Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Nú Løgtingið fór heim í summarfrí, vóru fleiri stór­ mál avgreidd í seinastu viku. Mesta fokus var sjálv­andi á broytingarnar í hjúna­ bandslógini, men Løg­tingið við­gjørdi eisini játt­anar­ karm­arnar fyri komandi árini. Talan er um ómetaliga stór tøl. Fíggjarlógin skal eft­ ir uppskotinum til játtanar­ karmar javnviga við sløk­um 4,8 milljardum krón­um. Uttan íløgur, so fara 330 milljónir krónur at leypa av, men við íløgunum verður av­ lopið um 50 milljónir krónur. Talan er í stóran mun um eina framskriving av teimum tølum, sum kend eru í dag, men aftanfyri nøkur onnur tøl ber til at síggja part av ætlaði politikkinum hjá sam­ gonguni. Uppskotið, sum er eitt upp­skot til samtyktar, hev­ur verið til viðgerðar í fíggjar­ nevndini og í álitinum, sum er skrivað millum 1. og 2. við­gerð, sæst heilt greitt, at ósemja er millum andstøðu og samgongu um gongdina og framtíðarútlitini fyri før­ oyska búskapinum Samgongan Meirlutin í fíggjarnevndini umboðar samgonguna. Meir­lutin er Ruth Vang, for­ mað­ur, Framsókn, He­lena Dam á Neystabø, Javn­aðar­ flokk­urin, Kristin Michelsen, Javn­aðarflokkurin, og Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi. Tey siga, at støðan í før­ oyska búskapinum sum heild er góð og at av­bjóð­ing­ar­nar liggja í at tryggja lang­tíðar­ haldføri. Tað er í grundini tað sama, sum fíggjarmálaráðið sigur í viðmerkingunum til upp­skotið. Meirlutin sigur eisini, at samgongan hevur sett sær fyri at reka ein fíggjar- og búskaparpolitikk, sum skal gera sveiggini í búskapinum minni enn tey higartil hava verið. Í álitinum sigur meirlutin í fíggjarnevndini eisini, at samgongan hevur lagt eina kós í politikkinum, sum ger trivnaðin í landinum betri. Hetta fyri at eggja ungum fólki at koma aftur hendan vegin – eisini tá ið tey hava verið burtur og nom­ið sær útbúgvingar. – Hóast góðu búskaparliga støðuna í løtuni, er neyðugt við átøkum, sum kunnu tryggja langtíðarhaldførið í búskapinum. – Samgongan arbeiðir mið­víst við nýskipanum inn- an fiskiviunnupolitikk, pen­ sjón og heilsuverk. Neyðugt verður, at ítøkilig stig verða tikin á hesum økjum, sigur meirlutin í nevndini. Aldurssamansetingin kom­andi árini hevur við sær, at útreiðslurnar fara at vaksa frá inntøkunum, um ikki neyðug átøk verða framd. – At pensjónirnar frá 2012 eru forskattaðar, hev­ur lagt stein oman á hesa hald­ førisbyrðu, sigur meirlutin í fíggjarnevndini. Andstøðan Bárður Nielsen, Sambands­ flokkurin, Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, og Bill Justinus­sen, Miðflokkurin, um­boða andstøðuna í fíggj- ar­nevndini. Minnilutin er púra ósamd­ur við meirlutan í nevndini um, at forskatting av pensjónini ger tað verri, at fáa langtíðarhaldbari í bú­skapin. Teir vísa til, at inn­tøk­ur­ nar av forskattingini kom­ andi árini fara at vera betri enn tað sum gamla eftir­ skattingini hevði givið. Minnilutin vísir á út­rokn­ ingar hjá ónevndum, óheft­ um fíggjarserfrøðingi. Sami ónevndi fíggjarserfrøðingujr sigur eisini, sambært minni­ lutan í fíggjarnevndini, at pensjónsskattingin støðugt fer at fylgja talinum á eldri. – Hetta vísir samstundis, at ávaringarnar um, at peng­ ar fara at mangla í at fíggja eldraøkið í framtíðini, eru ógrundaðar, sigur minni­ lutin. At politikkur skilir and- støðu og samgongu sæst eisini í málinum um at skerja grundupphæddina í fólka­ pen­sjón­ini. Í samband við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2016 sam­tykti samgongan at lækka skattafríu grund­upp­ hædd­ina í fólkapensjónini og í staðin hækka út­gjaldi úr Samhaldsfast eftir­lønar­ grunn­inum. Borgarligi minnilutin í fíggjarnevndini er harmur um hesa umlegging av pen­ sjónunum: – Orsøkin til hesa dára­ gerð ímóti pensjónistunum kann tí ikki vera annað enn ein roynd hjá sitandi sam­ gongu at flyta útreiðslur av fíggj­arlógini til aðrar a­l­ mennar kassar at gjalda, fyri at betra um úr­slit­ið á fíggjar­ lóg­ini. Rokningin verður skriv­að til pensjónistarnar og borgaran annars, sigur minni­lutin í fíggjarnevndini, Ósemja