Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2016 · Nr. 51 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Nú fyrsti triðingurin av Effo- deildini er runnin, hava vit hugt eftir nøkrum av hag­ tøl­unum frá fyrsta triðingi. Vit hava býtt Effo-deildina upp í fleiri ymiskar talvur. Mill­um annað hava vit eftir miðal aldrinum hjá teimum ymisku Effo-liðunum, um­ framt at vit hava funnið teir leik­ararnar sum brúka minst tíð á vøllinum til hvørt málið. Víkingur flestu royndirnar Á talvu 1 sum er yvirlit yvir, hvat lið hevur tann elsta hópin í Føroyum, er odda­ lið­ið, Víkingur, numm­ar eitt á tí listanum. Miðal aldurin í hóp­inum hjá Víkingi er 26,47 ár, sum er ein væl meira roynd­ur hópur, enn tann hjá NSÍ, sum hevur tann yngsta hópin í landinum. Miðal aldurin í hópinum hjá NSÍ er 22,28 ár, sum er eitt nógv yngri tal samanborið við hópin hjá NSÍ í fjør, sum var 24,29 ár. Tað er tó ikki so undrunarvert at hóp­urin hjá NSÍ er so nógv yngri enn í fjør. NSÍ hevur í ár givið møguleikan til fleiri blaðungar leikarar, um­ framt at menn við nógvum royndum eru farnir úr hópinum, samanborið við í fjør. Nevnast kunnu millum annað Andras Gango og Jonhard Fredriksberg, sum báðir eru farnir yvir til Skála at spæla, um­framt fyrr­ ver­andi landsliðs­leikaran, Christian Høgna Jacobsen, sum spældi eitt skifti í seinnu hálvu í fjør. Harafturat hevur ein royndur maður sum Jann Martin Mortensen enn ikki verið á vøllinum higartil í kapp­ingarárinum orsakað av skaða, og er hann tí ikki taldur uppí samlaða talið yvir miðal aldurin. Samanborið við hópin hjá Víkingi í fjør, er hópurin hjá Víkingi í ár eitt vet eldri. Hetta skyldast sjálvandi av, at Víkingur brúkar teir flestu av teimum somu leik­ arunum, sum eru vorðnir eitt ár eldri. Harafturat trekkja tveir royndir menn sum Hans Pauli Samuelsen og Jón Krosslá Poulsen eisini upp uppá samlaða miðal aldurin í hóp­inum, og skyldast alt hetta at hópurin hjá Víkingi í miðal er vorðin væl eldri enn í fjør. Tá vit hava rokna miðal aldurin út hjá feløgunum, hava vit tikið allar leikarar uppí, sum hava verið á vøll­ inum fyri tey ymisku feløgini higartil í ár. KÍ og Skála skikka sær ringast Onnur talvan (Talva 2) er talva við flest sektarstigum hjá teimum ymisku feløg­ unum. Tað er kanska at bíta merki í, at einki av teimum báð­um botnliðunum í deild­ ini, B68 og AB, liggja ovast á tí talvuni. Tað plagar annars at vera nokkso vanligt, at eitt lið í botninum ofta spælir við nógvum frustratiónum, og tí fær fleiri kort enn fleiri av hinum liðunum. Hetta hevur tó ikki verið tendensurin í ár. Higartil í ár deila tey bæði, KÍ og Skála, fremsta plássi yvir flest sektarstig í Effo- deild­ini. Sum heild er kappingin ann­ars merkt av at nógv færri reyð kort eru givin í ár, enn tað vóru tildømis í fjør. Higartil eru givin 5 reyð kort hendan fyrsta triðingin av kapp­ingini. Um vit skulu saman­bera við í fjør, vóru longu fýra reyð kort givin í fyrsta umfarinum av kapp­ ing­ini tá. Og eftir 12 umfør av kappingini í fjør, vóru givin 23 reyð kort, sum er eitt nógv hægri tal í miðal enn í ár. HB áleypararnir teir mest effektivu Mest áhugaverda talvan man vera talvan um hvør leikari brúk­ar fæst minuttir um hvørt málið í Effo-deildini. (Talva 3) Hóast Klæmint Andras­ son Olsen er toppskjútti í 1. Poul Ingason (HB) 4 dystir 2 mál = 0,50 mál í miðal pr dyst. Spælt 161 minuttir Skorar eitt mál hvønn 81 minutt 2. Øssur M. Dalbúð (HB) 5 dystir 4 mál = 0,80 mál í miðal pr dyst. Spælt 333 minuttir Skorar eitt mál hvønn 83,25 minutt 3. Klæmint Olsen (NSÍ) 9 dystir 9 mál = 1 mál í miðal pr dyst. Spælt 810 minuttir Skorar eitt mál hvønn 90 minutt 4. Poul N. Mikkelsen (ÍF) 1 dyst 1 mál = 1 mál í miðal pr dyst. Spælt 90 minuttir Skorar eitt mál hvønn 90 minutt 5. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 9 dystir 7 mál = 0,78 mál í miðal pr dyst. Spælt 740 minuttir Skorar eitt mál hvønn 106 minutt 6. Sebastian Pingel (B36) 7 dystir 4 mál = 0,57 mál i miðal pr dyst. Spælt 478 minuttir Skorar eitt mál hvønn 120 minutt 7. Filip Djordjevic (Víkingur) 9 dystir 6 mál = 0,67 mál í miðal pr dyst. Spælt 763 minuttir Skorar eitt mál hvønn 127 minutt 8. Páll Klettskarð (KÍ) 9 dystir 6 mál = 0,67 mál í miðal pr dyst. Spælt 810 minuttir Skorar eitt mál hvønn 135 minutt 9. Adeshina Lawal (ÍF) 9 dystir 5 mál = 0,56 mál í miðal pr dyst. Spælt 680 minuttir Skorar eitt mál hvønn 136 minutt 10. Róaldur Jakobsen (B36) 8 dystir 4 mál = 0,50 mál í miðal pr dyst. Spælt 666 minuttir Skorar eitt mál hvønn 167 minutt Málfarligastu leikararnir fyrsta triðingin TALVA 3 EFFO-DEILDIN FYRSTA TRIÐINGIN Víkingur liggur nummar eitt, hevur royndasta hópin, brúka fæst leikarar, men gera flest útskiftingar. Í so máta tala tølini fyri Víkingi TØLINI TALA FYRI VÍKINGI Miðal aldurin í hóp­inum hjá Víkingi er 26,47 ár, sum er ein væl meira roynd­ur hópur, enn tann hjá NSÍ, sum hevur tann yngsta hópin í landinum Myndir: Álvur Haraldsen