týsdagur 3. mai 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2016
20
Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir
úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja
spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn
mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum:
RABARBULIV
FYLGJARAR: 1,413
Rabarbuliv er ein havnadama sum
deilir myndir úr sínum gerandisdegi.
Rabarbuliv kallar seg sjálva fyri
vakurleikanjótara; í øllum førum er hon
ein vakurleikaspreiðari! Hennara vangi á
Instagram er á tremum við myndum av
lekrum børnum klødd í Mini Rodini og
myndir úr teirra vakra, minimalistiska
heimi mitt í Havn. Vit elska Rabarbulív!
BYREYDBERG
FYLGJARAR: 923
Hvør elskar ikki vakrar bundnar
troyggjur. Hvør elskar ikki eitt vakurt
heim. Hvør elskar ikki vangan hjá
Byreydberg á Instagram? Byreydberg er
ein garvaður Instagrammari, sum veit
akkurát, hvussu myndirnar skulu takast.
Byreydberg er búsitandi í Klaksvík og
út frá Instagram, livir hon av binda
blomstir, binda troyggjur og mammast.
Fylg Byreydberg um tú vilt hava lekrar
myndir av lekrum køkum, lekrum
børnum og lekrum heimum.
THEWHITEHOUSE.FO
FYLGJARAR: 190
Thewhitehouse.fo er nýggi næmingurin
í flokkinum. Vangin hevur enn bert
190 fylgjarar á Instagram, men hevur
tó longu deilt eina rúgvu av myndum.
Myndirnar hjá Thewhitehouse.fo eru
sum oftast av einum lítlum, ljósum húsi
í Hvalba. HON hevur gitt seg framm
til, at persónurin aftanfyri vangan, er
sami persónur sum ger glaslist undir
navninum Mikkalina Glas. Vit kunnu
viðmæla henda vangan, um tú leitar eftir
íblástri til eitt ljóst, simpult heim við
føroyskum dámi.
HON ER EISINI Á INSTAGRAM
FYLGJARAR: 232
Kvinnublaðið HON er eisini á Instagram.
Fylg okkum um tú vilt hava stuttligar
brellbitar úr komandi bløðum. Vit spotta
eisini tey bestu tilboðini í býnum og deila
javnan
Instagram – talgildur
heimur í myndum