týsdagur 10. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 2016
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í gjár kom skriv frá norðurlendsku
brúkaraumboðunum, har tey leggja
dent á, at tá ið brúkarar síggja eina
lýsing, skal teimum vera greitt, at tal
an er um lýsing, sama í hvørjum líki
og á hvørjum miðili.
Orsøkin til hesa støðutakan hjá
norðurlendsku brúkaraumboðunum
er, at serliga á sosialu miðlunum er
nøgdin av lýsingum seinnu árini
vaksin í stórum.
Brúkaraumboðini siga, at tá ið
talan er um pallar, sum privatfólk
vanliga brúka at kunna hvør annan,
skulu virki, ið vilja nýta sosialar miðl
ar til marknaðarførslu, serliga gáa
um og gera vart við, at endamálið er
at selja vørur og tænastur.
– Harumframt síggja vit eisini í
siðbundnum miðlum - t. d teimum
elektrónisku – at tað gerst alsamt
truplari at gera mun á redaktionell
um tilfari og lýsingum.
At nógv er broytt á lýsingar
marknaðinum eru siðbundnu bløð
ini besta dømið um. Lýsingarnar eru
fluttar úr bløðunum og út í stóra
meldurin av kunning, sum er á al
netinum og á sosialu miðlunum. Har
er meldurin so stórur, at vanligi les
arin hevur ilt við at skyna á, hvat er
lýsing, hvat er kunning og hvat eru
tíðindi. Og hesum gera lýsarar sær
dælt av.
Vit hava eisini ein heilt annan
hátt, sum verður nevnt at blogga.
Her eru tað fólk, sum viðmerkja og
umrøða tiltøk og vørur – sum um tað
var av berum áhuga. Úti í heimi eru
nógvir sera kendir bloggarar, sum
forvinna nógvar pengar á hendan
hátt.
Men vit mugu ikki gloyma, at ein
bloggari, sum fær einhvørja vøru ella
tænastu fyri umrøðu – hann hevur
selt sítt trúvirði, og tað er tað, sum
móttakarin, lesarin, eigur at fáa at
vita.
Tað er týdningarmikið – sum
brúkaraumboðini siga, at brúkarar
ikki eru fyri fjaldari lýsing.
Tað er sjálvandi eisini galdandi í
siðbundu miðlunum. Men við herdu
kappingini á netinum, so hava sið
bundnu miðlarnir fingið nýggjar av
bjóðingar. Útflutningurin av hand
ilslýsingum er sera stórur. Í eitt nú
Noreg siga tey, at útlendskar fyritøk
ur sum Facebook og Google eru farn
ar av stað við 20 prosentum av mark
naðinum – og í Føroyum er støðan
ikki frægari. Vit fáa valla opna eina
útlendska heimasíðu, uttan at hesar
føroysku lýsingarnar síggjast.
Tað er at fegnast um, at Brúkara
umboðið varpar ljós á hetta málið.
Eisini fyri okkum, sum fáast við
hetta í siðbundnu miðlunum. Tí
lesarin skal ongantíð ivast í, hvør
avsendarin av tíðindunum er.
Tað er trúvirði millum miðil og
lesara, sum skapar álitið. Tí eigur
valið av tíðindum sjálvsagt heldur
ikki at byggja á handilslig áhugamál,
men vera eitt redaktiónelt val.
Tað er helst tann størsta avbjóð
ingin hjá føroysku netmiðlunum.
Tíðindin skulu bara grund
ast á eitt redaktionelt val
Skulu kenna avsendaran
Fólka
talið í
Kollafirði
Bergur R. Dam Jensen
Kjak síða 18
Eyst
uroy aft
urúrsigld
Lasse Klein
KjakSíða 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í dag og fram til fríggja
kvøldið eru fólkatingslimir
nir Magni Arge og Sjúrður
Skaale á vitjan hjá føroyinga
feløgunum í Aalborg, Aarhus
og Odense. Framløgur frá
fólkatingslimunum verða á
skránni og møguleiki verður
eisini at seta spurningar.
Teir fara at greiða frá ar
beiðinum á fólkatingi og
taka upp spurningar um før
oyska grundlóg, loysing ella
sjálvræði og uttanríkispolit
isku viðurskiftini hjá Føroy
um.
Fólkatingslimirnir
vóna
at nógvir føroyingar koma
og leggja dent á, at tiltøki
ni eru fyrst og fremst fyri at
hitta og tosa við føroyingar í
Danmark.
