Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 9. MAI 2016 20 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Í sínari tíð plagdi Lions Club Tórshavn at skipa fyri fiskikappingum, men slíkar hava ikki verið í nógv ár. Nú verður so aftur skipað fyri fiskikapping við endastøð í Vágsbotni í Havn, men hesaferð er tað ikki Lions, sum stendur aftan fyri tiltakið. – Eg haldi, at pápi mín, Karl Johansen, vann einar tríggjar slíkar kappingar, og mær kunnugt vann hann eisini hina seinastu, sum var einaferð í fyrra helmingi av nítiárunum. Tað sigur Kári Johansen, sum saman við øðrum hevur tikið stig til eina fiskikapping, sum verður hildin leygardagin, 14. mai frá klokkan 08 til 17. – Men, samlaða tiltakið verður meira enn sjálv fiskikappingin. Í Vágs­ botni fara vit at selja agn og fiski­ reiðskap, og her verður byrjað longu klokkan 07.30 leygarmorgunin. Sum dagurin gongur, fara vit eisini at hava sølubúð í Vágsbotni, har fólk hava høvi at keypa eitt nú kaffi, te, køku, vafflur, toast, góðgæti og drykkjuvørur. Tá bátarnir, sum luttaka í fiski­ kappingini, eru komnir aftur at landi, og veiðan er vigað, verður eisini upp­ boðs­søla av fiskinum í Vágsbotni. Kári Johansen sigur, at klokkan 22 leygar­kvøldið verður almennur dansur í B36-húsinum, har Bærentsen & Co fara at spæla. – Um 23-tíðina kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at handa virðislønir og ferða­steyp til bestu bátar. Afturvendandi tiltak Kári Johansen vísir á, at luttøku­ gjaldið til fiskikappingina, sum einans verður 100 krónur fyri hvønn mannin á bátinum, sam­stundis verður at­ gongu­merki til dansin í B36-húsinum. Annars verða atgongumerkini til dansin seld heilt bíliga. Tað er ungdómsdeildin hjá B36, sum stendur aftan fyri tiltakið, ið sam­stundis er eitt stuðulstiltak til frama fyri U12 gentur og dreingir hjá felagnum. Tey fara nevniliga niður til Hjørring at luttaka í Dana Cup um hálvan juli í ár. Hetta er ein kapping, sum er á hvørjum ári við luttøku úr øllum heiminum. Kári Johansen sigur, at ætlanin hjá teimum er, at tiltakið við fiski­ kappingini skal gerast aftur­vendandi á hvørjum ári. – Kappingin verður skipað soleiðis, at bátar úr øllum heraðs­hornum kunnu luttaka. Neyðugt er ikki, at allir bátar, sum verða við, loysa í Vágsbotni. Teir, sum loysa aðrastaðni, kunnu bara senda eina mynd og klokkutíð, tá loyst verður, antin sum sms-boð ella sum messenger, soleiðis at vit síggja, hvar báturin er, tá fráboðanin kemur. Hann vísir á, at allir bátar, sum verða við í kappingini, sjónliga skulu verða komnir inn um skipa­smiðju­ bryggjuna á Vestaruvág í Havn, tá klokkan er 17 henda dagin, tá fiski­ kappingin verður. – Skuldi tað hent, at onkur bátur, sum er tilmeldaður og er við í kappingini, fær trupulleikar við motori ella øðrum, kunnu viðkomandi boða frá í góðari tíð, og so kunnu vit altíð strekkja okkum ein hálvan tíma ella so, sigur Kári Johansen. Tríggjar virðislønir verða latnar í fiski­kappingini, og fiskikongur fær eisini eitt ferðasteyp – ein silvurfisk – sum viðkomandi fær í varðveitslu í tríggjar mánaðir. Eftir tað kemur ferða­steypið at standa í Glitnir. – Ferðasteypið verður eitt Glitnir- steyp, sum kappast verður um á hvørjum ári, leggur hann aftrat. Vóna stóra undirtøku Kári Johansen sigur, at umframt at fiskikapping, søla og dansur er eitt stuðuls­tiltak, er ætlanin ikki minst at taka henda gamla og hugnaliga táttin við fiski­kapping uppaftur. – Vit vóna, at tiltakið fer at fáa stóra undirtøku, nú bátar bæði nær og fjar hava høvi at verða við. Fiska­ sløgini, sum telja við í kappingini, eru toskur, hýsa og kalvi. Loyvdur reiðskapur verða tráða, snøri og snella, og loyvt er bara at hava eitt av hesum til hvønn mannin. Eru fleiri á hvørjum báti, verður samlaða veiðan býtt við manningartalinum. Tey, sum kundu hugsað sær at verið við í fiskikappingini, kunnu siga frá á tlf. 226110 og á tlf. 549059. Nú verður aftur høvi at royna seg í fiskikapping – Vit fara nú at taka hugaliga táttin uppaftur. Mær vitandi var tað pápi mín, Karl Johansen, sum vann seinastu fiskikappingina í Havn fyri nógvum árum síðan, sigur Kári Johansen – Umframt at hetta er eitt stuðulstiltak, er ætlanin ikki minst at taka gamla og hugnaliga táttin við fiskikapping uppaftur, sigur Kári Johansen Mynd: Vilmund Jacobsen