um politikkin Tað er ikki altíð tað sæst so væl, men í álitinum og orða­skiftinum um fíggjar­ karmarnarí ár kom rættuliga greitt fram, at samgongan er teir sosialistisku flokkarnir, meðan andstøðan er teir borg­ar­ligu flokkarnir. At virðini hjá vinstra og høgra kanska eru nakað broytt gjøgnum árini, sæst eisini. Nú er tað borgarligu flokk­arnir, sum halda fast um, at allir pensjonistar skulu hava somu grund­upp­ hædd í pensjónini. Tað er ikki so langt síðani, at politikkurin var, at hvør eisntakur borgari skal spara upp til egna eftirløn. Hinumegin siga vinstra­ flokkarnir nú, at tað er betri at vit øll gjalda inn í ein sam­ haldsfastan grunn, sum síð­ ani letur eftirlønina út til øll. Og at hendan eftirløn verð­ur skattað við útgjaldi. Uppskotið til játtanar­ karmar er eitt uppskot til sam­tyktar, so tað skal bert hava tvær viðgerðir í ting­ in­um. Løgtingið samtykti upp­ skotið við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Samgongan og andstøðan eru rúkandi ósamd um, hvussu búskaparliga gongdin er og hvussu hon fer at laga seg komandi árini ÓSEMJA UM GONGDINA Í BÚSKAPINUM KOMANDI ÁRINI Lánsveitarar krevja stór almenn veðhald Løgtingið bant seg í seinastu viku til at veðhalda fyri, um ferðslan verður ov lítil í tunnlinum millum Eysturoy og Streymoy Bðarður Nielsen og hinir úr andstøðuni síggja øðrvísi uppá á búskaparliga haldføri Ruth Vang, Framsókn, er forkvinna í fíggjarnevndini Árni Gregersen Allir flokkar hava gjørt semju um, at undirsjóvartunlar skulu gerast millum Eystur­ oy og Streymoy og millum Streymoy og Sandoy. Í fyrstu lógini um hes­ar tunnlar hevur tað al­menna bundið seg til tryggja eina minstu ferðslu í tunli­num millum Sandoy og Streymoy. Tað vil siga, at verður ferðslan minni enn mett, so hev­ur landskassin skyldu at gjalda tað, sum kemur at mangla í. Umsitingin hevur nú mett, at tá ið hendan trygd­in ikki er tann sama í tunli-num millum Eysturoy og Streym- oy, so kann hetta fara at gera lánitreytirnar fyri lánini, sum skulu fíggjað tunl­arnar, gerast heldur verri. Tað vóru umboð fyri all­ar flokkar á tingi, sum løgdu uppskotið fram. Um or­søkina til, at hetta upp- skotið verður lagt fram, siga tey sjey umboðini fyri teir sjey flokkarnar: – Í sambandi við at P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur verið í samráðingum við lánveitarar um at fíggja verk­ætlanina at byggja Eystur­oyartunnilin og Sand­ oyar­tunnilin, hevur ivi tikið seg upp um, hvussu langt heimildin hjá lands­stýris­ mann­inum at veita trygd fyri minstu ferðslu røkkur. Soleiðis sum Sam­ferðslu­ mála­ráðið tulkar áset­ing­ ina í § 5, stk. 4, hevur lands­ stýrismaðurin ikki heimild at veita trygd fyri ferðsluni í Eysturoyartunlinum, men einans í Sandoyartunlinum. Trygdin fevnir ikki um byggi­skeiðið, tá ið váðin er størs­tur. Kaj Leo ímóti Í tingsalinum var tað serliga fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, Sam­ bands­flokkurin, sum talaði ímóti at veita eitt veðhald til lánveitararnar. Hann vísti á, hvussu ógvus­ligar avleiðingar al- menn veðhald kunnu hava fyri føroyska samfelagið og segði eisini, at undir teimum politisku samráðingunum, sum hann var við til, sum sam­gonguleiðari, so hevði hann alla tíðina hildið fast við, at ongi veðhald skulu lat­ast. Nú stendur í lógini, eftir at hon var broytt fríggja­ kvøldið: »Stk. 4. Heimilað verður lands­stýrismanninum at hækka partapeningin í felag­ num ella at veita felagnum trygd fyri minstu ferðslu í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum til fígg­ ing av báðum nevndu tunl­ um.« Hendan heimildin ger, at landið má gjalda, fara vit at koyra minni enn mett gjøg­ num undir­sjóvar­tunn­ilin mill­um Eysturoy og Streym­ o­y. Í viðmerkingunum verð­ur sagt, at koyra bert 5000 bilar ígjøgnum um sam­døgrið í mun til teir 6.000, sum mett, so fer tað at kosta lands­ kassanum áleið 20 milljónir krónur um árið. Landsstýrismaðurin við samferðslu, hevur nú fingið størri heimild og kann veita eitt slag av veðhaldi til teirra, sum læna okkum pening at byggja undirsjóvartunlarnar fyri