týsdagur 10. mai 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Vodafone boðar í dag frá, at
Gudny Langgaard hevur sagt
seg úr starvi sum stjóri eftir 7
ár í fyritøkuni, harav nærum
5 ár sum stjóri.
Í næstum verður farið
undir eina tilgongd at finna
nýggjan
stjóra.
Gudny
Langgaard tók við sum stjóri
í juli 2011.
– Vegna Vodafone vil eg
takka Gudny fyri hennara
eldhuga og arbeiðssemi í
tíðini sum stjóri. Gudny
hevur saman við starvs
fólkunum
ført
Vodafone
trygt
ígjøgnum
eina
tíð
við stórum broytingum á
fjarskiftismarkaðinum
og
hevur lagað fyritøkuna væl
til tørvin hjá viðskiftafólki
okkara, sigur Rúnar Reistrup,
nevndarformaður og leggur
afturat.
–
Vodafone
hevur
tryggjað kapping á føroyska
fjarskiftismarknaðinum
seinastu 15 árini og hevur
gingið á odda, at veita
føroyskum
fjarskiftivið
skiftafólki nýskapan, betri
tænastu
og
betri
prísir.
Við
einum
framhaldandi
sterkum altjóða samstarvi
ætlar Vodafone framvegis
at ganga á odda, at veita
føroyingum
nýskapandi
fjarskiftistænastur og veita
kapping á føroyska fjar
skiftismarknaðinum.
– Hetta hevur verið ein
ómetaliga
spennandi
og
avbjóðandi tíð. Tað hevur
verið eitt privilegium, at
starvast sum stjóri í einari so
spennandi fyritøku og saman
við so dugnaligum fólki.
Tá eg hyggi aftur á tíðina,
eri eg serstakliga væl nøgd
við at viðskiftafólk okkara
kenna okkum fyri okkara
fokus á tænastu og dygd. Eg
ynski bæði starvsfólkunum
og felagnum alt tað besta á
leiðini frameftir, sigur Gudny
Langgaard, fráfarandi stjóri.
Bárður Nielsen, fíggjar
stjóri í Vodafone, tekur við
sum fyribilsstjóri til nýggjur
stjóri er settur.
Næsta hálva árið ætlar
Gundy Langgaard at vera
heima við hús. Hon sigur, at
eingin ósemja ella illstøða er
millum hana og Vodafon, og
at hon sjálv hevur valt at siga
starvið frá sær
– Tað var í marsmánaði,
at eg boðaði frá, at eg ynskti
at leggja stórastarvið frá
mær. Eg trívist væl í sam
skiftisvinnuni, men har eru
størvini avmarkað. Mínar
kvalifikatiónir eru leiðsla
og marknaðarføring, og tað
eru uppgávur, sum allar fyri
tøkur hava tørv á.
– Fyribils fari eg at vera
heimagangandi í eitt hálvt
ár, meðan eg leiti mær eftir
nýggjum avbjóðingum. Men
eg verði knýtt at Vodafone
hesa tíðina, tó at eg ikki fari
at vera á arbeiðsplássin
um dagliga, sigur Gudny
Langgaard.
Vodafone
hevði
sítt
næstbesta úrslit í fjør, tá
yvirskotið var 8,2 milliónir
krónur.
– Tað var eitt sera gott
úrslit, sum vit eru fegin um,
sigur Gudny Langgaard, sum
tó var heldur lakari, enn
árið fyri, tá úrslitið var 10,7
milliónir krónur. Tey fýra
roknsskaparárini,
Gudny
Langgaard
hevur
havt
leiðsluna av P/F Vodafone,
hava úrslitini tilsamans verið
32 milliónir krónur.
Nú Gudny Langgaard er
farin úr starvi, tekur Bárður á
Steig Nielsen við sum fyribils
stjóri. Bárður Nielsen er løg
tingsmaður
og
formaður
Sambandsfloksins. Skal hann
halda fram sum stjóri, so má
hann helst enn einaferð velja
ímillum politikkin og privatu
yrkisleiðina.
Og at tað er ein góður
stjórasessur, hon letur frá
sær, talar lønin eisini fyri:
Sambært ársroknskapinum
fyri 2014 var stjóralønin á
Vodafone slakar 1,4 milliónir
krónur um árið – ella góðar
116.000 krónur um mánaðin.
Foreldraumboð í Sankta
Frans skúla hava bjóðað bý
ráðslimunum í Tórshavnar
Kommunu til pallborðs
fund um framhaldsdeild í
Sankta Frans Skúla.
Í innbjóðingini siga tey
soleiðis:
» S k ú l a byg n a ð u r i n ,
samtyktur í 2012, er eitt
gott tilboð til fleiri børn
í Tórshavnar Kommunu
og sum foreldur, borgarar
og veljarar gleðast vit um
hetta. Hinvegin er ynskið
um at seta í verk fram
haldsdeild í Sankta Frans
skúla ikki nýtt. Hetta kom
tó ikki við í tilmælið um
skúlabygnaðin.
