týsdagur 3. mai 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2016
12
Birgith Lassen
Hví byrjaði tú Soul Made?
– Íverksetan hevur altið tiltalað meg.
Tað at skapa nakað og byggja upp eina
fyritøku er nakað, eg brenni fyri.
Hvat hevur verið hæddarpunktið á tíni
yrkisleið higartil?
– Fyri meg persónliga er hæddarpunktið
at vera eigari í sniðgevi í eini fyritøku,
sum vaksur fyri hvørt ár. Og at kvinnur
bæði í Føroyum og útheiminum taka
míni snið til sín. At hava bygt upp eina
fyritøku, sum í dag hevur fýra fólk í
starv – og endaliga at vera leiðari hjá
hesum fantastiska toymi.
Í fjør var Soul Made við í eini móta
framsýnin í Eiffeltorninum í París.
Hetta skal sjálvandi eisini nevnast sum
eitt hæddarpunkt fyri Soul Made. Tað
var ein fantastisk uppliving og super
viðurkenning av Soul Made.
Hvussu sær ein arbeiðsdagur hjá tær út?
– Tað er sera ymiskt. Eingin dagur er
líka. Onkuntíð eri eg í Føroyum og tekni
míni snið, onkuntíð eri eg uttanlanda á
mótaframsýning. Onkrir dagar fara við
fyrisitingarligum uppgávum, og aðrar
dagar passi eg handilin hjá okkum í
Tróndargøtu.
Hvussu er arbeiðsumhvørvið
hjá tykkum í Tróndargøtu?
– Aftaná okkara stóra vøkstur, er tað
blivið í og so trongligt hjá okkum í
handlinum í Tróndargøtu. Tað hevði
verið fantastiskt við einum høli, har
umstøðurnar hjá mínum starvsfólkum
vóru betur – men hóast plásstrot
er tann góði stemningurin altíð í
hásæti í Tróndargøtu. Og tað er tað
týdningarmesta!
Hvørjir eru fyrimunirnir við tínum
starvi?
– Eg havi frælsi til at arbeiða allastaðni
í heiminum. Frælsi at ferðast, har eg vil
og taka mítt arbeiði við mær. Ein annar
fyrimunir er, at eingin dagur er eins – tað
eru so nógvar ymiskar uppgávur sum
skulu loysast hvønn dag – tað er fyri meg
sera spennandi
…og vansarnir?
– Vansarnir eru, at hendan bransjan
koyrur við rúkandi ferð. Tað eru
deadlines allatíð, og tað krevur langar
arbeiðsdagar í lang tíðarskeið. Tað kann
til tíðir vera stressandi.
Hvaðani kemur íblásturin?
– Ein partur av íblástrinum kemur
úr okkara føroysku náttúru og úr
føroyskum bindisiði. Men eg fái
samstundis íblástur, tá eg ferðist til
stórbýir. Mótametropolarnir eru so
ymiskir, og at uppliva tað gevur mær
nógvan íblástur
Ert tú komin har, tú vilt? Ella fert tú
longur?
– Eg vil meir! Men trupulleikin er,
at jú størri fyritøkan blívur, jú fleiri
fyrisitingarligar uppgávur eru. Tað
kann til tíðir vera trupult at stýra tí
kreativa, leiðsluna, tað fyrisitingarliga
og alt í senn. Vit hava hvørt ár støðugan
vøkstur, sum vit eru glað og errin av – vit
fyri at kunna vaksa skjótari, enn vit gera
nú, er neyðugt við einum íleggjara.
Hvørjir fyrimunir eru við at keypa
føroyskt snið?
– Tað eru nógvir fyrimunir! Tá tú keypur
føroyska sniðgávu, ert tú til dømis við til
at skapa arbeiðspláss í Føroyum.
Hvønn er Soul Made sniðgivið til?
– Eg sniðgevi til kvinnuna sum er tilvitað
um móta og góðsku. Kvinnan skal eisini
dáma klæðir sum eru tíðarleys, hava
góðan passform. Og hon skal eisini dáma
klæði sum eru elegant og samstundis rá.
Eru føroyskar kvinnur raskar at stuðla
føroyskum sniðgevum?
– Ja, avgjørt!
EINSAMØLL HEVUR HON BYGT UPP
KLÆDNAMERKIÐ SOUL MADE, SUM SEINASTU
ÁRINI HEVUR MØTT VIÐURKENNING BÆÐI HER
HEIMA OG Í ÚTLONDUM. HON HEVUR TOSAÐ VIÐ
BEINTU POULSEN FYRI AT FINNA ÚTAV, HVUSSU
TAÐ ER AT VERA SNIÐGEVI BURTURAV
Ein fesk
og føroysk
fashionista