mánadagur 9. mai 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 19 • 9. MAI 2016
2
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
www.sos.fo
Arkiv aftur til 1997
Les eisini á telefonini
Mánadagur 2. mai 2016 Nr. 50 90. árg. kr. 20,00
Dagstovnar
Hvørki
mannagongd
ella til
búgving s9
Yvir 60
nýggjar
íbúðir til
lesandi s6
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo |
Maria Poulsen
KOM OG SPAR
SAMAN VIÐ
OKKUM
Dygdar ketilin frá Jäspi
er orkusparandi og
væl royndur á føroyska
marknaðanum.
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo |
Maria Poulsen
KOM OG SPAR
SAMAN VIÐ
OKKUM
Dygdar ketilin frá Jäspi
er orkusparandi og
væl royndur á føroyska
marknaðanum.
LEAF
21. januar í 2014 meldaði Olga Fríðunn Olsen mannin, sum
misnýtti hana frá tí hon var átta til trettan ára gomul.
Hálvttriðja ár seinni er málið ikki komið fyri rættin s8-12
MISBRÚKT
Í FIMM ÁR
OLGA FRÍÐUNN OLSENLL
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
ÁRSINS LIÐ FYRSTA TRIÐINGIN
STÓR ÓSEMJA UM ÁRSINS LIÐ HIGARTIL
PETER KROGH
»KANN EG
SLEPPA AT SPÆLA
HONDBÓLT?«
+ HAGTØL
ALT UM HONDBÓLTSGALLA Á SÍÐU S22-23
Karl Løkin
heilaskjálvta
Miðvallarin er enn
ávirkaður av støð
uni og veit ikki, at
hann spældi móti
HB í gjár
1-0
DYSTURIN HESA VIKUNA S28-29
JOBIN GIVIN Í VÍKINGI
OV LÍTIL
SPÆLITÍÐ
JOBIN DRANGASTEIN HEVUR VALT AT GEVAST
Í VÍKINGI, EFTIR FIMM MÁNAÐIR Í FELAGNUM.
OV LÍTIL SPÆLI TÍÐ OG OV NÓGV KOYRING ER
ORSØKIN, SIGUR MIÐVALLARIN, IÐ NÚ HEVUR
KASTAÐ HANDKLÆÐIÐ Í RINGIN
VIT HAVA SETT ÁRSINS LIÐ
Í FÓTBÓLTI HIGARTIL S25
...OG SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR
S31
BAKSÍÐAN
Mikudagur 4. mai 2016 Nr. 51 90. árg. kr. 20,00 í leysasølu
Fyrsti triðingur
Tølini tala
fyri Víkingi
Ítr s16-17
»Startup Tourism«
50.000 kr til
íverksetan s4
MINST TIL
MAMMUDAGIN 8/5
FÍPAN VERUR Á TORGINUM
Í SMS FRÁ 8-14
TILBOÐINI ERU GALDANDI FRÁ FRÍGGJADEGI 6. MAI TIL OG VIÐ LEYGARDAGIN 7. MAI 2016.
––
BUKO OSTUR
200 g. Vanl. 22,95
10,-
GESTUS BREYÐ
Fleiri sløg. Vanl. 23,95
2 POSAR FYRI
30,-
SLEPPA
EFTIRLITI
VIÐ KJØT
FRAM
LEIÐSLU
Nýggja mat
vøru lógin ger
sølu av neyta og
seyðakjøti lættari,
men nú er alt
eftirlit slept s10-11
64
SÍÐUR
TILSAMANS
NÝGGJ MATVØRULÓGLL
1
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN MAI 2016
Cappuccino
í Havn
Fá fløguaktuellu
Lenu Andersen
heim í stovuna
Ein samrøða um list,
um nýhugsan og um
Føroyar anno 2016
Ger tað sjálv...