Men tørvurin er í dag
størri enn nakrantíð!
Summi
børn
trívast
og mennast væl í størri
eindum og í skiftandi um
hvørvi – men ikki øll børn
hava best av hesum, og
fyri summi børn er hetta
beinleiðis
skaðiligt
fyri
bæði menning, læring og
trivnað.
Sum støðan er nú, er
hetta tað einasta, Tórs
havnar Kommuna hevur
at bjóða næmingunum í
Sankta Frans skúla og í mið
býnum frá 8. flokki.
Við eini royndarskipan
um
framhaldsdeild
á
Sankta Frans skúla, sum
eitt alternativ til stórar
eindir og skiftandi um
hvørvi, kann Tórshavnar
Kommuna
bjóða
øllum
børnum tað skúlatilboðið,
sum er best fyri júst teirra
læring, menning og trivnað.
Vit sita í einum foreldra
bólki umboðandi umleið 700
foreldur umframt onnur
avvarðandi sum ommur
og abbar. Vit eru lutvíst
kunnað um gongdina higar
til í málinum, og at umbønin
um framhaldsdeild í Sankta
Frans skúla í fyrstu syftu
ikki bleiv gingin á møti. Vit
skilja ikki – og kunnu ikki út
frá verandi argumentatión
– góðtaka hesa avgerð fyri
okkara børn í Tórshavnar
Kommunu.
Vit hava valt tykkum
at umboða okkum og vilja
hervið bjóða tykkum til ein
pallborðsfund um málið.«
Pallborðsfundurin veður
í fimleikahøllini í Sankta
Frans skúla 17. mai klokkan
19.
Tey í foreldrabólkinum
vóna, at býráðspolitikarar
síggja týdningin í hesum
máli og hava áhuga í at
hoyra
meiningina
hjá
veljarum og borgarum í
Tórshavnar Kommunu.
Foreldrabólkurin heitir
eisini á foreldur, ommur og
abbar og onnur avvarðandi
at næmingum í Sankta
Frans Skúla um at møta á
fundinum 17. mai.
– So vit saman kunnu
vísa politikarunum á tørv
in. Jú fleiri vit eru – jú størri
eru møguleikarnir fyri, at
vit verða hoyrd, siga tey í
foreldrabólkinum.
Undir heitinum »Tey byggja
land« letur Sigrun Gunnars
dóttir upp listaframsýning í
atelieri sínum á Eiði hvítu
sunnudag klokkan 15. Opið
verður hendan dagin til
klokkan 20, og opið verður
eisini 2. hvítusunnudag frá
klokkan 15 til klokkan 20.
Tað verður borgarstjórin
á Eiði, Jógvan í Skorini,
sum setur framsýningina,
meðan Niels Midjord og Eilin
Hansen fara at framføra
tulkingar
yvir
verk
hjá
Leonard Cohen.
Við íblástri úr føroysku
náttúruni,
fólkalívinum
og ferð hennara í Kina er
myndavævið bæði stórt og
fjølbroytt.
Sigrun
Gunnarsdóttir
hevur útbúgving frá Det
Kongelige Danske Kunstaka
demi 1973-80 og hevur sett
djúp spor í tann føroyska
listaheimin. Sigrun hevur
verið víða um við sínari
list, og er hon umboðað á
mongum listasøvnum. Fyri
stuttum luttók hon á lista
framsýningum í Kina.
Sigrun
Gunnarsdóttir
kemur á eitt vegamót mitt
í 1990-árunum og endar í
einum
symbolskum,
sur
realistiskum heimi, ið er
nógv øðrvísi enn nakað
annað í føroyskum listalívi.
– Vit halda, at vit fata
innihaldið
í
myndunum,
men hóma samstundis eitt
metaforiskt lag, sum talar til
tað ótilvitaða. Tá ið vit hava
sæð myndir hennara, eru tær
sum brendar inn á sjónina –
og í hugaheimin, siga fyri
reikararnir.
Grundstøðið í list Sigrun
ar er merkt av nýhugs
andi, aldargamlari kristnari
mentan.
– Vit gerast varug við
ein annan heim – uttanum
okkum, innan í okkum, sum
ikki sæst, bert merkist. Vit
verða drigin inn í verkini og
gloyma okkum sjálv burtur,
standa verjuleys, men sam
stundis væl vard av sybolun
um, sum fylla myndaheim
Sigrunar.
GUDNY LANGGAARD FARIN
FRÁ SUM STJÓRI Á VODAFONE
Vilja hava framhaldsdeild í Sankta Frans skúla Tey byggja land á Eiði
Bárður Nielsen tekur fyribils við sum stjóri
SKÚLI Pallborðsfundur um framhaldsdeild
í Sankta Frans Skúla verður 17. mai kl 19.
LIST Sigrun Gunnarsdóttir letur
upp listaframsýning á Eiði
TÍÐINDI