Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 9. MAI 2016 16 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Summarið bjóðar stórar konsertir Summar Festivalurin 4. – 6. august Tað finnast ikki nógvar størri poppstjørnur í tónleikasøguni enn Cliff Richard. Bretin, sum kom fram seinast í 1950’unum hevur sum fáur megnað at givið tónleik út í heilt lív og framvegis verið í fremstu røð við hittum og framførslum. Cliff Richard man vera ein darling hjá nógvum tilkomnum føroyingum, og tað er eitt scoop av teimum heilt stóru, at tað hevur lukkast Summar Festivalinum at fáa Cliff Richard til Føroya at framføra. Størsta navnið, sum kemur á vitjan í Føroyum í summar! Cliff Richard Vit eru komin inn í mai, og nú nærkast summarið. Fyri framman standa tey stóru tónleikatiltøkini, har føroyingar fáa møguleikan at uppliva føroyskan og altjóða bólkar á festivalum og konsertdøgum. Og tað verður møguleiki at hoyra nógvar spennandi konsertir í Føroyum í summar. Her eru nakrir av útlendsku gestunum, sum kunnu upplivast á føroyskum palli í summar Voxbotn 25. juni Svenskarin Eagle-Eye Cherry rakti seymin á høvdið, tá ið hann í 1997 gav sangin Save Tonight út. Frálíki poppsangurin fekk luft undir veingirnar, bleiv tráspældur á eitt nú MTV og klatraði langt upp á histalistarnar í Europa. Síðani hevur Eagle-Eye Cherry givið fleiri útgávur út, og nú kemur hann til Føroya at framføra sín tónleik – og ikki minst stóra hittið Save Tonight. Eagle-Eye Cherry Voxbotn 25. juni Bólkurin Starship lat 1980’unum tveir fantastiskar sangir, sum eftirtíðin eisini minnist. Nothing’s Gonna Stop Us Now og We Built The City fangaðu tíðarandan í tónleiki og orðum, og røddin sum var á odda fyri sangirnar, var Mickey Thomas, sum nú kemur við bólki sínum til Føroya at framføra. Tað verður ein ferð aftur í tey glaðu 80’unum, tá ið Starship-sangarin fer á pallin í Vágsbotni. Mickey Thomas (Starship) G! Festivalurin 14-16. juli Ú Hot 8 Brass Band havað ímyndað New Orleans gøtutónleik í tvinni áratíggju. Herfyri vóru teir Grammy tilnevndir fyri teirra hugtakandi aðru plátu The Life & Times Of… The Hot 8 Brass Band, og hetta varpar ljós á hvussu nógvar rósurnar hava verið í bæði lokalum, nationalum og altjóða miðlum. Bólkurin fyllir sínar framførslur við tí funk og orku, ið ger New Orleans tónleik so elskaðan kring allan heim. Limirnir í The Hot 8 eru føddir og uppvaksnir í New Orleans, og fleiri teirri byrjaðu at spæla saman í framhaldsskúla. Tað verður spennandi at hoyra í Syðrugøtu! The Hot 8 Brass Band Sørvágs Country og Blues Festivalur 10-11. juni Countryfestivalurin í Sørvági er blivin eitt afturvendandi tiltak, sum við góðum konsertum og hugnaligum umhvørvi skapar eitt hugaligt vikuskiftið fyri tey, sum hava áhuga í country, blues og fólkatónleiki. Í ár kemur songkvinnan Danni Leigh úr USA til Sørvágs at framføra. Hon býr í Nashville og hevur eitt nú framført á heimskenda Grand Ole Opry. Tað er lívligt, tá ið Danni Leigh er á palli, og í juni fer hon at fáa lív í á Dungasandi. Danni Leigh Summar Festivaluri 4. – 6. august Tað er lagt upp til eina veitslu av teimum stóru, tá ið veitslubólkurin Hermes House Band spælir á Vágsbøi. Bólkurin tulkar stór popphitt á festligan hátt, og í fleiri førum hevur tað eydnast Hermes House Band at fáa hitlistaplaseringar við sínum egnum útgávum av kendum sangum – eitt nú Country Roads, Que Sera Sera og Is This The Way To Amarillo. Hermes House Band er bólkur við 7 tónleikarum og sangarum, og tey duga serstakliga væl at framføra fyri stórum fjøldum. Hermes House Band Norðurlandahúsið 10. September Summarið er farið at halla, tá ið violinúrmælingurin Nigel Kennedy vitjar í Føroyum. Norðurlandahúsið og G! Festivalurin samstarva um vitjanina. Nigel Kennedy hevur í meira enn 25 ár verið viðurkendur sum ein av heimsins fremstu úrmælingum. Hansara sermerkta talent og fólksliga tekki hava blást nýtt lív í klassiska tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sum hevur selt mest í øllum heiminum - nakrantíð. Tá ið uttanduratiltøkini eru av, er gylt høvi at leita sær undir tak til violinkonsert. Nigel Kennedy G! Festivalurin 14-16. juli Lucy Rose byrjaði sína tónlistarligu ferð, tá hon sum 18 ára gomul flutti til London og gjørdist vinur við Jack Steadman, frontmannin í Bombay Bycicle Club. Næsta Bombay Bicycle Club plátan Flaws við røddini hjá Lucy slóðari vegin fyri hennara solo yrkisleið. Hon hevur skrivað sáttmála við Columbia Records, túrað á festivalrutum í Norður Amerika og Evropa og givið tvær plátur út, ið báðar hava fingið stóran stuðul frá BBC Radio 1. Nú verður møguleiki at hoyra dugnaligu songkvinnuna framføra í Føroyum. Lucy Rose