týsdagur 3. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sunnudagin var 1. mai, altjóða ar
beiðaradagurin, og var hesin dagur
fagnaður ymsastaðni í landinum –
eins og kring heimin.
Fríggjadagin var eisini ein ser
ligur dagur í Føroyum, tá Løgtingið
samtykti ríkislógartilmælið um, at
tvey fólk av sama kyni kunnu gift
ast borgarliga.
Júst hetta málið var orsøkin til,
at Sonja Jógvansdóttir, beint sum
samgongan varð skipað, tók seg úr
Javnaðarflokkinum.
Hon hevur verið mikið fagnað
fyri at hava megnað at fáa Løg
tingið at samtykkja málið um at
samkynd kunnu giftast. Og rætt
er tað, at málið helst kom skjótari
ígjøgnum politisku skipanina við
tað, at hesa fýra løgtingskvinnur
nar løgdu tað fram, heldur enn um
landsstýrið gjørdi tað.
Tá atkvøðugreiðslan varð av,
spurdi útvarpið Sonju Jógvansdótt
ir, um hon nú fór upp aftur í Javn
aðarflokkinum, nú flokkurin allur
og samgongan høvdu samtykt upp
skotið. Men so verður ikki, segði
Sonja.
– Tá eg eri farin, so eri eg farin og
komi ikki aftur, segði hon.
Sonja man – eins og Annika Ol
sen – fara at læra, at einki er stat
iskt í politikki – og mangan verður
bitið í súra eplið.
Men Sonja Jógvansdóttir er í
somu støðu, sum fleiri onnur fak
felagsfólk, sum hava verið vald á
ting, hava verið í. Tey støðast ikki
í flokki.
Tað sóu vit við Verkamanna
fylkingini, sum varð stovnað vegna
beinleiðis misnøgd við Javnaðar
flokkin, sum tá hevði 10 fólk á tingi.
Úrslitið varð, at Javnaðarflokkurin
varð hálveraður – og trý fólk vórðu
vald fyri Verkamannafylkingina.
Tað var ein katastrofa fyri Javn
aðarflokkin – men tað var tað eis
ini fyri arbeiðararøsluna, tí tey trý
fólkini í Verkamannafylkingini
sótu so illa um sátt, at fylkingin
syndraðist og upploystist.
Enn hava hvørki Javnaðarflokk
urin ella Sonja Jógvansdóttir sagt,
hvat tað er, sum skilir partarnar.
Tí ber heldur ikki til at taka dagar
ímillum, hvør hevur rætt og hvør
hevur órætt.
Men tað er løgið, at tað eru fólk
ini, sum verða vald í fakfelagsanda,
sum hava ringast við at standa
saman øksl móti øksl, tá tey eru
komin á ting og fram at valdinum
í Føroyum.
Eingin hevur vald einsamallur
í politikki. Sonja Jógvansdóttir og
Javnaðarflokkurin skylda veljara
num eina forkláring:
Er Sonja happað úr Javnaðar
flokkinum, ella er talan um eitt
stríð um ein landsstýrisess?
Veljarin hevur betur uppiborið
– verkamaðurin og verkakvinnan,
sum trúgva uppá, at tey kunnu hava
ávirkan á, hvussu samfelagsvirðini
verða býtt.
Hví hava fakfelagsfólk so ilt
við at standa saman í politikki?
ilt við at standa saman
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nú eigur Asta í víðagitnu kioskini á Vagli
num í Havn, at fáa riddarakrossin.
Tað heldur havnarmaðurin Árni Helms
dal, sum á Facebook vísir á, at nú eru tað
ikki bara embætisfók og politikarar, sum
fáa riddarakrossin, men eisini nógv vanlig
fólk, sum eru sermerkt, eitt nú handilsfólk,
ítróttarfólk, listarfólk og sjónleikarar.
Og hann heldur, at nú skulu vit prika
til makthavararnar og skjóta upp fyri
teimum, at Asta í kioskini átti at fingið
krossin.
– Hon er mentað og hevur verið til so
stóra gleði fyri alt Føroya fólk í 68 ár.
Hon er handilsfólk og hevur verið
ein almennur persónur øll hesi ár við
fyrimyndarligum trúfesti. Og sum 86 ára
gomul er hon enn í kioskini hvønn dag,
skrivar hann.
Hann heldur, at tað hevði verið meining
í at givið Astu Riddarakrossin.
Hann vísir á, at øll kenna Astu, men
øll kenna ikki øll tey, sum hava fingið
riddarakrossin.
Hann heldur, at eitt annað gott høvi
kundi verið, at havt eitt hátíðarhald
uttanfyri kioskina, tá ið Margretha,
drotning, kemur higar í summar og so
kundi Asta fingið krossin tá.
