Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 9. MAI 2016 14 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Skapa hugna við harmoniku Vilmund Jacobsen H armonikutónleikur hevur altíð verið væl dámdur til borðhald og veitslur, sum tónleikur undir felagssangi ella partur av tónleiki í dansibólki og til mong ymisk høvi ann­ars. Nú festivalar, bátastevnur, bygda­ stevnur, kampingtiltøk og ymisk onn­ ur summartiltøk stunda til, fara vit at hoyra harmonikutónleik seta sín dám á. Spælt verður í felagsskapi til ymisk høvi, og stundum er tað onkur einstakur, sum hevur sína harmoniku við í báti ella kampingvogni. Vikublaðið hevur skift orð við Sól­ gerð Andreassen og biðið hana sagt okkum eitt sindur um sítt spæl og virk­semi í Harmonikufelag Føroya. – Sum ung spældi eg mest gittar, men harmonika var í húsinum, so hon var ikki ókend fyri mær. Fyri eini 12 árum síðan keypti eg mær eina knappharmoniku og meldaði meg til kvøldskúla hjá Óla Johannesen. Hetta hevði eg ikki roynt fyrr, men síðani havi eg spælt harmoniku og byrjaði at spæla saman við øðrum til almenn tiltøk, sigur Sólgerð Andreassen, for­ kvinna í Harmonikufelag Føroya. Ein av fáum Hóast Sólgerð Andreassen, sum er ættað av Oyrarbakka og búsitandi í Fuglafirði, er ein av fáum kvinnum, sum spæla á harmoniku til almenn tiltøk, veitslur og ymisk høvi annars, hevur hon verið forkvinna í felagnum í fleiri ár. Hon kom í nevndina í Harmoniku­ felag Føroya í 2005 og gjørdist stutt eftir forkvinna í felagnum. Aftr­ at Harmonikufelag Føroya, er eis­ ini Havnar Harmonikufelag, sum hev­ur nøkur ár á baki og Sandoyar Harmoniku­felag, sum varð stovnað í november mánaði í fjør. Harmonikufelag Føroya skipar fyri ymiskum felags tiltøkum kring landið, har allir limir í feløgunum verða boðnir við. – Vit hava t.d. trý tey seinastu árini havt eitt »Syngið við« tiltak á Segl­ loftinum á Tvøroyri og gera javnan ein túr til Nólsoyar. Í fleiri ár hava vit eisini spælt til midnáttarsang á Norð­ oyarstevnu, til Sjómannadagin og Bátafestivalin á Toftum. Soleiðis var eisini leygardagin, tá bátarnir stevndu inn í Oyrahavnina og løgdu til bryggju. Slík tiltøk eru altíð sera hugna­lig. Sólgerð Andreassen sigur, at ein onnur kvinna eisini spælir saman við teimum. Tað er Hanna Jakobsen úr Kolla­firði, sum trúliga møtir upp til til­tøkini saman við manninum, Terja Jakob­sen. Hann spælir harmoniku og hon syngur og spælir mandolin, sum hóskar sera væl til harmonikutónleik. – Umframt at spæla til ymisk tiltøk, hava tey eisini harmonikutónar í KvF, har tey gera eitt dygdargott arbeiði. Vit eru mong, sum eru ómetaliga glað fyri, at útvarpið aftur hevur sett harmoniku­tónleik á dagsskránna. Venja í Sjóstovuni Unika Sólgerð Andreassen, sum eisini eigur Sjóstovuna Unika í Fuglafirði, sigur, at har venja tveir harmonikubólkar reglu­liga. – Tann eini bólkurin venur eitt nú til framførslur og konsertir, og har verður nakað gjørt burtur úr fleiri stemm­um. Hin bólkurin er meira rútm­ iskur og venur fjølbroyttan veitslu- og dansitónleik. Umframt at spæla saman við lim­ um í Harmonikufelag Føroya, tá til­ tøk eru, spælir Sólgerð eisini av og á einsa­møll, og onkuntíð saman við tón­ leikarum, sum spæla á onnur ljóðføri. – Tá eg eri úti sjálv, spæli eg sum oftast harmoniku. Men syngi eg við næmingum ella skipi fyri barna­ tiltøkum, brúki eg oftast gittaran. Sólgerð sigur, at hon spælir fyri at gleða onnur, tá fólk, hon kennir, heita á hana um at spæla til ymisk tiltøk. Stórt harmonikutreff Størsta tiltak, sum liggur fyri framm­ an, sigur Sólgerð Andreassen, er Har­ monikutreffið í Fuglafirði, sum verður á triðja sinni í Mentanarhúsinum, hesa­ferð í døgunum, 2.- 4. september í ár. – Har kann ein og hvør, ið ynskir eitt ógloymandi upplivilsi við nógvum og góðum tónleiki frá lívsglaðum spæl­arum, veruliga fáa nakað burtur­ úr. Nógv sera góð tónleikanøvn vera á skránni, bæði úr Føroyum og úr okkara grannalondum, sigur hon. Til ber at lesa um treffið og síggja myndir á Facebook undir »Harmoniku­ felag Føroya«. – Sum ung spældi eg mest gittar, men harmonika var í húsinum, so hon var ikki ókend fyri mær. Fyri eini 12 árum síðan keypti eg mær eina knappharmoniku og meldaði meg til kvøldskúla hjá Óla Johannesen, sigur Sólgerð Andreassen, forkvinna í Harmonikufelag Føroya Sólgerð Andreassen, for­kvinna í Harmonikufelag Føroya