Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-03, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2016 16 Eg havi ruddað og sorterað mær øll pyntitingini. Nógv er givið til ymiskar endurnýtsluhandlar, men okkurt liggur eftir, ið eg havi vónir um at kunna nýta aftur á ein øðrvísi hátt. Hendan bakkan úr træi vildi eg sleppa at nýta aftur, og hugsaði mær samantvinna sól og suðurlendskar kenslur saman. Skógvarnir hjá dóttrini, Leu, manglaðu eitt kærkomið stað í gongini, so eg setti mær fyri, at bakkin skuldi húsa hennara skóm – kanska ikki so praktiskt, men vónandi sindur pyntiligt. Eg leitaði mær oman í fjøruna og har fann eg suðurlendsku kensluna millum gággur, steinar og angan av tara. Valdi mær ymsar vakrar steinar og goggur at taka heim við. Væl vaskað varð alt lagt í bakkan. NÚ HEVUR FRELLAN EITT ØĐRVÍSI PLÁSS TIL SÍNAR SKÓGVAR »Ger tað sjálv« Orð og myndir: Henrietta Hammer 1 2 3 SKAPA MIÐJARÐARHAVSSTEMMNING VIÐ STEINABAKKA!