Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Marita, ein kend havnarmynd, er farin um sýnuna. Fórt tú tær ein túr gjøgnum havnargøtur, møtti tú ofta hesi kviku, blídligu og glað­ lyntu kvinnuna. Marita var dóttir Signu Magn­ us­sen, fødd Arge, og Jaspur Magn- us­sen av Tvøroyri. Abbi hennara var tann vælkendi jarnsmiðurin av Argjum, Sigmund Arge, og omman var Margretha úr Dali í Havn, hon varð rópt Gretha. Marita vaks upp í Dr. Jakobsens gøtu í teimum lítlu reyðu húsunum við síðuna av grót­ húsunum, ið abbin sjálvur bygdi. Tær vóru tvær systrar. Mar­ gretha, sum varð rópt Gugga, ið var nøkur ár eldri, giftist til Vestmanna. Hon doyði fyri nøkrum árum síðan, og saknaði Marita hana nógv. Mostrar hevði hon fleiri, og eru tær vælkendar havnarkvinnur, m.a. sum limir í Kvinnufelagnum og sum kirkjuráðslimir. Ein teirra var Liffa Gregoriussen, sum í nógv ár hevði handilin »Sóljan«. Í gróthúsunum hevði Betty Arge privatskúla. Hon hevði fyrst skúla í Bøgøtu, og tá foreldrini doyðu, flutti skúlin í barnaheimið og gingu millum 15 og 20 børn í skúla hjá henni. Mostirin Maria Baier, eisini rópt Mia, var lærarinna í Tórs­havn- ar Kommunuskúla. Sjálv bregður Marita ikki burt­ ur úr ætt. Hon hevur verið kirkju- ráðslimur í Vesturkirkjuni í nógv ár, og tey flestu sum skrivari. Eftir lokið studentsprógv ar- beiddi hon á skrivstovuni hjá Poul Hansen, og meðan hon var har, spurdi Jóhanna Dahl hana, um hon ikki kundi hugsað sær at farið til Danmarkar at læra til laborant, tí tað var tørvur á tí her í Føroyum. Hon so gjørdi, og bleiv hon sostatt fyrsti føroyski laborantur, og komu skjótt fleiri henni á baki. Hon var við til at menna laboratoriið á Lands­sjúkrahúsinum. Tað bleiv henn­ara lívsstarv, og tað má hava verið gott at hava havt ein slíkan arbeiðsfelag sum Maritu, og kom hon ígjøgnum sítt arbeiði og blíð- lynta verumáta at kenna nógv fólk. Eftir tað at hon var givin sum laborantur, arbeiddi hon eina tíð á deildini hjá Pál Weihe, yvirlækna, fyri Arbeiðis og Almanna heilsu. Hon hevur verið í nógvum ym- iskum nevndum. Tá Eldraráðið í Havn var stovna fyri 12 árum síðan, var hon fyrst valdi limur, og var hon formaður í fleiri ár. Marita giftist við Rasmus Jo­ hannesen úr Mykinesi, og fingu tey trý børn: Trinu Miu, Jaspur og Janet Fríðu. Ommubørnini eru 9 í tali og langommubørnini 3. Tit vóru henni til stóra gleði, m.a. savnaðust tit hjá henni hvønn leygarmorgun til morgunmat. Marita ferðaðist nógv bæði í arbeiðsørindum og í frítíðini, og bjóðaði hon ofta allari familjuni út at ferðast til gleði fyri tey. Tey vóru bæði í Noregi og Italia fleiri ferðir. Henni dámdi eisini væl at ferðast í Føroyum, serliga var tað Mykines og Hestur, sum stóðu hennara hjarta nær. Kom prátið inn á kríggið í 1940, segði hon ofta frá um tíðina í Koll­a­firði. Eftir tað, at trolarin Lin­coln City bleiv bumbaður á Havn­arvág (meiningin var nokk at bumba oljutangarnar), flýddu nógv havnarfólk úr Havnini út á bygd, og búðu Marita og tey tá í Kollafirði eina tíð. Marita og eg vuksu upp í sama grannalagi. Hon 6 ár eldri enn eg, so vit spældu ikki saman, men eg minnist einaferð, eg slapp við, tá hon og Kirstin Bech, dóttir gamla djóralæknan, fóru niðan í gamla svimjuhylin, sum var í Havnará í Gundadali. Eisini minnist eg nógv fólk, sum fóru um jarnportrið, sum abbin hevði gjørt, inn í Gróthúsini og tey lítlu reyðu húsini, sum Marita seinni bygdi um. M.a. vitjaðu Palli Gregoriussen og beiggjarnir og Simmi, ið eisini var systkinabarn Maritu ofta mostrarnar. Einaferð fóru mamma og eg inn til Signu og tey, vit skuldu síggja nakað, jú á gólvinum stóð ein figurur í føroyskum klæðum, sum ein av prinsessunum skuldi fáa. Akkurát hvat hon hevði tilevnað, minnist eg ikki, eg haldi, at tað var Kvinnufelagið, ið gav teim­ um donsku prinsessunum før- oysk klæði, men vøkur vóru tey. Sjálv var Marita eisini sera fitt í hondunum, hon broderaði vestar til allar ommusynirnar, seymaði og bant og gav øllum ommubørnunum føroysk klæði. Vinskapurin millum húsini hjá Sigmundi á Argjum og hjá ommu og abba er mær sagt gongur aftur til grannakonurnar ommu Maritu, Margrethu og ommu mína Amaliu Skála, og vitjaðu tær tíðum hvør aðra. Tá KFUK skótarnir fyltu 50 ár í 1978, var ein framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og í tí sambandi kundi ein tekna seg sum lim hjá gomlum KFUK skótum, og fleiri, sum høvdu verið skótar sum yngri, teknaðu seg, og ein teirra var Marita. Ofta tók hon til: »Mær dámar so væl at koma niðan í KFUK.