Hvar finnur tú besta
Vinn eina
stovukonsert
Kampmann
møðgur fluttu heim
FØROYAR
YVIRRASKAÐU
DIY
MAI 2016
Kapping
www.lm.fo - lm@lm.fo - tel 35 12 20
LM STÓRKØKAR
RÁÐGEVING OG HEILDARVEITING AV STÓRKØKUM
•
VERKSTAÐUR VIÐ ROYNDUM HANDVERKARUM
•
DØGNTÆNASTA
•
EYKABLAÐ
ÁRG. 90, BLAÐ NR. 52
6. MAI 2016
Her verða tit
filmað s16-17
30
Tipping
Hvør tippar Leicester
at vinna? s30-31
NÓGV GÓÐ TILBOÐ
VIT ERU Á BILASØLUSTEVNUNI Í ÍTRÓTTAR
HØLLINI Í TRONGISVÁGI 6. TIL 8. MAI
Børn taka ikki skaða
av samkyndleika s6-9
Meinhard St.John
TIT HAVA
BJARGAÐ
MÆR
8. mai
Á Torginum
í SMS
Gleð mammuna á
mammudegnum
Stórt tiltak á Torginum í SMS
sunnudagin 8. mai kl. 08.00-14.00
Sólfríð er trúgvandi og samkynd
Stórt tema
um vak-
myndatól
s12-17
TEMA
– Eg visti, at tað er skeivt at vera sum eg eri, tí tað stendur í Bíbliuni.
Men nú kann eg umsíðir síggja fram til eina framtíð í Føroyum,
har tað eisini er pláss fyri mær, sigur 21 ára gamla Sólfríð
Gregersen, nú hjúnabandslógin loksins er broytt s10-11
...í farnu viku
Ærin hjá Kristian
lembdi fimm lomb
H
ósvíkingurin Kristian Hansen
varð fyrrakvøldið tikin á bóli, tá
hann steig inn í seyðahúsið hjá
sær í Hósvík.
Á gólvinum í seyðahúsinum lá
ein av hansara hagaónum saman við
fimm lombum.
– Hendan ærin lembdi fyri nøkrum
árum síðani trý lomb, men nú lógu
fimm lomb undir henni. Tíverri var eg
ikki hjá henni, tá hon lembdi, og megn
aði hon ikki at sleikja øll fimm lomb
ini, so tvey teirra doyðu. Um eg hevði
verið til staðar, so hevði tað helst
eydnast at bjarga øllum lombunum,
greiðir Kristian Hansen frá.
Ærin heldur vanliga til í haganum,
men var sjálv farin inn í seyðahúsi, ið
stendur opið, stutt undan lembing.
Tað er ikki ókent, at summir seyða
bøndur gera nógv fyri, at ærnar eru so
væl fyri sum gjørligt áðrenn lembing,
so at tær lemba fleiri lomb. Kristian
Hansen sigur tó, at hendan ærin ikki
hevur fingið nakra serliga viðgerð.
– Hetta er ein hagaær, ið hevur
passað seg sjálva. Hon hevur ikki fing
ið nakað serligt fóður ella annað frá
mær, sigur Kristian Hansen.
Í nýggjari tíð eigur ein ær hjá Símun
Paula Jacobsen á Glyvrum helst metið,
tá hon í 2010 lembdi sjey lomb.
Niðanfyri prenta vit greinina, sum
var í Sosialinum 26. apríl 2010.
VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.
Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðardeildini
í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan.
Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00.