Byrjað verður í Aalborg
mikukvøldið, síðani verður
farið til Aarhus hóskvøldið, og
síðsta tiltakið verður í Odense
fríggjakvøldið.
Øll tiltøkini byrja kl. 20,
siga Tjóðveldi og Javnaðar
flokkurin á Christiansborg í
felags fráboðan.
Tað skapti øsing í Danmark
mánadagin, tá tað kom fram,
at broytingin í pensjónsaldr
inum hjá plitikarum ikki skal
koma í gildi fyrr enn eftir
næsta fólkatingval.
Tað var í kjalarvørrinum
av, at ein meiriluti í Fólka
tinginum mánadagin boð
aði frá, at tey høvdu gjørt
politiska semju um, at polit
ikarar skulu hava sama pen
sjónsaldur, sum onnur fólk í
Danmark.
Men tað er einki nýtt, at
politikarar altíð skáka sær
undan, at slíkar avgerðir
ganga út yvir teir sjálvar.
Vit hava valt politikarar
at taka avgerðir okkara
vegna. Teir taka góðar av
gerðir, og teir taka ringar av
gerðir.
Men tá tað snýr seg um
viðurskiftini hjá politikar
unum sjálvum – eitt nú løn
arviðurskifti, so er tað bara
galdandi annan vegin.
Um viðurskiftini verða
bøtt – betri løn, betri pensjón
o. s. fr., so er full semja mill
um politikarar um, at hetta
skal galda »fyri okkum og
tey, sum koma aftaná«.
Men er talan um at gera
viðurskftini verri – eitt nú
at hækka pensjónsaldurin,
so er tað »bara galdandi fyri
tey, sum koma aftan á næsta
val«.
Soleiðis gera politikarar
í Danmark, og soleiðis gera
politikarar í Føroyum.
Hetta er tað, vit kunnu
kalla
ein
politikarasjúka.
Kanska turpulleikin er, at
tey sjálvi áseta sína egnu løn.
Trupulleikin er bara, at polit
ikarar so mangan samstund
is taka frá fólkinum, sum teir
eru settir at tæna.
Vit hava tvey dømi um
slíkt í Føroyum. Tað fyrra
var, tá fullveldissamgongan
í 1998/99 hækkaði løgtinsløn
irnar og løgtings- og lands
stýrispensjónirnar eini 100
prosent. Tá samtykti Løg
tingið, at hetta er galdandi
»fyri okkum og tey, sum
verða vald aftaná«.
Tey fyrrverandi tingfólk,
sum tá vóru í pensjónsskip
anini, fingu framvegis lægru
pensjónina.
Seinna dømið var tá und
anfarna samgonga í fjør
samtykti at broyta lønar og
pensjónsviðurskfitini
hjá
landsstýrisfólki.
Við tænastumannapen
sjónini hjá landsstýrisfólki,
har tey kundu upptjena fulla
pensjón upp á 8 ár, fingu tey
tað, sum svarar til meira enn
100.000 kr í pensjónsinn
gjaldi um mánaðin!
Nú fáa tey hægri løn og 15
prosent í pensjónsinngjaldi.
Hendan broytingin varð
gjørd, tá at kalla øll lands
stýrisfólkini høvdu fingið
hesi 8 árini í landsstýrinum á
sína starvsaldurskonto – og
broytingin var bara galdandi
fyri tey, sum kom í lands
stýrið eftir løgtingsvalið,
So danska fólkið kann øt
ast – men løgið, at tey ikki
kenna sínar egnu politikarar
frægari enn so...
Hugsa altíð fyrst um sjálvan seg
Tað kom sum ein bumba á vári í 2007, at
Bárður Nielsen legði frá sær sum fíggjarmál
aráðharri fyri at gerast stjóri fyri risastóru
verkætlanini, Stórutjørn, hjá føroyska mill
iarderinum í Íslandi, Jákupi á Dul.
Tann verkætlanin fór í ommu sína
við kreppuni í Íslandi, og Bárður Niel
sen vendi aftur til politikkin.
Nú er Bárður Nielsen settur sum
fyribilsstjóri á Vodafone. Ivasamt
verður, um hann verður nýggjur stjóri
– men so hevur hann valið ímillum
heldur at tjena einar 120.000 krónur sum
stjóri. Tað fær hann hvørki sum tingmað
ur ei heldur sum løgmaður.
Vinnulív ella politikk?
Magni og Sjúrður
vitja føroyingafeløg