Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 9. MAI 2016 22 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Ársaðalfundur P/F Tjaldur hevur ársaðalfund mánadagin 30. mai 2016 klokkan 11.00, á Bryggjubakka 22, Tórshavn Dagskrá: a) Frásøgn nevndar innar um virkið í hinum lidna ári. b) Framløga av hinum grannskoðaða rokn skapi og fíggjar standi. c) Uppskot frá nevnd ini um, hvussu árs av lopið skal verða nýtt. d) Val av 3-7 nevnd ar limum, sum verða valdir fyri 1 ár í senn. e) Val av grann- skoðara, sum verður valdur fyri 1 ár í senn, til at grannskoða rokn- skapin fyri inni- verandi ári. f) Skotið verður upp at geva nevnd felags ins heimild at keypa upp til nominelt kr. 15.000.000 av egnum parta- brøvum fyri kurs, sum er millum 140 og 190. Heimildin er gald andi í fimm ár frá aðal­ fundinum g) Ymiskt Til ber at tekna seg til fundin við at ringja til tlf 45 75 00 ella senda teldupost til status@olivant.fo í seinasta lagi 27. mai klokkan 12.00 Nevndin Klaktu høsnaregg út í skúlastovu í Fuglafirði Vilmund Jacobsen 5. flokkur við Fuglafjarðar skúla er ein stórur flokkur við 26 næmingum. Flokslærari er Magda Magnusdóttir, og lærari í lærugreinini – náttúra og tøkni – er Rebekka Jensen. Í lærugreinini náttúra og tøkni hevur flokkurin klakt út ikki færr enn 28 høsnarungar, og klekimaskinan við eggunum hevur staðið inni í sjálvari skúlastovni. – Maskinan skuldi venda eggunum sjálv, men henda mekanisman rigg­aði ikki, sum hon skuldi. Tí syrgdu næm­ ingarnir sjálvir fyri, at eggini vórðu vend regluliga. Ein ungi í part Flokslærarin, Magda Magnusdóttir, sigur, at næmingarnir hava verið ógvu­liga hugagóðir og spentir. – Eftir at ungarnir vóru komnir út, høvdu næmingarnir teir inni í skúla­ stovuni í pappeskju við hitaperu í um­ leið eina viku ella so. Síðan eru teir flutt­ir niðan í eitt høsnarhús, sum eldra­sambýlið Vesturstova í Fuglafirði eigur og sum ikki verður brúkt í løtuni. Flokslærarin sigur, at onkur ungi doyði, eftir at teir vóru komnir úr egg­ inum, men teir allar flestu liva fram­ vegis og hava tað gott. – Tú kanst ætla, at næmingarnir vóru spentir og forvitnir, tá tað byrjaði at bresta fyri nev í klekimaskinuni, og ung­arnir komu út, ein fyri og annar eftir. Foreldrafundur Magda Magnusdóttir sigur, at nak­ að eftir, at ungarnir vóru komnir úr eggunum, var foreldrafundur í skúl­ anum, har børnini fortaldu um gongd­ ina. – Í skúlanum hava tey havt tema um fuglar, og næmingarnir hava eisini gjørt fuglar, sum stóðu í vindeygunum, tá foreldrafundurin var. Flokslærarin sigur, at síðan høsn­ arungarnir eru komnir í høsnarhúsið í Vesturstovu at vera, hava næmingar trúliga hugt inn á gólvið at geva teim­ um at eta. – Vit hava ikki roynt hetta í skúl­ anum áður, men hetta hevur higartil eydnast stak væl. Tá høsnarungarnir eru vaksnir, er ætlanin, at teir skulu slaktast og etast, soleiðis at næm­ ing­arnir líka sum eru við í gongdini – heilt úr egginum og á køksborðið, sigur flokslærarin. Eisini um laks Seinastu tíðina hava næmingarnir í 5. flokki í lærugreinini náttúra og tøkni arbeitt við laksi. – Í hesum sambandi hava teir eisini vitjað á smoltstøðini á Hellunum og úti á aliringunum á Oyndarfirði, sigur Magda Magnusdóttir. – Tú kanst ætla, at næmingarnir vóru spentir og forvitnir, tá tað byrjaði at bresta fyri nev í klekimaskinuni, og ungarnir komu út, ein fyri og annar eftir, sigur flokslærarin, Magda Magnusdóttir