundi ikki góðtaka hetta uppskotið frá lands­stýrinum og rýmdi. Í 1994, tá Føroyar høvdu fingið sín fyrsta og higartil einasta kvinnuliga løg­mann, eydnaðist kortini at fáa javn­støð­u­lógina samtykta á tingi. Tað er ikki full semja millum ting­fólk um, at javnstøðulógin er av tí góða – men hon hevur ávirkan er eyð­sæð. Og eins eyðsæð er tað fyri tey flestu, at tað hevur týdning, at bæði kyn­ini eru nøku­lunda javnt um­boð­að, har avgerðirnar verða tikn­ar. Best var, um ikki var neyðugt við javn­støðulóg og kynskvotering. Men so búgv­in eru vit ikki. Við søguni í huga, so skulu serlig stig takast fyri at náa málinum fulla javnstøðu mill­ um kyn­ini í Føroyum. 100 ár og 31 kvinnur valdar Tað gongur illa hjá Løg­tingi­ num at veita privatum fjøl­ miðlum eina hjálpandi hond. Í fleiri ár hava skiftandi lands­stýri arbeitt við, hvussu bøt­ast kann um støðuna. Privatu miðlarnir hava í mong harrans ár gramt seg um ójøvnu kappingina við al­menna Kringvarpið um hand­ils­lýs­ing­ar­nar. Men lítið hjálpti. Hetta var ein so mikið góð inn­ tøku­kelda fyri Kringv­arp­ið, at Menta­mála­ráðið vildu heldur strimbra lýs­ing­a­søl­ u­na, so hon náddi upp á 10 milliónir krónur um árið. Tað var ásett í public service sáttmálanum. Landsstýrið, sum sat, vildi broyt­ingar. Bjørn Kalsø legði uppskot fyri tingið, og peng­ ar vórðu játtaðir á fíggj­ar­ lóg­ini. Men semja fekst ikki í ment­an­ar­nevnd­ini, og upp­ skotið varð súltað, tá løg­ting­ ið fór í summarfrí, og játtaðu tvær mill­i­ón­ir­nar fóru aftur í stór­apott. Søgan endurtók seg hjá hes­um landsstýrinum. Hes­ a­ferð eydnaðist tó at tryggj­ að Kring­varp­i­num hægri inntøku við at kring­varps­ gjald­ið verð­ur kravt inn um­ veg­is skattin. Eisini hevur løg­ting­ið við lóg tryggjað, at hand­ils­lýs­ing­ar verða ver­ andi í Kringvarpinum, men at inntøkurnar faraí lands­ kass­an. Men at lata nakað útaftur til priv­atar miðlar, tað gekk ikki. Tí hevur mentanarnevnin gjørt sama nummar, sum í fjør – og súltað upp­skot­ið frá Rigmor Dam, lands­stýr­is­ kvinnu, sum sostætt er fallið burt­ur. Saman við uppskotinum um miðlastuðul hevur løg­ ting­ið súltað átta onnur mál – sum eisini eru dottin burtur. Fingið til vana at súlta miðlastuðulin Tað tók 17 løgtingsval til fyrstu kvinnurnar komu á ting Ein ungur maður í tjúgu­ num kann í morgun takka hægri maktum fyri, at hann enn er á lívi. Í øllum førum var tal­an um óvanligt hepni, tá hann sunnudagin varð funn­in, eftir at hann hevði koyrt út av vegnum á Oyggj­ar­ vegn­um, og varð fastur í bili­num. – Vit fingu eina frá­boð­ an klokkan 12.55 í gjár um, at ein bilur var farin útav vegn­um millum Mjørkadal og inn­koyringina til Sorn­ felli. Fráboðanin kom frá ein­um ferðafólki umborð á mjólka­bilinum, ið hevði eitt gott sýni oman gjøgnum hag­an, og sá ein bil, ið lá á taki­num. Um viðkomandi ikki sat so høgt, so hevði hann neyvan sæð bilin, greið­ir vakthavandi frá. Longu fimm minuttir seinni var løgreglan á staðn­um, og stutt eftir var bæði sløkkilið og sjúkra­bil­ ur á staðnum. – Í bilinum var ein ung­ ur maður, ið sat fastur í bili­num. Vit vita ikki hvussu leingi hann hevur ver­ið har, men meta, at tal­ an hevur verið um tveir til fýra tímar. Um hetta mundið, so stríddist hann ímóti kuldanum eftir at hava verið har í fleiri tímar, sig­ur vakthavandi. Bilførarin er enn inn­ lagd­ur, men vakthavandi upp­lýsir, at hann er utt­an fyri lívs­vanda. Sat fastur í bili í fleiri tímar