Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2016 14 Laksaspjót við sitrónsós Føroyskur laksur er viðurkendur sum besti og sunnasti laksurin í øllum heiminum. Tí verður okkara laksur eftirspurdur av heimsins fínastu matstovum. Latið okkum vera errin av hesum – og latið okum eisini minnast at njóta, at tað er so ómakaleyst hjá okkum at fáa fatur á hesum fiski, sum allur heimurin vil hava ein part av. Laksastykkini hjá Bakkafrost finnur tú í flest øllum kølidiskum í Føroyum. Laksastykkini eru skorin júst soleiðis, at ein pakki er nóg mikið til tvey fólk. Bíligt, lætt at fáast við, sunt og vælsmakkandi! Og minst til: Heilsumyndugleikar viðmæla, at vit skulu eta fisk tvær ferðir um vikuna, UM UPPSKRIFTINA Til hesa uppskrift hava vit valt eitt sera simpult tilhoyr – orsøkin er, at vit vilja lata laksin tala fyri seg. Rætturin hevur ein frískan og lættan sitrónsmakk, sum hóskar seg væl til laksin. Hesin rætturin egnar seg sera væl til eitt vikuskiftiskvøld, har maturin bara skal vera eitt vet lekrari – men samstundis er rætturin so skjótur og lættur, at hann hóskar seg sera væl sum nátturði í gerandisdøgunum eisini. Børnini fara at elska at fáa matin borðreiddan á spjóti! Fyrireikingartíð: 20 minuttir Steiki- og kókitíð: 20 minuttir Í alt: 40 minuttir. UPPSKRIFT: 4 fólk Laksaspjót: 4 laksistykki frá Bakkafrost ½ sitrón 3 fet hvítleykur 1 spsk paprika 1 spsk ólja 4 spsk birkes Salt pipar Sitrónsós: ½ sitrón 100 gr smør 3 spsk olivinólja Salt Dild ella onnur krúddurt Tilhoyr: 800 gr epli Tilfar: Grillspjót Soleiðis gert tú: • Tak laksin upp at tiðna nakrar tímar undan • Tendra ovnin á 200 hitastigum • Ger av, hvussu tú vilt hava eplini – kókaði, bakaði ella morlaði. Alt hóskar til henda rættin. Reinsa eplini og set tey at kóka ella koyr tey í ovnin. • Sker laksin í fýrakantar á 2x2sentimetrar. Set tey smáu laksastykkini á grillspjótini. • Rør saman ólju, salt, pipar, paprika, sitrón og pressa hvítleykin í blandingina. Smyr blandingina á laksaspjótini. Hetta er tín skundmarinada. • Drússa sesamfræ á laksaspjótini • Set spjótini á eina rist í ovninum og lat laksin baka í 20 minuttir. Um tú grillar laksaspjótini skulu tey hava ein minutt á hvørjari síðu – um tú gevur teimum meir, verður fiskurin turrur. • Meðan laksurin er í ovninum hitar tú smør, ólju, sitrónsaft, salt og frískt dild í eini lítlari grýtu Servera eplini við sitrónsósini og hav laksaspjótini afturvið. Vælgagnist ;-)