Gerið Astu
til riddara
Mánamorgunin 2. mai 2016 doyði
Kjartan Hoydal 74 ára gamal og eftir
í fleiri ár at hava verið plágaður av
herviligari sjúku. Hann var í nógv ár
millum teir fremstu og hægst skatt
aðu serfrøðingarnar í sambandi
við fiskivinnu og fiskivinnupolit
ikk – bæði í Føroyum og í altjóða
høpi.
Foreldrini vóru Maria Lou
isa, fødd Falk-Rønne, og Karsten
Hoydal. Tey fingu fýra børn – Egil,
tvíburarnar Gunnar og Kjartan og
Anniku.
Kjartan
leyk
studentsprógv
í Sorø og las síðani lívfrøði við
serligum
atliti
til
fiskarí
og
fiskivinnu á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn. Áðrenn hann í
1971 flutti aftur til Føroya, arbeiddi
Kjartan í tvey ár hjá Danmarks
Fiskeriundersøgelser, og eftir at
vera fluttur heim var hann í ellivu
ár og fram til 1982 á Fiskirann
sóknarstovuni. Longu 1982-1983 var
hann í starvi hjá ICES. Onkuntíð
undirvísti hann í Hoydølum, og
hann var hendinga góður lærari.
Í 1986 umskipaði landsstýrið hjá
Atla Dam umsitingina av fiskivinn
uni. Lýst varð eftir fiskivinnustjóra,
og Kjartan Hoydal varð settur í
starvið, sum hann røkti fram til
1996. Tá fór Kjartan at starvast
uttanfyri landoddarnar. Fyrst var
hann aðalskrivari í NORA – North
Atlantic Cooperation – í fimm ár
og fram til 2001, og síðani var hann
í stívliga tíggju ár – fram til í juni
2011 – í starvi hjá NEAFC, sum hevur
høvuðsskrivstovu í London, hagar
Kjartan flutti at búgva.
Fyri fýra árum síðani var Kjart
an Hoydal gestur í fýra Meg minn
ist sendingum hjá Jógvani Arge í
útvarpinum. Tá greiddi hann frá
sínum sera fjølbroytta og ógvuliga
virkna arbeiðslívi og eisini frá
barnaárunum
og
ungdómsáru
num. Hann var føddur í Danmark
12. september 1941.
Eftir kríggið búði familjan í
Klaksvík eitt skifti, tá ið pápin ar
beiddi hjá Kjølbro, og síðani fluttu
tey til Havnar, tá ið pápin fekk starv
á fiskivinnustovuni í Tinganesi. Tá
búsettist familjan uppi á Hálsi í
Havn. Eitt skifti miðskeiðis í fimm
ti árunum vóru tey í Latínamerika,
har pápin í ST høpi arbeiddi í
Ekvator.
Í
lestrarárunum
var
Kjart
an uppi í politiska útisetalívi
num. Hann varð ongantíð valdur
í politisk álitisstørv, men bæði í
Keypmannahavn og eftir at hann
var fluttur aftur til Føroya, duldi
hann ongantíð, at hann var vinstra
hallur loysingarmaður, og hann
luttók nógv í samfelagskjakinum
við væl skrivaðum og grund
aðum sjónarmiðum um sítt fak og
so nógv annað. Saman við fleiri
løgfrøðingum var hann miðskeiðis
í níti árunum við til at skriva álitið
um nýggja stýrisskipan.
At Kjartan var bersøgin um síni
politisku sjónarmið forðaði ikki
fyri, at hann var hátt virdur sum
embætismaður, og hann arbeiddi
sum dynamiskur fiskivinnustjóri
saman við landsstýrismonnum í
fiskimálum úr fleiri flokkum.
Tíðliga í tíðini tosaði og skrivaði
Kjartan um burðardygga menning
og um stovnsrøkt. Tað vóru neyvan
populerastu sjónarmiðini at bera
fram millum reiðarar og fiskimenn,
men kortini dugdi Kjartan væl at
beganga seg millum hesar, og hann
luttók ofta í útvarpssendingum,
orðaskiftum og pallborðum um júst
hesi evni.
Kjartan var tvær ferðir giftur. Í
fyrru giftu við Gunvør D. Hoydal
eru børnini Annika, Høgni, Katrin
og Marita. Í seinnu giftu við Ingun í
Skrivarastovu er dótturin Tóra.
10 ára
royndir
við hita
pumpum
Hákun Hansen
Kjak síða 12
Einki
eftirlit
við slátri
Tíðindi
Síða 11
Kjartan Hoydal er farin