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
Grafisk framleiðsla: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útbering: Posta
Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sosialurin.fo
Viðmerkjast: Vikublaðið
Frida Mellemgaard
LÝSINGASAMSKIPARI
lysing@sos.fo
tel. 231826
Magnus Gunnarsson
LÝSINGARRÁÐGEVI
maggi@sos.fo
tel. 216135
Regin Joensen
LÝSINGARRÁÐGEVI
regin@sos.fo
tel. 215353
Birgir W. Høgnesen
MARKNAÐARLEIÐARI
birgir@sos.fo
tel. 284444
Avgreiðsla/bókhald tel. 341800
Miðlahúsið
Trý av sjey lombum eru deyð
Ærin á Glyvrum, sum sunnumorgunin lembdi tilsamans sjey
lomb, hevur nú mist trý av sínum lombum. Tvey vóru deyðfødd,
og síðstu nátt doyði hitt triðja lambið. Eftir eru nú fýra lomb,
sum eftir umstøðunum síggja út til at hava tað gott
Vilmund Jacobsen
Sunnumorgunin gjørdist eigarin av
eini stórari svartari ær á eini trøð á
Glyvrum rættiliga ovfarin, tá ærin hjá
honum gekk við heili fimm lombum
niðri í bønum – og tvey onnur fullborin
lomb lógu deyð nærindis.
Símun Pauli Jacobsen, sum eigur
ærina, siglir við Finni Fríða, men var
heima, nú sjáldsama hendingin fór
fram.
– Ærin, sum er nøkur ára gomul,
hevur fleiri ár havt tvey lomb, men í
fjør kom einki undan. Vit høvdu tvær
ær og ein brund hjá okkum sjálvum,
men hann hevur neyvan gjørt nógv til
nyttu.
Hvørgin ærin á trøðni lembdi í fjør.
Sjey í tali
– Í ár hava vit havt ein brund, sum
er ættaður Undan Egg í Elduvík.
Seyðurin gekk í einum gerði, sum
liggur uppat okkkara, og í brundstíðini
høvdu vit opið millum gerðini. Nú bar
betri til, ásannar Símun Pauli.
Hann sigur seg ikki hava havt var
hugan av, at ærin fór at lemba fleiri
lomb, men her fekk eigarin annað at
síggja.
– Eg var til arbeiðis, og tað var
grannin, Ólavur Samuelsen, sum ringdi
til Erhard Knudsen um 9.30-tíðina
sunnumorgunin. Erhard hevur áður
havt seyð í gerðinum og hevur stóran
áhuga fyri seyði. Seinnu árini plagdi
eg at hjálpa honum. Vermóðir mín,
Marjun Ennigarð, sum býr beint oman
fyri trøðna, var komin úr arbeiði um
07-tíðina sunnumorgunin, og tá hevði
ærin ikki lembt.
Símun Pauli sigur, at eftir at Ólavur
hevði ringt, varð farið oman á trøðna
at hyggja, hvussu út sá, og nú vísti tað
seg, at ærin hevði lembt ikki færri enn
sjey lomb!
– Niðri í gerðinum gekk ærin við
heili fimm lombum, sum øll vóru á lívi
– og tvey fullborin lomb lógu deyð
fødd nærindis.
Símun Pauli sigur, at ein maður, ið
hevði hoyrt um øll lombini, sum ærin
á Glyvrum hevði lembt, ringdi og
spurdi, um hann kundi fáa eitt lamb
úr rúgvuni, tí ærin hjá honum hevði
mist sítt lamb.
Jú, tað var gamaní.
Trý eru deyð
Í morgun, tá Sosialurin tosaði við
Símun Paula Jacobsen, visti hann at
siga, at nú er eitt lamb tíverri deytt
aftrat, soleiðis at ærin, sum í gjár
kvøldið gekk við fýra lombum, nú
gongur við trimum.
– Eg var niðri í gerðinum í morgun
klokkan 05.30, og tá lá hetta eina
lambið deytt við síðuna av ærini.
Hann sigur, at av teimum fýra
lombunum, sum ærin gekk við í
gjárkvøldið, tóktist eitt lamb heldur
minni og kanska tyngri á beinunum
enn hini trý, men tað var ikki hetta
lambið, sum lá deytt í morgun.
Símun Pauli Jacobsen sigur seg í
morgun ikki hava tosað við mannin,
sum fekk hitt eina lambið frá honum.
– Men seinast, eg visti, gekk alt
væl, og ærin hevði tikið lambið til sín,
sigur hann.
