hósdagur 5. mai 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
40
SOSIALURIN 52
Arni Zachariassen
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Ráðgevi – Bústaður: Leirvík
Hvat ætlaði tú at vera, tá tú bleivst vaksin?
Hevði nógvar ymiskar ætlanir, sum regluliga broyttust. Einasti dreymurin, sum
ongantíð fór nakran veg, var dreymurin um at blíva rokk stjørna. Og hann er kanska
enn har eitt sindur...
Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár?
Uttan at vera blivin rokk stjørna? At kunna hyggja í spegilin og erliga siga, at eg eri
ein betri maður, pápi og vinur enn eg var fyri einum ári síðani.
Enda setningin, allir føroyingar kunnu vera samdir um, at …
…hóast veður og vind, slatur og sleyg, ikki beinleiðis álitisvekjandi politikkarar og
eitt ofta alt ov vánaligt tænastustøði, so er hetta eitt ótrúliga gott land at búgva í!
Hvør er tín fyrimynd og hví?
Pápi mín, Zacharias Zachariassen. Hann er besti maðurin, eg kenni. Hann er
eyðmjúkur og umfevnandi, arbeiðir hart og elskar treytaleyst. Hann tykist at hava
vunnið á øllum tí, eg stríðist við innan í mær sjálvum, og gevur mær tí bæði vón og
íblástur.
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Eitt, sum er eyðkent av nøgdsemi. Har man livir fyri onnur enn seg sjálvan. Tá man
ikki leggur nakað í hvat óviðkomandi fólk halda og siga, men bara tey viðkomandi.
Og ger tað, man elskar saman við teimum, man elskar.
Hvat er seinasta gávan tú gav damuni/sjeikinum?
Herfyri keypti eg henni eina veggjamynd, sum vísti hvussu
sólarskipanin sá út 11. august, 2007, dagin, vit vórðu
gift. Sindur romantiskt, skal eg siga tað sjálvur.
Hvat er tað seinasta góða ráðið tú fekk?
Business er business! Ger tað, sum gagnar tær og
tínum.
Um tú kundi sungið ein sang í X-Factor,
hvønn hevði tú valt?
Beint nú eri eg púra vekk í nýggju útgávuni
hjá Dizzy Mizz Lizzy, so »Say It To Me
Anyway« hjá teimum. Ófatiliga vakur
sangur!
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg
um...
ósamsvar millum ambitiónsstøði og verulig
avrik. Tað, og at eg livið alt ov ósunt.
Hvør er seinasta stuttliga upplivingin hjá
tær?
Var í Grønlandi saman við nøkrum
vinmonnum seinasta mánað og spældi
rokkstjørna. Tað var ótrúliga stuttligt og
spennandi
BAKSÍÐAN
C
ogito ergo sum. Tað segði
og skrivaði tann skilagóði
René Descartes í 17.øld. Eg
hugsi, eg eri til. Ivaleyst
rímilig niðurstøða fyri 400 árum
síðani.
Nú siga vit: eg siti ikki á feys
bukkuni, eg eri ikki til.
Tað krevur at vera til fyri at
kroysta seg á feysbukkuni. Tey, sum
ikki eru júst har, eru ikki til. Tey eru
ikki til, sama hvussu nógv tey hugsa.
Sama hvussu høgir tankarnir eru.
Ein tanki, sum ikki er dámdur ella
sendur víðari úr bukkuni, tí hann
er druknaður har, er ikki til. Bara
hjá tí, sum hugsar hann. Men
tey eru ikki til. Tey eru ikki so
frægt sum asosial, tí tey eru
ikki til.
Eg eri ikki til, men eg
hugsi tó. Hugsaði hós
kvøldið í hinari vikuni um
allar reklamurnar, sum
vóru í postkassanum, upp
í tveir posar av tilboðum. Tað var ikki
gamalt mitt í viku. Plagdi at vera bara
tann eina. Men svarið lá eisini har í
postkassanum, í einum einlittum
smædnum bjálva, frítíðarlønin.
Og hana vilja handlarnir
hava. Teir gera vart við seg,
áðrenn pengarnir eru
fluttir tær. Einastu
ferð, nakað er
fyri tíðina í
F ø r o y u m .
Sita sum slevandi gribbar og bíða eftir
tínum pengum.
Bjóða teimum lán, sum ikki fáa so
nógva løn at halda frí fyri. Frítíðarløn
skal annars brúkast til frítíð. Líka við,
at tað stendur í lógini.
Lán, sum fáa garvað bankafólk at
rodna og ivast í, um rentan hjá teimum
ikki er alt ov lág. Tilboð 9.800 kr., só
nógv hava ikki øll uppi á sær, so lán
9.800 kr., sum kostar 12.500 kr. Áðrenn
vøran gjørdist tilboð kostaði hon
12.000 kr. Hvat tilboðið er betri, lánið
ella vøran uttan avsláttur?.
Uggin er, at frítiðarlønin næsta ár
eisini kann brúkast til lánið.
Eg eri ikki til, so eg hugsi. Hví ikki
lata handan neyðars Breivik sleppa
at gifta seg. Kvinnurnar plaga at vera
nógvar, sum vilja sleppa at dragsa
slíkar hetjur til altars. Fólkakirkjan
er jú næstan fyri øll.
Tað er revsing, sum munar, hjúna
bandið. Brot á øll mannarættindi og
javnrættindi og onnur softicerættindi.
Sum sagt, eg eri ikki til, men eg
hugsi. Kærleikin er størstur, skrivaðu
tey, sum Føroyar lógu eftir, á marglitta
sukursvansið, sum løgtingið fekk.
Kærleikin er størstur. Hjúnabandið
drepur kærleikan. Tillukku við tí.
Sjálvpíning, masokisma.
Eri framvegis ikki til, men hugsi
um aðrar minnilutar. Kvinnurnar til
dømis. Tær, eisini tær lesbisku (minni
lutin í minnilutanum), eru ein minni
luti í Føroyum. Ein bæði hóttur og
kúgaður minniluti, noyddar at rýma
til Danmarkar.
Hvar er eljustríðið fyri, at kvinnur
nar eiga at fáa somu løn fyri 25 tímar
sum menn fyri 40? Hví samtykkir
løgtingið ikki, at øll eiga at velja
kvinnur? Munur er á minnilutum,
hugsi eg.
Hví klappar eingin og grætur í
salinum, tá løgtingið samtykkir at
byggja fólki við breki bústaðir? Hvar
eru fjølmiðlarnir tá? Munur er á
minnilutum, hugsi eg.
Tað er í lagi ikki at vera til. Men tað
er eisini í lagi at hugsa, hugsa nógv,
hóast slíkur asosialur óskikkur gevur
hvørki lukku ella ríkidømi ella ævigt
lív.
Sum ein annar, ikki Descartes,
skrivaði: í fólkaræðinum er fjøldin
býtt, og meirilutin ræður.
Vit hava longu tvær, og vit skulu
hava eina afturat, eina grundlóg.
Eingin onnur tjóð kann velja
tríggjar grundlógir, ikki nøkur kúgað,
ið hvussu so er.
Vit hava donsku grundlógina,
vit hava Bíbliuna (hví ikki heldur
Feysbukkuna, tí fleiri lesa hana enn
Bíbliuna), og vit skulu eisini hava eina
føroyska grundlóg, siga tey.
Og grundlógin er eisini galdandi
fyri okkum, sum hugsa, men ikki eru
til, tann danska. Ikki tann úr Miðeystri.
Og USA fær ein forseta við nossum,
bæði so og so.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Eri ikki til, hugsi tó