Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2016 10 Hallur av Rana Serliga millum kaffikennarar, verður hugt eitt sindur niður á tey, ið velja at dálka sítt kaffi við mjólk, men tá tað er sagt, so eru tað fáir kaffidrykkir, ið eru eins hugnaligir sum ein góður cappuccino. Stutt sagt er ein cappuccino ein trið­ingur espresso, ein triðingur kókað mjólk og ein triðingur skúmað mjólk. Tað kann tykjast lætt, men tey eru fá, ið megna at gera ein veru­ligan góðan cappuccino. Tað er nevniliga ein stórur munur millum ein cauppuccino, har kaffi, mjólkin og skúmið ganga upp í eini hægri eind, og ein cappuccino við papp­smakk­andi skúma og ongum kaffi­ smakki. Vit hava vitjað støð í høvuðs­ staðnum og roynt teirra cappuccino. Her er okk­ara meting. TRÝ KRØV: 1: Sjónin: Tað skal síggjast, at onkur hevur gjørt sær ómak við drykkinum. Eingin fær fimm bønir, um einki cappuccino-art er at hóma. 2: Skúmið: Tað skal helst ikki vera sum at stinga tunguna í sukur ella tyggja eitt pappstykki. Í staðin leita vit eftir hasum bleyta, kremuta mjólkaskúminum, ið nærum smeltar í munninum, og gevur nakað eyka til drykkin. 3: Kaffi: Talan er um ein kaffidrykk, so hann skal helst smakka av góðum kaffi. 4: Heildarmeting: Kaffi vigar mest, men blandingurin millum kaffi, skúm og mjólk má eisini vera røtt. hallur@sosialurin.fo CAPPUCCINO HEVUR IKKI TAÐ BESTA ORÐIÐ Á SEG Hvonn í Vágsbotni 35 kr Eitt stórt skuffilsi. Hvussu man kann servera ein cappuccino uttan nakað skúm, er mær ein gáta. Tað ger tað ikki betri, at tann dominerandi smakkurin var mjólk, meðan ein sýrligur kaffismakkur einans hómaðist í eftirsmakkinum. Her er nógv, ið kann gerast betri. Tey fáa 1 í øllum uttan kaffi, har tey fáa eitt 2-tal. Ikki tí, at tað var so gott, men tí at tað eru onnur støð, ið høvdu verri kaffi. Heildin verður eitt 1-tal, tí tað er iva­samt um hetta kann kallast ein cappuccino. Brell 38 kr Drykkurin sær gott út, og myrka skúmið vitnar um, at nokk meira dentur er lagdur á teirra kaffi enn á restina. Raka plett við skúminum, men tað er ov lítið av tí, og hálar tað niður á eitt 4-tal Kaffismakkurin er tó serstakliga góður, og við einum fimm tali, megnar kaffi at hála drykkin upp á 4 bønur. Sjónin: 1 Skúmið: 1 Kaffi: 2 Heild: 1 Sjón: 3 Skúm: 4 Kaffi: 5 Heild: 4 Sjónin: 2 Skúmið: 3 Kaffi: 1 Heild: 1,5 Sjón: 3 Skúm: 4 Kaffi: 2 Heild: 3 Sjón: 2 Skúm: 2 Kaffi: 2 Heild 2 Sjón: 2 Skúm: 1 Kaffi: 3 Heild: 2,5 Sirkus 35 kr Eingin kaffismakkur at hóma. Tað er eitt no-go. Í einum kaffi­drykki, má kaffi smakkast, so Sirkus fær eitt 1-tal fyri kaffi. Drykk­urin sær annars hampiligur út, men skúmið sær heldur greyta­kent út, so sjónin fær eitt 2-tal. Skúmið smakkar væl, men brúnt sukur var koyrt á. Nógv gera tað fyri at pynta um drykkin, men tað eru ikki øll, ið dáma sukursmakkin í sínum kaffi. Manglandi kaffi­smakk­urin kann ikki fyrigevast, og dregur samlaða støðið niður á 1,5. Hev­ur møguleika at vera munandi betri, so tey sleppa undan einum 1-tali. Kaffihúsið 35 kr Er tann nærmasti, ið nærkast latté-art, men er at síggja til alt ov ljósur, og gevur illgruna um, at ov nógv mjólk er í. Skúmið er gott, og smeltar í munninum, men manglar ábendingina um, at talan er um ein kaffidrykk. Illgrunin var ikki uttan heild, tí mjólkin dominerar smakkin, og ger, at Kaffihúsið ikki heilt nær upp til Brell og Smakka. Café Kaspar 35 kr Fyrimunurin við at gera kaffi við eini maskinu, er at man veit hvat man fær. Vansin er, at tað verður aldrin heilt gott. Tað er støðan í Café Kaspar. At síggja til, er hann einki serligt. Skúmið hevur ein ok tættleika, men smakkar ógvuliga søtt. Sum nevnt áðrenn, so skal kundin sjálvur avgera hvussu søtur drykkurin er. Kaffi sjálvt var ok. Ikki gott, men har var hóast alt kaffismakkur. Sum sagt, man veit hvat man fær, og í hesum førinum er tað ein beint undir miðal cappuccino. Smakka 38 kr Hetta er ein opinbering. Ein góður, hyldligur kaffismakkur er tað fyrsta, ið rakar meg, tá eg smakki til drykkin. Skúmið er kremut, og smeltar í munninum. Hetta er ein sonn fragd at drekka. Ein stórur koppur við røttu blanding av kaffi, mjólk og skúmi. Cappuccino-art er tað einasta, ið manglar til trý rein 5-tøl. Magn kaffi 17 kr Einasta veruliga to-go kaffi í Føroyum, men er sum Kafé Kaspar maskinkaffi. Tað er aldrin gott at síggja nógva skúmaða mjólk og tvær plettir av kaffi. Skúmið var sum at eta papp og klistraði fast í gómanum. Tað bilar tí neyvan nakað, tí tey flestu drekka to-go kaffi við lokinum á, so skúmi og kaffi blandast. Ein fínur kaffismakkur, havandi í huga, at talan er um to-go kaffi. Sjón: 4 Skúm: 5 Kaffi: 5 Heild 5 Hvar er besta cappuccino í Havn?