hósdagur 5. mai 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
37
minnist meg rætt tók Steinbjörn
B., sáli, nakað soleiðis til, tá ið
Erlendur fór Patursson.
Og hesi orðini hvukku líkasum
fram fyri meg aftur í áðni, tá ið
andlátini vórðu lisin í útvarpinum.
Á middegi. Tvær kaldglöggar
reglur, ið staðfestu, at Kjartan
Hoydal var farin.
Ikki fyri tann skyld at deyðs
boðini komu óvart á meg. Ymiskt,
sum hevur spurst heimanífrá,
hetta síðani um ársskiftið, hevur
alt borið at sama feigdarborði. Ella
sum ein íslendsk skyldkona plagdi
at siga: Það er nú meiri helvítis
veikin. Hon meinti við krabban.
Men hinvegin.
Tá ið eg nú – og ikki heilt
álvuligur við – seti penn á blað
her suðuri henda góðviðraða
seinnapartin í mai, er tað kortini
hetta við trænum, eg fyrst hugsi
um. At eitt træ, at tann gjögnum
öldir og sjórok arvaða kenslan hjá
oyggjaskeggjanum fyri trænum,
er öðrvísi enn hjá meginlands
búgvum. At eitt træ – har trö
annars sjáldan vinna seg upp í
hömiliuhædd av sínum eintingum
– so at siga er ein verð í sjálvum
sær. Ja, enntá verðin sjálv í öllum
sínum undarligu avbrigdum. At í
tí trænum hoyrist eitt serligt suð.
Suðið av alheimsins veingjum.
Og tað kann av sonnum sigast
um Kjartan Hoydal, at tað var
eitt suð av verðini um hann.
Henda mannin, sum av natúr
var afturhildin í verumáta og
gáin um seg í orðum, ja, viðhvört
sýntist at fyrisita sínar hugsanir
næstan embætisliga. Men har var
vit aftanfyri. Altíð. Bæði orð og
hugsan. Innlit og eitt skarpsskygni,
sum man hava gjört fleiri enn
undirritaða heitan um skallan ofta.
Men tað sansaði tú skjótt í sam
röðum við Kjartan – og fyri mítt
viðkomandi gjördust tær nakrar
gjögnum árini – hvussu lætt hann
kundi taka teg á bóli við síni breiðu
vitan. Næstan forargiliga lætt. Tí
mikla vitan hevði hann. Ikki bert
um sítt fak og yrki, um fisk, poli-
tikk, samfelag og sögu, men um so
mangt annað eisini. Ikki síðst tá ið
tað galt list og mentaskap. Hann
hevði tað vit kalla smakkvísi, men
til tað lítið tol við tí uppgjörda,
við teirri óvitan, sum vil geva sær
sjálvdömi í öllum.
Í samfelagsumröðuni lá honum
nógv á at gera vegir fyri tí opna,
útgreinandi orðaskiftinum. Fast-
hildin á síni sjónarmið, íðan hvat,
men eisini nóg rúmligur til at geva
sær far um og skilja tað, ið annar
helt.
Frá einum rithövundarligum
sjónarmiði var Kjartan tann góði
lesarin. Lesarin, sum við sínum
innsýni, sínum greiningarevnum
og sínum vilja til umhugsaða
og kanska ikki altíð væl lýdda
stöðutakan er ein bráðneyðugur
partur av tí samspæli, sum öll
skapan krevur. Hvör ið hon so er
– og hvar.
Ja, eitt træ er fallið.
Tað kenst tómligt eisini hjá
einum oyggjaskeggja í útlegd – í
einum skógi.
Friður verði við minninum um
Kjartan Hoydal.
Carl Jóhan Jensen
Eitt træ er fallið
NØVN
67 ár
Hesin fitti skotin fyllir 67 ár týsdagin 10. mai. Tá verður hann at hitta
í Gullhorninum frá kl 10-17:30 og bjóðar kaffi og keks og okkurt gott
smúkkutilboð til tey, sum vitja.
Leif Erik Niclasen
Brúdleyp
7. mai giftast i Bryndum kirkju Gerda Astrid Joensen, dóttur Joan og Árna
Joensen, og Thomas Warming Thyssen, sonur Inger og Erling Warming
Thyssen. Veitslan verður fyri innbodnum í Vester Nebel Forsamlingshúsi
Brúdleyp
Leygardagin 7. mai 2016 giftast Ingunn Jensen, Sandur og Hans Kári
Hansen, Sørvágur. Vígslan verður í Sørvágs kirkju kl. 14.00 og veistla
verður fyri innboðnum á Hotel Vágum. Sunnudagin 8. mai verður
brúðarhús í Gerðisbrekku 6 frá kl. 17.
Brúdleyp
Leygardagin 14. mai 2016 giftast
Jakoba Eysturberg, Hvalba og Gisli
Daniel Sveinbjørnsson, Nes-Hvalba.
Vígslan verður í Hvalbiar Kirkju kl
11. Eftir vígsluna verður opið hús
í Tvøroyrar Klubba millum kl 14-
17, har høvi verður at heilsa uppá
brúðarparið. Veitslan verður fyri
innbodnum frá kl 19 í Tvøroyrar
Klubban.
Brúdleyp
Lørdag den 09.07.16 kl 13.00
bliver
Sussi
Flores
Aabo
Christensen og Kim Aabo
Christensen
velsignet
i
Vestmanna kirke. Der vil kl
15.00, i missionshuset i Vest
manna være kaffe og kage.
Det vil glæde os at se familie
venner og bekendte.
Venligst
giv
besked
til
sussiflores@live.dk eller på FB
hvis du /i har lyst til at komme.
Kærlig hilsen Sussi og Kim