« Góða Marita, takk fyri vinalag, fyri tíðina sum granni, sum gamlir skótar og sum limir í Eldraráðnum. Vit í 4-Grein takka tær fyri tíð­ ina, ið tú vart okkara millum, og vilja vit enda við einum versi, ið tú sum yngri skóti mangan hevur sungið, og sum mostir tín Liffa Gregoriussen hevur yrkt. Fram um so brattar gøturnar liggja, skulu vit ganga okkara leið, upp móti fjallinum vilja vit hyggja, fjallið tað vísur okkum á leið. Lið móti lið vit skulu fram, aldri vit okkara lyfti svíkja, vit hava fingið tað dýrastu ogn, frá Gudi tú ikki mást víkja. Tit børn hennara við fam. hava átt eina góða mammu, ommu og langommu, sum hugsaði nógv um tykkum, og sum hevði eitt opið heim fyri øllum tykkara. Harrin signi tykkum øll í sorgini. Ása Østerø Nakrar hugleiðingar um Maritu Arge Magnussen f. 18 des. 1934 d. 15 apríl 2016 Ælabogin hevði ein heilt serligan týdning fyri teg. At síggja hann skína yvir Landsjúkrahúsinum, tá vit fylgdu tær til títt seinasta hvíld­ ar­stað her á fold, var eitt klárt tekin til okkum frá tær. Vit fara altíð, at minnast tann tú vart og tað sum tú stóð fyri. Tú valdi at brúka tað, sum hendi tær sum ein møguleika at mennast, og tú fanst eina djypri meining við lívinum. Tú mentist sum persónur og við einum opnum sinni og hjarta loyvdi tú einari nýggja lívsáskoðan og nýggjum fólkum inn í títt lív - og okkara. Tú lærdi okkum at síggja positivt uppá tilveruna, at vóna tað besta og trúgva fult hóast støðan var sera trupul. Tín vilji til lívið var serstakur. Ein kundi blivið bittur og foku­ serað uppá órættvísi – men tú vildi, at vit hugsaðu positivt og varveittu vón­ina. Tú vart so fantastiska sterk. Takk fyri at tú helt okkum uppi! Í gjøgnum sjúkraleguna lærdi tú okkum nógv, men mest av øll­um gavst tú okkum innlit í tína lívs­ áskoðan. Tú gav okkum eina til­vitan um tað, sum veruliga hevur týdn­ ing. Tú gav okkum vón og tú minti okkum á at vera takksom. Vit vilja hervið takka øllum, sum hava hjálpt og teimum, sum hava verið við á hesi ferðini. Takk til tykk­um á Ríkisjúkrahúsinum, P20 á Bispebjerg og Landsjúkrahúsið. Ein serlig tøkk til tykkum á G4, ið vóru so góð við Sólfríð, ið virdu hennara áskoðan til lívið við sjúk­uni, og sum gjørdu, at vit, sum vóru um Sólfríð, føldu okkum heima hjá tykkum. Takk til Sjúklingahotellið Tórshavn fyri allar tær nætur vit búðu har. Takk til tykkum, sum gjørdu jarðarferðina so vakra. Takk til Frelsunarherin fyri bønarhaldið í kapell­inum og vakran hornmusik við grøvina. Takk til Magna fyri eina vakra kórsetan. Takk til Jógv­an Fríðrikson fyri taluna og Kristinu við kóri fyri sangin, sum hevið so nógv at siga fyri Sólfríð. Takk til kirkjutænarar og øll sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri øll tit, ið trú­fast bóðu fyri Sólfríð. Takk til vinfólk hennara sum vitjaðu, hjálptu og gjørdu stuttligu video heilsanirnar, tá ið harðast leikaði á. Ein serlig tøkk til Helenu fyri allar samrøðurnar og bønarløturnar. Takk til Odu og Peter fyri við- gerð­irnar sum Sólfríð fekk tað so gott av. Takk til hjartabólkin. Takk til Løgmansskrivstovuna fyri at tit vóru so stuðlandi, tað hevði so nógv at siga fyri Sólfríð. Takk til tykkum á Dagstovninum á Argjahamri og Jeanette fyri at tit hava tikið tykk­ um so væl av Kristian og dugað so væl at handfara støðuna. Takk til Kristionnu fyri alla hjálpina. Takk tit, ið hava sent heilsanir, skrivað, ringt, latið blómur og tit, ið hava latið peningagávu til Kristian. Takk til tykkum, ið fylgdu Sólfríð til hennara seinasta hvíldarstað. Vit eru tær takksom Sólfríð. Fyri okkum var tú ein ótrúlig inspira­ tión og telist ímillum ein av teimum heilt serstøku. Kristian, Búgvi, Petur, Rigmor, Maria, Kristina og Jóhanna Sólfríð, takk fyri alt f. 19.11.1982 d. 27.02.2016