mánadagur 9. mai 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 19 • 9. MAI 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Mamma tordi ikki
at trúgva mær
Tá Bjørg Mortensen
kom niður í køkin
og fortaldi, at
sytskinabarnið hevði
verið ónærisligur
móti sær um náttina,
sló mamman hana
og noktaði henni
at siga slíkt
Danjal av Rana
T
að eru einans nakrir fáir mán
aðir, síðani Bjørg Mortensen
valdi at bróta tøgnina og siga
sína søgu. Tað var á einum fundi,
sum Kris skipaði fyri í heyst. 28. apríl
skipaði Kris aftur fyri eini ráðstevnu
um kynsligan ágang og tá fortaldi
Bjørg Mortensen aftur sína søgu, um
hvussu hon var vorðin misbrúkt av
fleiri monnum, hvussu tað hevði oyði
lagt hennara sjálvsfatan og hvussu
mamman ongantíð tordi at trúgva
henni.
– Eg var eini fýra, fimm ár, tá eg
fyrstu ferð varð misbrúkt. Tað var eitt
systkinabarn, sum var komið til okkara
at búgva, hann var eini 10 – 12 ár eldri
enn eg. Eina náttina legði hann seg í
songina hjá mær og gjørdi seg inn á
meg, greiðir Bjørg Mortensen frá.
Í dimmalættingini fer Bjørg Mort
ensen niður í køkin til mammu sína,
og sigur henni frá, hvat var hent um
náttina.
– Mamma gav mær ein lúsing
og sendi meg í song aftur, segði, at
eg mátti læra meg at uppføra meg
ordiligt. Eg segði ongantíð frá aftur,
tí eg ræddist revsingina frá mammu,
sigur hon.
Í fýra ár, til Bjørg Mortensen er
níggju ára gomul, verður hon misbrúkt
av tí eldra systkinabarninum.
– Hetta oyðilegði meg og gav mær
eina skuldarkenslu alt lívið. Í tann
árunum seldi eg meg sjálva til eldri
dreingir. Eg kendi jú longu alt til vaksna
mannasex, sigur Bjørg Mortensen.
Sum 12 ára gomul er hon fyri eini
neyðtøkuroynd av einum væl eldri
manni, um 70 ára aldur.
– Eg fekk rópt um hjálp og fólk
komu til, so hann fekk sum so ikki
gjørt nakað við meg. Hann bleiv tó
ongantíð revsaður fyri gerð sína.
Ringast var tí reaktiónin hjá mammu,
tá hon fortaldi familjuni, at eg hevði
fingið mær ein 70 ára gamlan sjeik,
sigur hon.
Misbrúkið leiddi at enda Bjørg
Mortensen út í druk og hon gjørdist
alkoholikari. Hon ivast ikki í, at nógv
teirra, ið hava rúsdrekka- og rúsevnis
trupulleikar, høvdu berið betri hjálpt,
um eitt heim varð fyri tey, ið høvdu
verið fyri kynsligum ágangi.
– Rúsdrekkatrupulleikin hjá mær
var eitt symptom og ikki grundleggj
andi trupulleikin. Tað var kynsliga
misbrúkið, ið fekk meg at drekka. Eg
vænti, at tað sita nógv, ið dylja sárini
eftir kynsligt misbrúkt við rúsdrekka
og rúsevnum, sigur Bjørg Mortensen.
Hon hevur tó megnað at snara
lívinum á beina kós aftur. Hon er nú
edrú á 15. ári og sigur sjálv, at hon
følir nú, at hon er ein vinnari.
– Tað ber til at broyta sítt lív, frá at
vera offur til at vera ein vinnari. Eg eri
sloppin av við beiskleikan og haturið,
sum eg bar uppá alt mítt lív, og eg eri
vorðin ómetaliga góð við hasa lítlu
gentuna, sum varð misbrúkt sum fýra
ára gomul. Í dag havi eg ikki longur ilt
av, at eg varð kynsliga misbrúkt, sig
ur hon.
Eftir at Bjørg Mortensen gavst at
drekka og leitaði sær hjálp hjá Kris,
hevur hon eisini tosað við mammu
sína og spurt hana, hví hon gjørdi sum
hon gjørdi.
– Mamma segði snøgt sagt, at hon
tordi ikki at seta seg upp móti systir
sínari, sum átti dreingin, ið misbrúkti
meg. So var lættari at skúgva meg til
viks.
Bjørg Mortensen ynskir nú at
hjálpa øðrum, ið hava verið fyri kyns
ligum ágangi at venda søguni á, at
gerast yvirlivarar heldur enn offur.
– Eg veit, at eg ikki eri tann einasta,
ið havi verið fyri kynsligum ágangi.
Eg veit, at eg ikki eri tann einasta, ið
havi fingið rúsdrekkatrupulleikar av tí
sama. Men tað ber til at broyta sítt
lív aftur, við góðari hjálp, sigur Bjørg
Mortensen.
Mynd: Advent Event
– Rúsdrekkatrupulleikin hjá mær var eitt symptom og ikki grundleggjandi trupulleikin. Tað
var kynsliga misbrúkið, ið fekk meg at drekka, sigur Bjørg Mortensen
Mynd: Danjal av Rana