Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 9. MAI 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Oda Wilhelmsdóttir Andreasen STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUNA LÝS TEG SJÁLVA VIÐ TRIMUM ORÐUM: Orkurík/aktiv, sjálvbjargin og ótolin HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Citroen Berlingo HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? I-phone 6s HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR­ FRÍTÍÐAR­UPPLIVING? Suður Frakland summarið 2016, har eg var og vitjaði mína donsku vinku, sum býr har. Annars óteljandi nógvar summarupplivingar heima í Føroyum. HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Super HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Heildini, men ein góð rumpa og vøkur eygu eru heilt ok. HVAT STRESSAR TEG? Órudd og tá ordan ikki er í tingunum. HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Turt føroyskt kjøt HVAT GLEÐIR TEG? At gleða onnur HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? At HD próvtøkurnar í januar gingu væl. HVAR ARBEIÐIR TÚ? Á marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Stór marknaðarføringsavbjóðing at selja eitt produkt, sum man vónar, at man ongantíð fær brúk fyri. HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Fróði Danielsen okkara KT maður hevur sera nógvar stuttligar søgur. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Øllum, frá 80ara rokki til klassiskan tónleik. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Fartelefonin, hon heldur skil á øllum. HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? At flyta heim aftur til Føroyar í 2007. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Rudda upp eftir tær. HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Ein frens, sum eitur Felix. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Goldið skuld. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Goldið skuld, keypt mær nýggjan bil, keypt summarhús á onkrari oyggj í Føroyum, hjálpt mínum nærmastu, ferðast og sett restina í bankan. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Familjan, náttúran og her er so trygt og gott hjá børnum at vaksa upp. Alt hetta, samstundis sum vit hava allar møguleikar, sum man hevur í londunum kring okkum. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Eri í Føroyum, men havi helst keypt mær eini lítil og hugnalig føroysk hús úti á bygd tætt við fjall, fjøru og áarløk. Tað snýr seg um at liva hvønn dag til fulnar Carpe Diem