Stórt forvitni hevur verið um
ærina á trøðni á Glyvrum, sum
sunnumorgunin lembdi øll hesi sjey
lombini, og væl av fólki hevur verið á
Glyvrum og hugt at hesum.
Mánadagur 26. apríl 2
Vilmund Jacobsen
Sunnumorgunin
gjørdist
eigarin av eini stórari svartari
ær á eini trøð á Glyvrum
rættiliga ovfarin, tá ærin hjá
honum gekk við heili fimm
lombum niðri í bønum – og
tvey onnur fullborin lomb
lógu deyð nærindis.
Símun Pauli Jacobsen,
sum eigur ærina, siglir við
Finni Fríða, men var heima,
nú sjáldsama hendingin fór
fram.
– Ærin, sum er nøkur ára
gomul, hevur fleiri ár havt
tvey lomb, men í fjør kom
einki undan. Vit høvdu tvær
ær og ein brund hjá okkum
sjálvum, men hann hevur
neyvan gjørt nógv til nyttu.
Hvørgin ærin á trøðni
lembdi í fjør.
Hann sigur seg ikki hava
havt varhugan av, at ærin fór
at lemba fleiri lomb, men her
fekk eigarin annað at síggja.
– Eg var til arbeiðis, og tað
var grannin, Ólavur Sam-
uelsen, sum ringdi til Erhard
Knudsen
um
9.30-tíðina
sunnu morgunin.
Erhard
hevur áður havt seyð í gerð-
inum og hevur stóran áhuga
fyri seyði. Seinnu árini plagdi
eg at hjálpa honum. Vermóðir
mín, Marjun Ennigarð, sum
býr beint omanfyri trøðna,
var komin úr arbeiði um
07-tíðina sunnumorgunin, og
tá hevði ærin ikki lembt.
Símun Pauli sigur, at
eftir at Ólavur hevði ringt,
varð farið oman á trøðna at
hyggja, hvussu út sá, og nú
vísti tað seg, at ærin hevði
l
bt ikki færri enn sjey
lombini, sum ærin á Glyvrum
hevði lembt, ringdi og spurdi,
um hann kundi fáa eitt lamb
úr rúgvuni, tí ærin hjá honum
hevði mist sítt lamb.
Jú, tað var gamaní.
Trý eru deyð
Í
morgun,
tá
Sosialurin
tos aði
við
Símun
Paula
Jacobsen, visti hann at siga,
at nú er eitt lamb tíverri
deytt aftrat, soleiðis at ærin,
sum í gjárkvøldið gekk við
gekk við í gjárkvøldið, tóktist
eitt lamb heldur minni og
kanska tyngri á beinunum
enn hini trý, men tað var ikki
hetta lambið, sum lá deytt í
morgun.
Símun
Pauli
Jacobsen
sigur seg í morgun ikki hava
tosað við mannin, sum fekk
hitt eina lambið frá honum.
– Men seinast, eg visti,
gekk alt væl, og ærin hevði
tikið lambið til sín, sigur
hann.
i h
ið
Trý av sjey
lombum
eru deyð
7 LOMB Ærin á Glyvrum, sum sunnumorgunin
lembdi tilsamans sjey lomb, hevur nú mist trý av
sínum lombum. Tvey vóru deyðfødd, og síðstu nátt
doyði hitt triðja lambið. Eftir eru nú fýra lomb, sum
eftir umstøðunum síggja út til at hava tað gott
... niðri á trøðni gekk ærin við heili
fimm lombum, sum øll vóru á lívi – og
tvey fullborin lomb lógu deyðfødd
nærindis...
SÍMUN PAULI JACOBSEN
Ærin, sum einki lamb hevði í fjør, lembdi ikki færri enn sjey lomb sunnumorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Símun Pauli Jacobsen saman við dóttir síni. – Stórt forvitni hevur
verið um ærina, sum lembdi øll hesi sjey lombini, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sosialurin 26. apríl 2010: