týsdagur 3. mai 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2016
30
Hon
Lena Anderssen er millum tær størstu
tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðani
seint í 1990’unum hevur hon sum solistur
skrivað, útgivið og spælt tónleik heima
og burturi. Hon hevur gjørt eina langa
røð av frálíkum sangum, og tað hevur
altíð verið dygd og tyngd í hennara tón
leiki.
Fyri kortum gav Lena sína fimtu – og
mest persónligu – útgávu út. Útgávan
kallast Eagle In The Sky og er enn ein fram
úr útgáva frá Lenu Anderssen, sum øll árini
hevur arbeitt tætt saman við manni sínum
Niclasi Johannesen um sangirnar og tón
leikin.
Ummælarar – bæði heima og burturi –
geva fløguni sera góð skoðsmál.
– Lena Anderssen hevur ongantíð verið
bangin fyri at syngja um trupul evni. Hon
er ein reiðilig song kvinna, ið vekir okkara
hugflog og kenslur, tá hon skrivar sangir.
Lena letur innara hurðina upp og vísir
okkum á sínar innastu kenslur. Hon er ein
søgusigari, har lívstreytir og tyngd ganga
aftur í songum hennara, ið verða væl virdir
av góðum og løttum tónaløgum sum hon og
Niclas Johannesen í tøttum sam starvi gera
í felag, skrivaði Sosialurin í ummæli.
Eisini í Danmark hevur Lena Andersen
fingið gott ummæli fyri nýggju útgávuna.
Virda danska tónleikasíðan Gaffa hevur
ummælt Eagle In The Sky, og ummælarin
heldur, at Lena aftur stendur sera sterk við
sínum tónleik, og nýggja útgávan er ein
gjøgnumført góð útgáva.
– Talentið hjá Lenu Anderssen at skriva
og framføra sangir foldar seg út. Hetta er
stórt, ambitiøst og væl gjøgnumført, sigur
ummælarin hjá Gaffa.
Lena Anderssen er framúrskarandi á
fløgu, men hon er eisini fantastisk á palli,
har hon við innliving og góðum sambandi
við áhoyrararnar spælir framúr konsertir.
Og nú kann ein heppin lesarin hjá Hon
vinna eina eksklusiva stovukonsert við
Lenu Anderssen.
NÝGGJA ÚTGÁVAN HJÁ LENU ANDERSSEN ER FRAMÚR-
SKARANDI OG FÆR SERA GÓÐ UMMÆLI
Lena er framúr
STOVUKONSERT
VIÐ LENU ANDERSSEN
Nú kanst tú fáa fløguaktuellu songkvinnuna Lenu Anderssen
at hava konsert heima hjá tær. Ver við í kappingini hjá HON,
og so kann tað verða, at tú ert heppni vinnarin!
Send sms-boð við innihaldinum hon til nummar 1940
Hvørt sms-boð kostar 10 krónur umframt vanligan takst
Seinasta freist at verða við í kappingini er 25. mai 2016!
Vinnarin verður kunngjørdur í næstu útgávuni av HON, sum kemur mikudagin 15. juni