hósdagur 5. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
6. mai 2016
Sjálvandi skal føroyska fólkið gera
av, hvør lutur okkara skal vera í
ríkisfelagsskapinum
Frágreiðingin hjá danska sendimanninum,
Peter Taksøe-Jensen, um framtíðar uttan
ríkispolitikk Danmarkar hevur fingið ivas
ama móttøku – í øllum førum í størru pørtu
num av danska kongaríkinum Føroyum og
Grønlandi.
Tað tykist sum, at nýggja danska stjórnin
á onkran hátt hevur strammað yvirharra
politikkin mótvegis hinum tjóðunum í ríkis
felagsskapinum.
Danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jen
sen, gjørdi í niðrandi svari til Magna Arge,
fólkatingsmann, herfyri púra greitt, at Dan
mark ehvur bara ein uttanríkispolitikk. Og
at talan er um ein stat, eitt ríki og eina tjóð
tá vit tosa um kongaríkið Danmark.
Eingin er meira galið, enn júst tað. Sjálvt
svartastu sambandsmenn munnu krympa
tærnar av slíkari tokutalu. Tað kann vera, at
lærubøkur í donskum skúlum siga eitt. Men
politikkurin í praksis sigur nakað annað.
Og tað er júst tað, sum er grundarlagið
undir ríkisfelagsskapinum, at hann alla tíð
ina skal mennast.
Og ein heilt nátúrlig menning hevur
verið, at Føroyar – og eisini Grønland – hava
ført sín egna uttanríkispolitikk á ávísum
økjum, sum eitt nú fiskivinnusamráðingar
við onnur lond.
Danmark boykottaði eisini Føroyar
saman við øllum ES í makrelstríðnum. Og
Danmark loyvdi esiini Føroyum – vegna
kongaríkið Danmark – at stevna ES inn fyri
WTO dómstólinum í júst sama máli. Tað má
so vera ein viðurkenning av, at í ríkinum
eru fleiri tjóðir við ymsum áhugamálum og
ymsum uttanríkispolitikki.
Og sjálvandi er tað tað. Eingin átti betur
enn Lars Løkke Rasmussen at kent før
oysku tjóðina innanírfrá.
Líka mikið, hvat vit halda um tað at
vera í ríki saman við Danmark, so eru tað
nøkur ríkisrættarlig viðurskifti, sum kunnu
og eiga at fáast upp á pláss. Sjálvandi skal
evsti avgerðarrættur liggja í Føroyum.
Skulu broytingar gerast í ríkisrættarligu
viðurskiftunum, so skal tað sjálvandi verið
føroyska fólkið, sum ger av – og ikki betri
vitandi tilvildarligir danskir politikarar.
Tað eiga vit í øllum førum at fáa
staðfest í nýggjari stjórnar
skipan.
Hjalgrim Samuelsen settur í starv
sum fyrisitingarstjóri á Føroyaprent
Tveir stjórar eru nú á Føroyaprent. Frá 1. mai
at rokna myndar Hjalgrim Samuelsen leiðsl
una á Føroyaprent saman við Jon Hestoy,
sum higartil hevur verið stjóri einsamallur.
Sum fyrisitingarstjóri hevur Hjalgrim Sam
uelsen nú høvuðsábyrgd av fíggjarmálum og
fyrisiting, meðan Jon Hestoy framyvir fyrst
og fremst fer at varða av marknaðaføring, sølu
og framleiðslu. Hjalgrim er 51 ára gamal og út
búgvin siviløkonomur (cand.merc.) og kemur úr
starvi á fíggjardeildini í Eik Banka. Hann hevur
frammanundan leiðsluroyndir sum m. a. fyri
taksstjóri á Dimmalætting og sum deildarleiðari
í Føroya Sparikassa.
Føroyaprent er størsta grafiska virkið í landi
num við um 30 starvsfólkum. Virkið varð sett
á stovn í 2004 sum ein samanrenning av Hest
prent og arkprentsmiðjuni hjá Dimmalætting.
Virkið er í dag ein framkomin prentsmiðja við
tíðarhóskandi útgerð innan undanprent, digit
alprent, arkprent og bókbinding. Harumframt
fevnir virksemið eisini um skelti, bannarar,
plakatir í stórum støddum og deko til vindeygu
og bilar.
– Føroyaprent hevur verið í einari støðugari
menning síðani byrjan, og við at seta Hjalgrim í
starv fáa vit servitan til felagið, ið kann tryggja
ein framhaldandi vøkstur. Hjalgrim hevur
verið ein partur av Føroyaprent síðani byrjan
ina; fyrst sum ein av teimum, ið løgdu prent
smiðjurnar saman til Føroyaprent og síðani
sum nevndarformaður í felagnum. Tað verður
spennandi nú at fáa møguleikan at virka saman
í gerandisdegnum, sigur Jon Hestoy.
Hjalgrim gleðir seg til broyttu uppgávuna,
at vera við til at tryggja føroyingum føroyskt
framleiddar prentlutir.
Í 2015: 190.000 kr
frá IKTYS í Havn
til tey fátækastu í
heiminum
IKTYS er ein av 123 end
urnýtsluhandlunum hjá Neyðhjálp Fólkakirkj
unnar.
Í IKTYS starvast nakrar og tríati óløntar kon
ur ein dag um vikuna, summar ein dag aðru
hvørja viku, við at sortera, prísmerkja og hanga
rein og nýstrokin klæðir út í handilin og hava
opið 13.00 – 17.30 mánadag til fríggjadag, leygar
dag 11.00- 14.00. Og ein maður, sum heimanifrá
tekur sær av prísmaskinum o. ø.
Í 2015 tilsamans eydnaðist tað handlunum at
bera 23,1 mill. kr. til tey ringast støddu í heimi
num, harav var parturin hjá IKTYS í Havn í 2015
190.000,00kr.
– Vit í IKTYS takka hjartaliga øllum viðskift
afólkunum og øllum
fyritøkum, sum so ella
so stuðla handlinum,
sigur Marjun Bæm,
sum er kontaktper
sónur hjá IKTYS í
Føroyum.
Føroyska fólkið eigur avgerðina
IKTYS
Les eisini blaðið
á telefonini
Vítt til veggja
Bárður Nielsen
Kjak síða 35
Astrup, Astrup
über alles
Meinhard Jacobsen
Kjak síða 35
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
úr banka í prent
Visti tú?
At føroyska havið
er 275.000 fermetrar
- og at tað danska er
106.000?
Peter Taksøe-Jensen, sendiharri, hevur skrivað
frágreiðing um danskan uttanríkispolitikk
Hjalgrim skal stjórna
Føroyaprenti
190.000 kr til
tey fátækastu
í heiminum